Tað var tann almenna norðurkoreanska tíðindastovan KCNA, sum kunngjørdi tíðindini um, at stjórnin í Pyongyang hevði gjørt av at taka Norðurkorea burtur úr sáttmálanum ímóti at breiða út kjarnorkuvápn. Men samstundis varð dentur lagdur á, at avgerðin merkir ikki, at Norðurkorea fer at fáa sær kjarnorkuvápn.
KCNA vildi eisini vera við, at amerikanska stjórnin hevur sett sær sama mál í Norðurkorea sum í Irak, og tað er, at tað kommunistiska stýrið skal frá.
Stutt eftir fráboðanina segði ein talsmaður fyri norðurkoreansku sendistovuna í Kina, at stjórn hansara er sinnað at endurskoða avgerðina, um USA tekur uppaftur oljuflutningin til landið.
Í Suðurkorea og Japan er myndugleikarnir á gosi eftir norðurkoreansku avgerðina. Suðurkoreanska stjórnin helt kreppufund í gjár, og japanski forsætisráðharrin, Junichiro Koizumi, at Norðurkorea skal broyta avgerð sína alt fyri eitt.
Hetta er eitt sera álvarssamt mál, segði Koizumi, sum legði afturat, at hann fór at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin, um málið. Teir báðir hittust í gjár.
Umframt Japan og Suðurkorea hava Russland, Avstralia og Frakland boðað frá, at tey fara undir diplomatiskar royndir fyri at fáa enda á ósemjuni millum Norðurkorea og USA.