- Eg hjálpi soninum eitt sindur

- Eg havi bara egnt henda eina stampin í morgun. Eg mátti fyrst yvir til Runavíkar at keypa mær agn, sigur Dia Johansen.
Fyrrapartin í gjár stóð hann í einum skúri og egndi.

- Ja, tað er nakað langur vegur at fara hagar eftir agni.
- Tað er bara eitt sindur undarligt, at ein strandingur skal fara allan vegin yvir til Runavíkar at keypa agn frá einum øðrum strandingi, sigur Dia við einum stórum brosi.
Hann er einsamallur og egnir í morgun. Tað er heldur ikki neyðugt við fleiri egnarum, tí hann er í ferð við tann seinasta stampin í morgun.
Fleiri strandingar liva av útróðri, og á Heygsstøð hava teir góðar umstøður at fremja starv sítt.
Sjálvur stendur Dia inni í einum av skúrunum á havnalagnum og egnir.
- Nú verði eg skjótt liðugur við henda stampin. So er í øllum førum klárt hjá soninum, Sonna at fara avstað aftur, sigur hann.

Hjálpi eitt sindur
Fyrrapartin í gjár var Dia farin undir at egna enn ein stamp. Í roynd og veru er hann nærum liðugur við henda, og sum eisini var hansara seinasti at egna hesa løtuna.
Tað er kortini ikki Dia sum ger brúk av hesum egndu stampunum, men sonur hansara.
- Ja, tað er sonurin, Sonni sum rør út. Eg hjálpi honum bara eitt sindur við at egna, sigur Dia.
Hann kennir nakað til tað at vera útróðrarmaður, men hevur siglt fyri tað mesta.
Eina løtu sum hesa er gott at fara oman í egningarskúrin at veita soninum eina tænastu.

10 stampar
Báturin, sum sonurin Sonni eigur og sum altso var farin til útróðrar í gjár, er ein 30 fót langur bátur úr glasfipuri.
Hetta var samstundis fyrsti túrurin hjá Sonna á útróðri í ár við báti sínum "Marianna", sum hevur fingið navn eftir dóttur hansara.
- Hann fór avstað í morgun við 10 stampum út á Larvasagrynnu.
- Nú var veðrið eisini til vildar, sigur Dia.
Samstundis kann staðfestast, at streymurin var góður í gjár, og verður tað somuleiðis í nakrar dagar aftrat.

Fyrsti túrurin
Árið byrjaði annars gott til veður, hóast streymurin var nakað harður at byrja við.
At Sonni ikki er farin til útróðrar fyrrenn í gjár kemur av, at báturin í roynd og veru hevur verið á sleipistøð.
Tað vóru "flapsirnir" í stevninum sum vóru farnir og sum síðani eru vorðnir umvældir á Andersens Beding, sum eisini liggur her á Heygsstøð.
Nú var hetta fingið í rættlag, og í góðveðrinum í gjár var so eitt gylt høvi at leggja frá landi aftur.

Góður fiskiskapur
Hóast Sonni hevur mist fleiri góðar dagar, so kann hann kortini fegnast um at fáa dagsins túr.
- Eg skilji á lagnum, at bátarnir hava góðan fiskiskap fyri tíðina. So nú ræður um at fara skjótt avstað aftur, sigur Dia.
Hann roknar kortini ikki við, at Sonni legði frá landi aftur um kvøldið. Boðað varð nevniliga frá meiri vindi aftur.
- Nú verði eg skjótt liðugur við henda stampin. So mugu vit bara bíða eftir líkindum aftur, sigur Dia.

Góðar umstøður hjá bátunum
Heygsstøð: Sjóvar kommuna hevur tey seinnu árini arbeitt við at betra um umstøðurnar hjá útróðrarbmonnum á Strondum.
Í hesum sambandi hevur ein bæði dýpt inni í hylinum, eins og ein hevur longt hylin við 25 metrum og hevur haraftrat umskipað sjálva atløguna.
Hetta arbeiðið hevur kortini ikki havt við sær, at fleiri bátar enn teir 40 kunnu liggja við Heygsstøð. Ein hevur heldur miðað eftir, at teir verandi smábatarnir skuldu fáa betri pláss.
Higartil hava teir ikki kunnað snarað bátunum runt inni í hylinum, men henda møguleikan hava teir nú. Hylurin sjálvur er eisini dýpdur niður á tveir metrar.
Umframt hetta hevur kommunan fyri nøkrum árum síðani gjørt nakrar egningarskúrar á sama øki. So her eru so líðandi vorðnar góðar umstøður hjá teimum strandingunum, sum liva av útróðri.
- Jú, kommunan er komin væl frá hesum arbeiðinum. Vit hava oytt gott kommunali, sigur Dia brosandi.