Brot úr samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum í dag. Les eisini stórt tema um sálarliga tilbúgving í Føroyum, les samrøðu við føroyska sendiharran í Danmark um uttanríkispolitiskar vónir og væntanir fyri 2017. Les um politikk, mataruppskriftir, ítrótt og mangt, mangt annað. Blaðið verður at fáa í handlunum í Havn í dag og kring landið í morgin.
- Um eg tosi ella flenni, fái eg ilt. Tað følist sum tenninar detta úr og høvdið sprongist. Pínan byrjar í høvdinum og fer gjøgnum alt likamið. Men tað ringasta er, at man følir, at fólk ikki taka ein í álvara. Eg vil bara fáa hjálp til at blíva frísk, sigur Marika Skipanes, ið følir seg slepta á fjall eftir eitt ferðsluóhapp fyri trimum árum síðan.
Tað var eitt ljóst summarkvøld í 2013, tá Kaj og Marika Skipanes við familjuni settust í bilin á Eiði við kós móti Havnini. Ørindi á bygd hetta kvøldi var ein rundur føðingardagur hjá systkinabarninum hjá Kaj Skipanes, men nú var klokkan vorðin so nógv, at tað best var at sleppa sær heim, so at børnini ikki komu alt ov seint í song.
- Vit høvdu lænt ein smábuss, so vit vóru sjey fólk í bilinum. Vit bæði, elsta dóttir okkara og systkinabarnið hjá Mariku við konu sínari og tveimum børnum, ið vóru komin úr Fraklandi á vitjan, greiðir Kaj Skipanes frá.
Tá tey komu suður móti brúnna um Streymin kom mjørki á tey, og so hvørt sum bilurin við teimum báðum familjunum nærkaðist Havnini, gjørdist myrkari og myrkari. Komin út úr tunlinum í Kaldbaksbotni gav ljósið loksins eftir fyri mjørkanum, og tað gjørdist greytartjúkt í mjørka.