Gamal dreymur

Tað eru eini 16 ár síðani Gulla Øregaard á fyrsta sinni hugsaði um at fáa sett leikin um Edith Piaf upp í Sjónleikarahúsinum. Eftir at hava lisið leikritið, hildu hon og onnur í Havnar Sjónleikarafelag kortini ikki, at tey vóru búgvin at taka uppgávuna á seg.
Men Gulla slepti ongantíð dreyminum.
 Nú tá ið sjónleikarfelagið veruliga er farið í gongd við at seta ambitiónir upp sum drívmegi, hildu vit, at løtan var komin at smíða, skapa og syngja okkum inn í hjarta á tí, sum er gevandi sjónleikur, sigur Gulla.
Piaf verður sostatt fyrsta stórverkið, sum verður framført í nýskipaða og umvælda Sjón­leikarahúsinum, sum fólkini í húsinum stremba eftir at gera til eitt meir sjónligt mentanarligt vakstrarhús í býnum.
Tað er ikki av tilvild at tey hava valt at byrja hetta nýggja skeiðið hjá Sjónleikarahúsinum við leikinum um Edith Piaf
 Tað var ein tilvitað avgerð at lýsa, hvat tað veruliga kostar at vera skapandi, og hvat listafólk handan tjaldið hava at dragast við. Hóast mikla persónliga kvøl, megnaði Piaf sum fá onnur altíð at møta áskoðararnum glógvandi og rein. Slíkt er sjáldsamt og kann ikki annað enn at geva okkum øllum sterkan íblástur, sigur Gulla.