Dysturin á Svangaskarði er bara nakrar minuttir gamal, tá sosialurin hittir B68 liðskiparan. Hann sendur einsamallur á fremstu rekkju og hyggur. Hann hevur leikbann og kann tí ikki hjálpa liðfeløgunum, sum úti á vøllinum stríðast fyri lívinum í bestu deildini.
Jann Ingi er bersøgin og ikki bangin fyri at seta orð á tey tingini hann vil greiða frá. Hann var sum ungur mettur sum ein av okkara stóru stjørnum. Hann kom á landsliðið og royndi seg eisini uttanfyri landoddarnar.
Veruleikin í dag er eitt sindur øðrvísi enn dreymarnir vóru tá. Hann er komin heim aftur at spæla og hevur enntá verið tvær ferðir í 1.deild við barndómsfelagnum. Hann hevur mist landsliðsplássið og tykist ikki standa fremstur í huganum hjá landsliðsvenjaranum. Menn sum Pætur Dam Jacobsen, Atli Danielsen, Christian Mouritsen og Høgni Madsen standa helst frammanfyri á listanum.
Men Jann Ingi hevur ikki uppgivið landsliðsdreymin. Hann ásannar tó, at hann ikki kann spæla eitt ár afturat í næstbestu deildini.
- Málið er at koma aftur á landsliðið og spæla í bestu deildini komandi ár, sigur Jann Ingi, meðan hann neyvt fylgir við hvat hendir á vøllinum.
Tað er ikki tað fyrsta hann sigur. Hann hevur tosað eitt sindur rundan um og vil illa traðka nakran á tærnar, sjálvt um hann ikki er bangin fyri at seta orð á sínar tankar.
Kom heim til 1.deildar fótbólt
Leikliga er EB/Streymur omaná í fyrra hálvleiki. Toftamenn standa langt afturi á vøllinum og bíða eftir møguleikanum fyri at fara skjótálop. Oddur Højgaard og Ndende eru í miðverjuni, meðan liðskiparin, Jóhan Dávur Højgaard, er fluttur fram á verjukenda miðvøllin.
EB/Streymur er í vanligum skapi. Levi Hanssen, og Hans Pauli Samuelsen á hvør sínum vongi, meðan Arnbjørn Hansen er fremsti maður. Í løtum leitar Hans Pauli inn mitt fyri, meðan Sorin Anghel tekur yvir í vinstru. Vóru sundalagsmenn neyvir, so komu teir á odda í fyrra hálvleiki.
- Hygga nú, sigur Jann Ingi skeptiskur, tá Hans Pauli er um at gerast leysur í brotsteiginum. Tað er ein stórur lætti fyri toftamannin, tá innleggið hjá Hans Pauli verður ruddað burtur.
Jann Ingi kom aftur til føroyskan fótbólt í 2005, eftir at hava roynt seg í donskum fótbólti.
- Tá eg kom heim aftur úr Danmark vóru B68 akkurát fluttir niður í 1.deild. Tá valdi eg B68 sjálvt um eg hevði aðrar møguleikar. Tá misti eg landsliðsplássið í eini trý ár. Vit fóru niður aftur í 2007 og valdi eisini at blíva verandi, so eg haldi at eg havi givið nógv fyri felagið. Hendir tað aftur, so verður ótrúliga ringt hjá mær at verða verandi. Eg vil gjarna brúka tey seinastu árini upp á at verða á landsliðnum og kunna fáa nakrar upplivingar afturat, sigur Jann Ingi.
Tað er blivið til 22 landsdystir fyri 28-ára gamla miðvallarin. Fyrsti dysturin kom í 2003 og seinast Jann Ingi var í landsliðstroyggjuni var í 2010.
- Spælistílurin riggar ikki til okkum
Tað eru fleiri meiningar um hvat er gingið gali á Toftum í ár. Jann Ingi vil heldur ikki geva einstøkum persónum skyldina, men metir at nýggi spælistílurin í ár og broytta manningin er ein orsøk til ringu gongdina.
- Tað er ilt at bara peika á eina orsøk, men broytti spælistílurin hevur viðvirkað til at tað hevur gingið so illa. Kanska gjørdu vit ov nógvar broytingar í mun til tað sum riggaði framman undan. Tað er ikki tí at leikararnir, sum eru komnir til ikki eru góðir, men onkursvegna hevur tað bara ikki riggað, sigur Jann Ingi.
- Vit hava spælt upp á ein annan máta enn tað, sum B68 altið hava verið góðir til. Tey seinnu árini hava vit spælt upp á at standa væl og so spæla upp á kontra. Í ár hava vit skula stýrt dystinum og tað hava vit ikki megnað. Tað hava vit roynt fyrr eisini og tað hevur ikki riggað, sigur Jann Ingi.
Fleiri hava sagt, at samansetingin av teimum lokalu og NSÍ leikarunum hevur ikki riggað. Jann Ingi hevur eitt sindur ilt við at svara upp á akkurát tann spurningin.
