DANSUR
Tíðindaskriv
Nú jólini nærkast, er eisini lívligt í vikuskiftinum. Nógv jólaborðhald eru; nógvir útisetar koma heim at vitja. Alt hetta ger, at sera nógv fólk leita sær í býin at dansa og hugna sær hesi kvøldini.
Av tí at trupult kann verða at sleppa inn í tey føstu dansistøðini og nærum ógjørligt at fáa pláss at dansa, fer dansifelagið »Kom og dansa« at skipa fyri einum jóladansi í Badmintonhøllini í Havn, har fólk fáa høvi at dansa og hugna sær ? uttan at standa sum sild í tunnu.
Tiltakið verður komandi leygardag 15. december, og vera tað teir vælumtóktu Juliannuboys, sum fara at spæla til dansin.
Batmintonhøllin er stór og rúmlig, og har gott pláss er at dansa.
Borð og stólar verða sett upp, og høllin verður pyntað. Eisini verður møguleiki at keypa okkurt leskandi, eins og okkurt verður at fáa til matna.
Juliannuboys hava spælt til dans í mong ár, og spæla teir sera góðan og flølbroyttan dansitónleik.
Tiltakið var eisini í fjør, og var tað sera væleydnað. Fyrireikarnir vóna, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak til gleði fyri bæði ung og eldri. Aldursmarkið er 20 ár.