Fróði Benjaminsen úr B68 hevur ikki møguleika at fara við landsliðnum til Kekkia, og tí hevur hann givið avboð, nú tað meiri ella minni hevur hingið í luftini, at møguleikin hjá honum at vera við millum teir fyrstu ellivu nærkaðist í stórum.
Í staðin fyri miðvallaran valdi Allan Simonsen í gjár Bartal Eliasen úr GÍ, sum áður hevur spælt tveir landsdystir, og sum var innkallaður í landsliðshópin til heimadystin ímóti Litava.
Øðrvísi ferð
Bartal Eliasen gongur á læraraskúlanum, og í gjár fór hann við skúlafeløgunum á námsferð. Ferðin gekk til Prag, men nú verður talan bara um partvísa námsferð hjá Bartali, tí seinni parturin av hesi vikuni fer til at umboða føðilandið á landsliðnum.
Boðini um úttøkuna til landsliðið fekk miðverjin, tá hann var komin á flogvøllin í Vágum:
? Tað er alt í lagið. Eg fái Henning Jarnskor at taka skinnararnar og skógvarnar hjá mær við mikukvøldið, var svarið hjá Bartali, sum hevur avrátt við landsliðsvenjaran, at hann mikukvøldið skal koma á gistingarhúsið í Prag, har landsliðsferðalagið fer at halda til.
Okkum kunnugt eru allir hinir landsliðsmenninir tøkir. Tá GÍ og B68 stríddust í storminum í Sarpigerði leygardagin, kom Sámal Joensen ikki á vøllin eftir steðgin, men so vítt, sum vit hava skilt, so verður hann við í flogfarinum hjá Atlantsflog, sum í annaðkvøld klokkan 17.30 lættir úr Vágum við nøsini vendari ímóti kekkiska høvuðsstaðnum.










