Eg bjóði meg fram sum kvinnuligt valevni til fólkatingssessin, har eg fari at nýta stóra orku upp á at greiða dønum frá føroyska fólkaynskinum um broytingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.
Eg eri vís í, at tað ber til at samstarva og at finna loysnir. Sjálv havi eg samstarvað við fleiri av donsku kvinnupolitikarunum, og er hetta ein stórur fyrimunur.
Tað er eyðsæð, at tað besta er, at bæði kynini eru umboðað eins væl, har vit velja umboð. Vit mugu tíverri staðfesta, at føroyingar velja ov fáar kvinnur á ting og í kommunustýri - og at vit ongantíð hava valt eina kvinnu á Fólkating. Men í hesum sambandi er vert at hava í huga, at Javnaðarflokkurin átti fyrsta kvinnuliga løgmann, og at nummar 1, 3 og 4 á javnaðarlistanum til býráðið í Havn seinast vóru kvinnur. Til løgtingsvalið í 1998 vóru kvinnur nummar 2 og 3 á javnaðarlistanum. Hetta ber boð um bata.
Eg haldi, at tað er umráðandi, at henda gongdin heldur fram. Tí fari eg at heita á teg:
- Far á val. Vel ein sterkan Javnaðarflokk á Fólkating. Vel samstarv og loysnir. Vel eina javnaðarkvinnu!










