Ódnarveður og einki fótbóltsspæl

Fótbóltur: Men fótbóltsliga tyngdin í gøtumonnunum var nóg stór til at vinna sannførandi sigur á toftamonnum

1. deild menn:

GÍ-B68 3-0 (2-0)


So at siga alt skipað fótbóltsspæl hvarv úr Sarpigerði seinnapartin leygardagin. Jens Erik Magnussen, ið saman við Dánjali Andreasen hevur havt ábyrgdina av kappingunum hjá FSF, var í Gøtu, og bæði fyri hann, Oddmar Andreasen, sum var dómari, og øll hini, sum vóru í Gøtu, var tað greitt, at umstøðurnar vóru so mikið vánaligar, at tað var ikki hugsningur um at spæla fótbólt ? við undirstriking av at spæla.

At siga at tað var púra vandaleyst at fara á vøllin hevði ikki verið rætt, tí undir dystinum sást aftur og aftur, at spælararnir ? akkurát sum á skipsdekki, tá óløgini bróta ? vóru noyddir at fáa sær fótafesti, tá øgiligu hvirlurnar komu oman gjøgnum dalin. Onkra ferðina var ein spælari ikki heilt klárur at taka ímóti hvirluni, og so fór hann sendandi langa leið eftir vøllinum.

Um FSF umboðini høvdu gjørt av, at tey bæði eysturoyarliðini ikki skuldu spæla og kanska í staðin skuldu havt spælt í gjárkvøldið ella í kvøld, so hevði tað havt við sær, at allir hinir dystirnir eisini skuldu havt verið útsettir, og tí varð roynt at fáa alt sum tað var frá hondini.


Tilvildarligt

Tá umstøðurnar vóru soleiðis, sigur tað seg sjálvt, at tað á ongan hátt bar til at hugsa um skipa fótbóltsspæl. Viljin tóktist vera til staðar at flyta bóltin millum spælararnar nakrar ferðir, men tað var bara í hendinga førum, at tað eydnaðist, og tá tað eydnaðist, var tað fyrst og fremst hjá heimaliðnum.

GÍ hevur havt eitt gott kappingarár, og teir hava stútt og støðugt tikið seg fram á støðutalvuni, meðan B68 ikki hevur verið sannførandi. Serliga síðani summarsteðgin hevur gingið illa hjá toftamonnum, sum eru dotnir alt longri niður á talvuni, inntil teir nú endaðu á sjeynda plássinum.

Hóast umstøðurnar var tað týðuligt, at gøtumenn sum heild vóru betri spælarar, og tað sást aftur í, at tað var størri trýst ímóti málinum hjá Allani Joensen, enn tað var ímóti málinum hjá Sunvardi Joensen.

GÍ fekk trý mál, og longu undan steðginum var tað greitt, at heimaliðið fór at vinna. Í fyrra umfarinum fingu teir tvey mál. Henning Jarnskor, sum heilt greitt hevur verið vandamiklasti álopsmaðurin hjá GÍ í ár, skoraði fyrsta málið, eftir at Sasha var vorðin leysur í vinstru og hevði lagt innfyri til handara stólpan, og Sasha økti sjálvur undan steðginum, eftir at toftaverjan hevði gjørt mistak í vánaligu líkindunum.

Í seinna hálvleiki kom eitt mál afturat, og enn eina ferð var tað Henning Jarnskor, sum skoraði. Toftamenn mistu mitt á vøllinum, tá teir gjørdu eina roynd at byggja upp, gøtumenninir komu í stóra yvirtalsstøðu, Magni Jarnskor streyk avstað í høgru, og Henning var fyrstur á innlegginum, sum hann beindi í meskarnar aftanfyri B68 málverjan.


Nógv heiðursmerki

Eftir dystin fingu gøtumenn silvurkrónurnar um hálsin, og harvið høvdu teir enn eina ferð vunnið sær rætt til at taka lut í europeisku fótbóltskappingini, sum teir so at siga hava verið fast inventar í mesta partin av níti árunum.

Merkisvert er eisini, at nógv teir flestu av spælarunum, sum hesa ferð vunnu næstfremsta plássið, og sum eisini komandi ár fara at dríva liðið fram, hava verið við so at siga hvørja ferð. Avrikini síðani summarsteðgin hava ikki boðað frá, at spælararnir eru mettir av fótbólti, og tað saman við nýggjum blóði borgar fyri, at gøtumenn aftur komandi ár fara at vera við í kappingini um krónusettini. Um teir fara at fáa gull, silvur ella bronsu hongt um hálsin, tað fara tey átjan umførini at gera av.



GÍ: Sunvard Joensen ? Bartal Eliasen, Jóan Petur Olsen, Poul Ennigarð ? Rúni Justinussen, Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Pauli Jarnskor, Súni Olsen ? Alexander Radosavlovic, Henning Jarnskor

B68: Allan Joensen ? Jákup Djurhuus, Edmund Jacobsen, Finn Mørk, Fróði Clementsen, Lusio ? Jan Petersen, Fróði Benjaminsen, Messias ? Aksel Højgaard, Øssur Jacobsen