við hesi heilsanini hjá nógvum jødum verður meint við tað »himmalska Jerúsalem«, so er longsulin til tað jørðiska Jerúsalem eisini sera sterkur. Longsulin er tó ikki bara til staðar hjá jødum. Pílagrímar [...] kundu ynskt sær at komið til Jerúsalem - og tað serliga á páskum. Hjá teimum flestu verður hetta ikki meir enn ein longsul, men tó ikki hjá øllum. Eyðhild S. Dam av Argjum er ein av teimum, sum í fjør helt [...] verið fleiri mánaðir í landinum tá, legði eg merki til nakrar broytingar hjá jødunum. Tað vóru fleiri, ið gingu við bønarsjalli, og hjá nógvum varð húsið vaskað upp og niður. ? Samstundis varð alt breyð b
veg á Bursatanga til Rituna eftir fríbillettunum til okkum skúlanæmingarnar, sum skuldu suður í vikuskifti. Hann sigur, at her var ein blíður og fryntligur stjóri, Jóhan Restorff, sum ofta tók sær av at stempla [...] kvinnur skrivaðu lesarabrøv við meining um tað, sum lá teimum upp á hjarta. Róin Clementsen á Sandi sigur, at tann eina dagin var eitt lesarabræv í Dimmalætting, har ein kendur maður úr Skálavík skrivaði [...] havsins botni? Hetta hevur allar helst verið um ta tíðina, tá Vágatunnilin var í stoypiskeiðini. Hann sigur, at maðurin, sum átti lesarabrævið, hevur verið framsíggin. Nú, eini 40 ár seinni, er hetta veruleiki
mugu vit bara bíða eftir líkindum aftur, sigur Dia. Góðar umstøður hjá bátunum Heygsstøð: Sjóvar kommuna hevur tey seinnu árini arbeitt við at betra um umstøðurnar hjá útróðrarbmonnum á Strondum. Í hesum sambandi [...] egnir. - Nú verði eg skjótt liðugur við henda stampin. So er í øllum førum klárt hjá soninum, Sonna at fara avstað aftur, sigur hann. Hjálpi eitt sindur Fyrrapartin í gjár var Dia farin undir at egna enn ein [...] var farin til útróðrar í gjár, er ein 30 fót langur bátur úr glasfipuri. Hetta var samstundis fyrsti túrurin hjá Sonna á útróðri í ár við báti sínum "Marianna", sum hevur fingið navn eftir dóttur hansara
avsanna, um sáttmálin nú eisini tekur hædd fyri kritikkium hjá fakdeildunum. - Nei, tað fái eg ikki svarað uppá. Har eri eg bundin av tagnarskyldu, sigur Janus Rein. Roknast kann við, at viðmerkingarnar frá [...] gjørt viðmerkingar til teir, sigur Janus Rein. Janus Rein ásannar, at avgerðin um at binda seg sjálvan til tagnarskyldu kann avmarka hansara leiklut, tá lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard kemur til 2 [...] lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard kemur inn aftur í løgtingssalin. Uppskotið liggur í Rættarnevndini, sum tó ikki hevur ásett nýggjan fund enn. Forkvinnan í nevndini, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, sigur seg bíða
tíðina. Vit taka bara ein dag ísenn, sigur hon. Hetta hevur ikki einans ávirkað heimið hjá Mariannu. Kring alla bygdina eru fólk sera hørm um støðuna og framtíðina hjá bygdini, sum ikki sær so ljós út. Øll [...] segði nakað, hvørki orð ella ei við okkum. Ikki fyrrenn Meinhard Jacobsen kom suður her í farnu viku og segði okkum øllum upp, sigur hon. Tey ungu ringast fyri Fyri tey tímaløntu flakafólkini í Hvalba var tað [...] hetta hevur ikki verið nøkur góð tíð. Eg havi bara gingið og malið rundan um meg sjálva, sigur Marianna, sum sigur seg vóna, at virkið kann lata uppaftur. - Vit hava øll eina vón um at tað fer at henda.