- Eg veit ikki um tað kann hava nakað við tað at gera. Kanska onkrir av teimum, sum vóru her áðrenn kenna seg eitt sindur útihýstar, tá ein venjari kemur við fleiri leikarum og gevur teimum høvðusleiklutin á liðnum. Tað skal sjálvandi ikki verða soleiðis, men fleiri av teimum hava kanska spælt fast í fjør, men sita nú uttanfyri, sigur Jann Ingi eitt sindur ivasamur á málinum.
- Skalt tú klára teg í oddinum, so skalt tú eisini hava ein breiðan hóp og so má onkur sita uttanfyrin. Eitt annað er eisini at vit hava havt nógvar skaðar. Vit eru ongantíð komnir í eina rútmu tí tað er altíð onkur sum er skaddur. Talan er eisini um týðandi leikara sum Ahmed Keita, Ibrahim Camara og Emmanuel Ukpai, sigur Jann Ingi.
Jann Ingi metir eisini, at tíðin helst er komin til at satsta upp á tað sum Tofir hevur at bjóða og so ikki stremba hægri enn hvat tað røkkur til. Toftir er hóast alt minsta bygdin, ið hevur lið í bestu deildini.
- Kanska skulu vit heldur stremba eftir einum fimta plássi við okkara egna fólki eins og NSÍ og KÍ hava gjørt. Meiri tú satsar og meiri fólk tú tekur aðrastaðni frá meir vónbrotin verða viðhaldsfólkini, tá tað ikki gongur væl. Hygg eitt nú eftir NSÍ. Um teir tapa ein dyst, so eru fólk ikki so ónøgd, ti tað eru teirra egnu leikarar og tí góðtaka tey kanska meiri, vísur Jann Ingi á.
- Vistu tað kundi ganga gali
Undan kappingarárinum var nógv væntað av B68. Tað var heldur ikki uttan orsøk, tí fleiri stór nøvn komu til Toftir. Leikarar sum Christian Høgni Jacobsen, Einar T. Hansen og Emmanuel Ukpai komu til.
- Tað hevur verið eitt stórt trýst á okkum frá næstan øllum. Vit hava roynt at minkað um tað, men vit vistu at tað kundi fara at ganga gott, men av tí at tað eru so nógvir nýggir leikarar, so vistu vit eisini at tað kundi ganga illa, greiður Jann Ingi frá.
Ringa gongdin hevur næstan verið afturgangandi alt kappingarárið.
- Tað hevur verið líka frá byrjanini, at tað ikki hevur riggað. Vit byrjðu ikki so væl, men so vendi gongdin inntil vit spæla móti KÍ her. Vit føra 2-0 og teir vinna í evstu løtu. Síðani tá hevur tað ikki riggað hjá okkum, sigur liðskiparin.
Tað hava verið nakrir ávísir dystir, ið hava givið greiðar ábendingar um, at tað ikki fór at ganga so væl í ár.
- Tað hava verið nakrir dystir sum eitt nú undan summarsteðginum, tá vit spældu móti TB her. Vit vóru á odda 1-0, men teir skora til 1-1 beint fyri dystar enda. Vit skulu hava trý stig í einum slíkum dysti. Tað er í einum slíkum dysti, at tú merkir at tað riggar bara ikki, sigur Jann Ingi og leggur afturat;
- Vit hava roynt at hildið hýrinum uppi og stemningurin hevur verið á góðari leið, men tað sæst ikki aftur til venjing. Ringa gongdin ávirkar mental og tað merkist. Eg gleði meg altíð til venjing og dystir, men tað er ringt, sigur Jann Ingi at enda.
Pætur Dam er munurin
Seinni hálvleikur er bara tveir minuttir gamal, tá avgerandi løtan í dystinum kemur. Eftir hornaspark endar bólturin úti hjá Gert Hansen. Høgri bakkurin sendur bóltin innfyri til ein púra leysan Pætur Dam Jacobsen, sum bara fimm metra frá málinum kann stúta bóltin í málið.
- Eg kom at standa púra leysur, sigur Pætur Dam Jacobsen, sum ikki er tann, ið skjýtur tey nógvu málini.
- Tað er bara gott fyri eitt lið, tá fleiri leikarar skora. Arnbjørn Hansen hevði onkrar góðar møguleikar í dag, men málmaðurin hjá teimum gera fleiri stórbjargingar, sigur stríðsmaðurin víðari og vísur á at B68 kundi havt trýst teir meiri um teir ikki løgdu seg so langt aftur í fyrra hálvleiki.
Sigurin merkir, at EB/Streymur nú er í somu støðu sum teir vóru í í 2006. Ein heimdyst frá at gerast meistari. Fyri B68 merkir tað, at toftamenn nú skulu vinna 4-0 á TB við Stórá í seinasta umfarinum fyri at bjarga sær lívinum í bestu deildini.