Herdeildirnar hjá USA og teimum sameindu hava møtt óvæntaðari mótstøðu á sínari ferð ímóti høvuðsstaðnum Bagdad.
Ætlanin var upprunaliga, at alt skuldi setast inn, so Saddam Hussain og hansara harkalið varð sett frá valdinum eftir nøkrum fáum døgum. Men tað dregur út, og roknað verður ikki longur við einum snarkríggi.
Tað vænta føroyingar heldur ikki, vísir ein spurnakanning, sum Gallup Føroyar gjørdi um vikuskiftið. 54% av teimum spurdu føroyingunum meta, at kríggið fer at taka upp í tríggjar mánaðir. Heili 20% vænta, at kríggið fer at taka millum fýra og seks mánaðir. 6% vænta at tað tekur upp í eitt ár, og onnur 6% vænta, at tað fer at taka meira enn eitt ár.
Bara 10 prosent vænta, at kríggið, sum nú er á 13. degi, fer at taka minni enn ein mánað.
Tá eru amerikanarar meiri bjartskygdir. Heili 27% væntaðu, at kríggið fór at vera liðugt, áðrenn tann fyrsti mánaðin var farin. 34% væntaðu, at tað fóru at taka millum ein og tríggjar mánaðir, tá teir vórðu spurdir fyri viku síðani. Men síðan tá, er longu nógv hent, sum kann hava fingið teir at broytt støðu, og tí kunnu tølini illa samanberast.