landsliðið og spæla í bestu deildini komandi ár, sigur Jann Ingi, meðan hann neyvt fylgir við hvat hendir á vøllinum. Tað er ikki tað fyrsta hann sigur. Hann hevur tosað eitt sindur rundan um og vil illa [...] í fyrra hálvleiki. - Hygga nú, sigur Jann Ingi skeptiskur, tá Hans Pauli er um at gerast leysur í brotsteiginum. Tað er ein stórur lætti fyri toftamannin, tá innleggið hjá Hans Pauli verður ruddað burtur [...] aftur, so verður ótrúliga ringt hjá mær at verða verandi. Eg vil gjarna brúka tey seinastu árini upp á at verða á landsliðnum og kunna fáa nakrar upplivingar afturat, sigur Jann Ingi. Tað er blivið til 22
slapp eg, og hetta var heilt ótrúliga spennandi hjá mær sum 18 ára gomlum. Frægastu inntøkur Hann sigur, at Dávur Poulsen, sum tá hevði verið stýrimaður hjá pápa sínum í eini 10 ár, bæði við Kalsevni og [...] legði seg ímillum hjá okkum báðum. Bróður Mortans, Sonni, gjørdist eisini skipari hjá Jákupi í Lopra. Teir førdu nú hvør sína Polarborg. Fyrst Suðringur... Ein dagin, meðan Mortan sigldi hjá Jákupi, og hann [...] Kalsevni, sum pápi hansara, Andrias í Hvannasundi, førdi. - Tað var Kymbil hjá Poul Hansen, ið átti skipið, og pápi sigldi hjá hesum felag í mong ár. Hann ásannar, at tað var óvanligt, at so ungur drongur
bilin á Eiði við kós móti Havnini. Ørindi á bygd hetta kvøldi var ein rundur føðingardagur hjá systkinabarninum hjá Kaj Skipanes, men nú var klokkan vorðin so nógv, at tað best var at sleppa sær heim, so [...] elsta dóttir okkara og systkinabarnið hjá Mariku við konu sínari og tveimum børnum, ið vóru komin úr Fraklandi á vitjan, greiðir Kaj Skipanes frá. Tá tey komu suður móti brúnna um Streymin kom mjørki á [...] ringasta er, at man følir, at fólk ikki taka ein í álvara. Eg vil bara fáa hjálp til at blíva frísk, sigur Marika Skipanes, ið følir seg slepta á fjall eftir eitt ferðsluóhapp fyri trimum árum síðan. Tað var
feløgum. Men nú leikar hann dagliga við U-19 liðnum hjá Chelsea í London, hóast hann bert er 16 ára gamal. Hann býr heima hjá foreldrum sínum, og hann sigur, at familja hansara ongantíð hevur havt áhugað fyri [...] avgjørt er Dennis Wise, sum eisini er á enska landsliðnum. Hann sigur, at U-19 liðið hjá Chelsea fær ókeypis atgongumerkir til hvønn heimadyst hjá Chelsea, so hann hevur møguleikan at fylgja við sínum fyrimyndum [...] hooliganisma mest er í samband við dystir hjá enska landsliðnum, og ikki so nógv millum ymsu feløgini longur. - Eg dugi ikki at síggja endamálið hjá teimum, sigur Lennie Pidgeley, tá eg komi inn á tað evnið
og tað er tað, eg geri. Taki eg eitt nú eina yrking hjá Shakespeare og lesi meg inn í hana, endurgevi eg hana á føroyskum. Tí meti eg týðingarnar hjá mær sum mínar egnu yrkingar. Kortini eri eg trúgvur [...] rithøvundur frá Rithøvundafelag Føroya, heldur røðu um skaldskapin hjá Alexanduri. Marita Øre og Jensa Toftegaard lesa yrkingar hjá Alexanduri. Jóhan Heri Joensen, formaður í mentamálanevndini í Fuglafjarðar [...] ið kom út árið eftir, royni eg at yrkja í meiri fríum stíli. Og tað helt eg fram við í nøkur ár, sigur Alexandur Kristiansen. - Tað er øðrvísi og meiri bundið at yrkja í bundnum stíli. Tá skal samsvar