- Eg kann ikki atkvøða í blindum

Uttanflokkatingmaðurin Janus Rein hevur nú valt at lesa loyniliga sáttmálan millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners, hóast hann harvið bindur seg sjálvan av tagnarskyldu um alt, sum stendur í sáttmálanum.

Hann hevur fingið sær eina vitan, sum hann ikki kann diskutera við nakran. Nevniliga innihaldið í loyniliga sáttmálanum millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners. Løgtingsmaðurin Janus Rein hevur sum tann skrivað undir uppá, at hann einki skal fortelja úr sáttmálanum. Við undirskriftini bindur hann seg eisini til, at brot á tagnarskylduna førir til endurgjaldskrav, ið skal viðgerast av dómstólunum.
Janus Rein er higartil einasti løgtingsmaður, sum hevur valt at skriva undir tagnarskyldu aftur fyri at sleppa at lesa sáttmálan.
Sceansan, ið fór fram á advokatkontórinum hjá Inga Højgaard, var rættuliga sermerkt. Fartelefonin skuldi avleverast, ikki var loyvi at hava penn og pappír við sær, og hartil var ein hjásitari til staðar alla tíðina fyri at hava eyguni við løgtingsmanninum.
Talan er um rúgvusmikið tilfar. Sum skilst einar 400 síður av teksti, tá øll fylgiskjølini eru tald við.

Kritikkurin
Lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard hevur verið fyri hvøssum atfinningum í almenna rúminum. Ikki minst eftir at fjølmiðlar fingu innlit í eina frágreiðing frá teimum trimum fakdeildunum í Innlendismálaráðnum, ið er rættuliga kritisk móti lógaruppskotinum. Frágreiðingin er skrivað 4. juli, eina viku eftir at sáttmálin millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners upprunaliga skuldi undirskrivast. Frágreiðingin er skrivað av fakfólki, sum bara hava sæð lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum, men ikki sjálvan sáttmálan.
Tá frágreiðingin bleiv almenn, segði aðalstjórin í IMR, at sáttmálin tekur hædd fyri tí mesta av kritikkinum.
Men hóast Janus Rein hevur sæð sáttmálan, so kann hann hvørki vátta ella avsanna, um sáttmálin nú eisini tekur hædd fyri kritikkium hjá fakdeildunum.
- Nei, tað fái eg ikki svarað uppá. Har eri eg bundin av tagnarskyldu, sigur Janus Rein.
Roknast kann við, at viðmerkingarnar frá serfrøðini í Innlendismálaráðnum koma at merkja orðaskiftið í løgtinginum, tá lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum kemur aftur úr Rættarnevndini og til 2. viðgerð. Og tað gevur uttanflokkatingmanninum ein trupulleika. Tí Janus Rein hevur sum longu nevnt bundið seg til ikki at brúka ta vitan, sum hann hevur lisið seg til á skrivstovuni hjá Inga Højgaard.
Løgtingsmaðurin er somikið avmarkaður, at hann ikki fær svarað, tá vit spyrja hann, um tað er nakað í sáttmálanum, sum hann stúrsar yvir. Um har er nakað í sáttmálanum, sum hann ikki kanst taka undir við. Ella um har er nakað í sáttmálanum, sum hann kennir teg noyddan at kunna løgtingið um.
- Svarið er tað sama til allar spurningarnar. Eg fái ikki gjørt viðmerkingar til teir, sigur Janus Rein.
Janus Rein ásannar, at avgerðin um at binda seg sjálvan til tagnarskyldu kann avmarka hansara leiklut, tá lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard kemur til 2. viðgerð í løgtinginum.
- Tað vildi kanska verið sigandi fyri støðuna, um eg fór upp á tingsins røðarapall og brúkti mína talitíð í stillheit, sigur Janus Rein.

Grundarlagið
Hóast avmarkingarnar valdi uttanflokkatingamaðurin kortini at lesa sáttmálan. Janus Rein hevur í fleiri umførum hartað landsstýrismannin í innlendismálum fyri at gera ein sáttmála, sum er loyniligur fyri almenninginum. Og støðan bleiv ikki betri, tá løgtingið fór undir at viðgera eitt lógaruppskot, sum er smíðað beinleiðis upp ímóti hesum loyniliga sáttmála.
- Løgtingið skal viðgera eitt lógaruppskot, sum er skrivað beinleiðis upp ímóti einum loyniligum sáttmála. Sum løgtingsmaður kann eg ikki lóggeva í blindum, og tí valdi eg at biðja um at lesa sáttmálan, sigur Janus Rein.
Hann vil við øðrum orðum hava eitt fullfíggjað grundarlag at taka støðu út frá, og hevur tí valt at gjalda prísin.
- Eg eri greiður yvir, at tagnarskyldan gevur mær ein trupulleika í framhaldandi viðgerðini av málinum. Tí mín argumentatión vil sjálvandi altíð byggja á ta vitan, ið eg havi um málið. Og eg eri ikki ein telda, sum kann programerast til at sortera í vitanini. Men eg verði noyddur at sortera í vitanini, soleiðis at eg haldi meg til ta tagnarskyldu, ið eg havi bundið meg til í trúnaðarskjalinum.
Janus Rein er sum skilst einasti løgtingslimur, sum higartil hevur valt at lesa sáttmálan. Uttanflokkatingmaðurin sigur seg vóna, at aðrir løgtingslimir gera tað sama.
- Eg veit væl, at fyri nøkur tingfólk er tað eitt prinsippmál, at tey vilja ikki lesa tilfarið við teimum bindingum, sum tagnarskyldan hevur við sær. Men fyri meg og fyri fólkaræðið annars hevði tað verið gott, um vit vóru fleiri løgtingslimir, ið kundu diskuterað innihaldið í sáttmálanum.
Enn er ógreitt, um ella nær lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard kemur inn aftur í løgtingssalin. Uppskotið liggur í Rættarnevndini, sum tó ikki hevur ásett nýggjan fund enn. Forkvinnan í nevndini, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, sigur seg bíða við viðgerðini, til hon fær boð um annað frá løgmanni, sum í sínum lagi roynir at finna stevið millum samgongulimirnar.





MYNDATXT

Janus Rein, uttanflokkatingmaður, hevur sum tann fyrsti løgtingslimur valt at lesa loyniliga sáttmálan millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners

MYNDATXT

Ingi Højgaard, stjóri í P/F Eysturoyartunnilin, skal tryggja, at sáttmálin millum IMR og CIP verður verandi loyniligur. Løgtingslimir skulu møta á skrivstovuni hjá advokatinum, skriva undir trúnaðarskjal og harumframt avlevera telefon, penn og pappír, áðrenn teir sleppa at lesa saman við hjásitara.