sinni hugsaði um at fáa sett leikin um Edith Piaf upp í Sjónleikarahúsinum. Eftir at hava lisið leikritið, hildu hon og onnur í Havnar Sjónleikarafelag kortini ikki, at tey vóru búgvin at taka uppgávuna [...] tilvitað avgerð at lýsa, hvat tað veruliga kostar at vera skapandi, og hvat listafólk handan tjaldið hava at dragast við. Hóast mikla persónliga kvøl, megnaði Piaf sum fá onnur altíð at møta áskoðararnum [...] dreyminum. Nú tá ið sjónleikarfelagið veruliga er farið í gongd við at seta ambitiónir upp sum drívmegi, hildu vit, at løtan var komin at smíða, skapa og syngja okkum inn í hjarta á tí, sum er gevandi sjónleikur
plagar tað so at taka eina viku, til sjálvur dómurin verður sagdur, og báðir partar fáa so tríggjar vikur til at umhugsa dómin. Sambært Dagens Nyheter er tað longu nú greitt, at taparin fer at skjóta dómin [...] fyri at hava myrt Onnu Lindh í einum handilshúsum í Stockholm tann 10. september. Hon doyði á sjúkrahúsinum morgunin eftir. Krister Petersson, ákæri, sigur við Dagens Nyheter, at ætlanin er at avgreiða [...] skjótt. Hann roknar við, at ákæruritið verður orðað liðugt miðskeiðis í januar, og tann 20. kemur málið so fyri í rættinum. At ákæruvaldið hevur skund nú kemst ikki bara av, at svenskir fjølmiðlar vilja
Sosialurin hevur tosað við siga, at tað sum so eingin trupulleiki er at gera eina serskilda deild at taka sær av innkrevjingini frá oljuvinnuni, og at tað eisini ber til at leggja hana aðrastaðni enn í Havn [...] Havnini. Men greitt er, at verður olja funnin, so verður talan um eina stóra fyrisiting, tí øll sum fara at arbeiða í føroyskum sjóøki skulu rinda 35% í skatti í Føroyum. Ábyrgdina fyri, at øll skattaviðurskiftini [...] rótasúpan, at deildin hjá Tolli og Skatti, sum skal krevja inn skattin úr oljuvinnuni, ikki skal liggja í Havn, men í Klaksvík. Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, segði við Sosialin í gjár, at eingin avgerð
har eg fari at nýta stóra orku upp á at greiða dønum frá føroyska fólkaynskinum um broytingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Eg eri vís í, at tað ber til at samstarva og at finna loysnir [...] Tað er eyðsæð, at tað besta er, at bæði kynini eru umboðað eins væl, har vit velja umboð. Vit mugu tíverri staðfesta, at føroyingar velja ov fáar kvinnur á ting og í kommunustýri - og at vit ongantíð hava [...] hava valt eina kvinnu á Fólkating. Men í hesum sambandi er vert at hava í huga, at Javnaðarflokkurin átti fyrsta kvinnuliga løgmann, og at nummar 1, 3 og 4 á javnaðarlistanum til býráðið í Havn seinast
meta, at kríggið fer at taka upp í tríggjar mánaðir. Heili 20% vænta, at kríggið fer at taka millum fýra og seks mánaðir. 6% vænta at tað tekur upp í eitt ár, og onnur 6% vænta, at tað fer at taka meira [...] eitt ár. Bara 10 prosent vænta, at kríggið, sum nú er á 13. degi, fer at taka minni enn ein mánað. Tá eru amerikanarar meiri bjartskygdir. Heili 27% væntaðu, at kríggið fór at vera liðugt, áðrenn tann fyrsti [...] var farin. 34% væntaðu, at tað fóru at taka millum ein og tríggjar mánaðir, tá teir vórðu spurdir fyri viku síðani. Men síðan tá, er longu nógv hent, sum kann hava fingið teir at broytt støðu, og tí kunnu
