Ov fáir verkfrøðingar í Føroyum

Í løtuni lýsir Landsverkfrøðingurin eftir tveimum verkfrøðingum. Annar er til havnadeildina hjá stovninum, meðan hin er til planlegging- og prosjekteringsdeildina. Tað vísir seg tó at vera ógvuliga trupult at fáa verkfrøðingar til slíkt arbeiði í Føroyum, tí ov fáir verkfrøðingar eru til taks


 

Verkfrøðingar


Suni Joensen, formaður í Verkfrøðingafelagnum, váttar, at ov fáir verkfrøðingar eru í Føroyum.

- Tað vísir seg at vera ógvuliga trupult at fáa sett verkfrøðingar, sigur Suni Joensen.

? Hví so er, er ilt at siga. Tað er helst nógv forhold, sum gera, at tað verður soleiðis. Til dømis, so halda fleiri av nýútbúnu verkfrøðingunum áfram at arbeiða uttanlands í nøkur ár, ístaðin fyri at koma aftur til Føroya.

Men tó so. Nógvir føroyingar eru niðri í Danmark og lesa til verkfrøðing, og fleiri fara eisini niður hvørt ár. Eisini vera fleiri verkfrøðingar útbúnir hvørt árið, men hvar teir verða av ella um teir koma aftur til Føroya, dugir Suni Joensen ikki at meta um.

? Eitt, sum eisini spælir inn er, at tað er so nógv arbeiði í gongd runt í Føroyum, og tað ger, so at verkfrøðingar eisini velja at fara út á tann privata arbeiðsmarknaðin. Hetta ger so, at tað manglar aðrastaðni.

Um ongin søkir verkfrøðingaarbeiðini, so er tað ongin annar, ið beinleiðis kann taka yvir, tí arbeiðið krevur útbúgving. Spurdur um tilgongdin av verkfrøðingum fer at vaksa komandi árini, sigur Suni Joensen, at dugir hann ikki at siga nakað um.