Tey fimm arbeiðarafeløgini hava sent teimum fýra samgonguflokkunum bræv, har tey harðliga átala framferðina hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni. Tey siga, at hann miðvíst og beinleiðis hevur lagt seg út í sáttmálasamráðingarnar.
Orsøkin er, at Karsten Hansen um somu tíð, sum seming verður roynd, hevur sent leiðsluni fyri SEV bræv, har hann ger greitt, at hann ikki góðtekur sáttmálan við Maskinmeistarafelagið. Tað úrslitið, 11 prosent yvir tvey ár, er minstakravið hjá fakfeløgunum.
Fakfeløgini vísa á, at úrslitið hevur verið greitt í 4-6 vikur, og at leiðslan í SEV tvær ferðir hevur útgoldið løn eftir nýggja sáttmálanum. Tey siga eisini, at tað ikki er komið fyri síðstu 15-20 árini, at ein landsstýrismaður hevur vrakað eitt sáttmálaúrslit hjá SEV.
? Hetta er ein so klossutur og avdúkandi framferðarháttur, at vit vænta, at sjálvt ikki Karsten Hansen fer at nokta fyri, at endamál hansara er at forða feløgum okkara í frítt at samráðast um egnu sátt-málaviðurskifti okkara, siga fakfeløgini.
Tey vilja hava at vita frá flokkunum í samgongu, um teir stuðla landsstýrismanninum hjá Tjóðveldisflokkinum. Tey kravdu svar beinanvegin. Svarið skal brúkast til at vísa limunum í arbeiðarafeløgunum, hvat Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin halda.