klossutur og avdúkandi framferðarháttur, at vit vænta, at sjálvt ikki Karsten Hansen fer at nokta fyri, at endamál hansara er at forða feløgum okkara í frítt at samráðast um egnu sátt-málaviðurskifti okkara [...] greitt í 4-6 vikur, og at leiðslan í SEV tvær ferðir hevur útgoldið løn eftir nýggja sáttmálanum. Tey siga eisini, at tað ikki er komið fyri síðstu 15-20 árini, at ein landsstýrismaður hevur vrakað eitt [...] framferðina hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni. Tey siga, at hann miðvíst og beinleiðis hevur lagt seg út í sáttmálasamráðingarnar. Orsøkin er, at Karsten Hansen um somu tíð, sum seming verður roynd, hevur
tíðindini um, at stjórnin í Pyongyang hevði gjørt av at taka Norðurkorea burtur úr sáttmálanum ímóti at breiða út kjarnorkuvápn. Men samstundis varð dentur lagdur á, at avgerðin merkir ikki, at Norðurkorea [...] a fer at fáa sær kjarnorkuvápn. KCNA vildi eisini vera við, at amerikanska stjórnin hevur sett sær sama mál í Norðurkorea sum í Irak, og tað er, at tað kommunistiska stýrið skal frá. Stutt eftir fráboðanina [...] forsætisráðharrin, Junichiro Koizumi, at Norðurkorea skal broyta avgerð sína alt fyri eitt. Hetta er eitt sera álvarssamt mál, segði Koizumi, sum legði afturat, at hann fór at tosa við russiska forsetan, Vladimir
Føroyar at arbeiða. Spurdur um hvat hann ætlar sær at læra til, sigur Torkil, at sum nú er kundi hann hugsað sær at lært til maskinverkfrøðing, men hann er ungur enn, so tað kemur tíðin at vísa. [...] Tað er heldur óvanligt, at tey ungu velja at vera í starvsvenjing uttanfyri sítt egna land. Torkil H. Sørensen, sum gongur í 8 flokki í Kirkebjerg Skole í Vanløse, ynskti at koma í starvsvenjing í Føroyum [...] Føroyum. Torkil, ið er hálvur føroyingur, setti fram ynski um at sleppa at arbeiða á einari føroyskari fyritøku. Av tí at mammubeiggi hansara, Anthonius Dalsgaard, er verkførari á bilverkstaðnum hjá P/F Wenzel
Verkfrøðingafelagnum, váttar, at ov fáir verkfrøðingar eru í Føroyum. - Tað vísir seg at vera ógvuliga trupult at fáa sett verkfrøðingar, sigur Suni Joensen. ? Hví so er, er ilt at siga. Tað er helst nógv forhold [...] Føroya, dugir Suni Joensen ikki at meta um. ? Eitt, sum eisini spælir inn er, at tað er so nógv arbeiði í gongd runt í Føroyum, og tað ger, so at verkfrøðingar eisini velja at fara út á tann privata arbei [...] forhold, sum gera, at tað verður soleiðis. Til dømis, so halda fleiri av nýútbúnu verkfrøðingunum áfram at arbeiða uttanlands í nøkur ár, ístaðin fyri at koma aftur til Føroya. Men tó so. Nógvir føroyingar
koma heim at vitja. Alt hetta ger, at sera nógv fólk leita sær í býin at dansa og hugna sær hesi kvøldini. Av tí at trupult kann verða at sleppa inn í tey føstu dansistøðini og nærum ógjørligt at fáa pláss [...] pláss at dansa, fer dansifelagið »Kom og dansa« at skipa fyri einum jóladansi í Badmintonhøllini í Havn, har fólk fáa høvi at dansa og hugna sær ? uttan at standa sum sild í tunnu. Tiltakið verður komandi [...] Juliannuboys, sum fara at spæla til dansin. Batmintonhøllin er stór og rúmlig, og har gott pláss er at dansa. Borð og stólar verða sett upp, og høllin verður pyntað. Eisini verður møguleiki at keypa okkurt leskandi