r á privata arbeiðsmarknaðinum út og feløgini eru farin at fyrireika seg til sáttmálasamráðingarnar, sum av somu orsøk standa fyri durum. Í blaðnum í gjár sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arb [...] at teirra krav eftir øllum at døma verður ein lønarhækkan upp á 10 prosent. Hon vísir á, at støðið fyri hesum kravi er lagt við sáttmálanum, sum varð gjørdur millum Føroya Tele og Starvsmannafelagið herfyri [...] viðmerking. ? Tað er ongastaðni í vesturheiminum givin ein so stór lønarhækkan, og tað kemur neyvan fyri her heldur, sigur hann. Men Ingeborg vísir á at tað er sáttmálin sum var gjørdur við Føroya Tele,
hornasparki, men tíverri fyri føroyingar rakk hann ikki bóltin, sum endaði í beinunum á Peturi Marsteinsson, ið skumpaði bóltin í tað tóma málið og harvið skoraði sítt fyrsta mál fyri landsliðið. Hetta hendi [...] hendi stutt eftir, at Rógvi Jacobsen hevði javnað fyri Føroyar. At íslendingar skuldu leggja seg á odda aftur so skjótt, var sum at fáa vátan vøtt frammaná, og tað ávirkaði eisini moralin á føroyska liðnum [...] staðfesta, at tað er sama søgan, sum endurtekur seg ov ofta. Leygardagin skal Jákup Mikkelsen undir enn eina stóra uppgávu. Tá skal hann verja málið fyri Partick Thistle, tá skotska stórfelagið Celtic kemur
brúktir í oljuvinnuni. -Stóra luttøkan og áhugin fyri hesi messuni og ráðstevnuni siga mær so mikið, at fólk hava sera stóran áhuga fyri olju og ikki minst fyri umhvørvinum í sambandi við eina oljuvinnu. Eyðun [...] til havs. Heimafturkomin kennir landsstýrismaðurin seg hava fingið eina nógv størri barlast, tá talan er um kunnleika til oljuvinnuna sum heild. -Fyri tann, sum ikki hevur verið á eini oljuframsýning og [...] undirstrika, at vit harfyri ikki venda øðrum bakið. Vit eru opnir fyri samarbeiði til allar síður, ja bæði við Bretland og Danmark fyri at taka tveir av okkara mest náttúrligu samstarvspartnarum umframr
sera greiðar og samdar. Framsøgumaður fyri sambandsflokkin var Bjørn á Heygum helt uppskotið verða sera væl gjøgnumarbeitt og helt fyri, at teir, ið hava staðið fyri hesum arbeiði, hava greitt tað sera væl [...] løgting, sum samtykkir hesa lóggávuna. Alt yvir føroyskan keikant Framsøgumaður fyri fólkaflokkin var Jørgen Niclassen. Hann helt fyri, at henda avgerðin fór helst at vera ein hin størsta, sum løgtingið nakrantíð [...] vinnu, soleiðis at vit eitt nú ikki koppa fyri tí minsta brotasjógvunum, tá oljuinntøkurnar verða burtur. Henrik Old takkaði annars formansskapinum í tinginum fyri, at tað bar til hjá Vinnunevndini at fara
eisini at hyggja at møguleikanum fyri at bjóða føroyingum bíligar pakkaferðir til onnur lond. Hvørja viðmerking hevur Maersk-stjórin til teir føroyingar, sum bera ótta fyri, at frí prískapping skal taka [...] týdning í hesum máli, so kann man væl eisini siga, at Atlantsflog hevur føroyska landskassan aftan fyri seg. Ole Dietz leggur aftrat, at teir hava ongar visiónir um, at hetta skal vera tann stóri, sum kvalir [...] nar. Tað ger, at feløgini nú frítt kunnu disponera, og tað heldur hann vera sera positivt, eisini fyri Atlantic. Stjórin í Maersk Air vísir á, at skipanin higartil hevur verið stýrd. Nú eru so tikin stig
skulu ganga skjótt fyri seg og fanga beinanvegin uttan ov nógv hóvasták, men tað síðsta krevur nógva tíð og orku. Tá snýr tað seg um at rigga sangin til og fáa alt upp á pláss. Ivar metir seg hava nýtt einar [...] hvussu hann livir seg inn í sangin, sigur Ivar Lind Greiner, sum heldur, at styrkin hjá "Sig det´ løgn" eru lívsgleðin í sanginum og tað, at er lagið upptempo, sum hann málber seg. Og tað er góð kensla [...] einum tílíkum Grand Prix veterani umsíðir at vinna. - Hetta er tað størsta. Hetta hevur alt at siga fyri meg, sigur Ivar Lind Greiner. Vónirnar til kappingarnar í Turkalandi eru bara góðar. Har skal sangurin
hann eisini spælt til í summar, tá ið hann flutti til Sælands at spæla fyri Lyngby. Yrkisfótbólturin í Lyngby fór fyri bakka fyri einum ári síðani, og tí eru eingir sáttmálaspælarar í felagnum. Christian [...] deildarfelagið Lyngby, har nú er toppskjútti. Hann er ein maður, sum dugir at gera mál, men hann sigur seg vera fullkomnan tiknan á bóli av úttøkuni til føroyska landsliðið. ? Eg havi hitt Henrik Larsen í Lyngby [...] hann tíðliga í dystinum legði Lyngby fram um 1-0. Hetta var triðja málið hjá honum í trimum dystum fyri Lyngby, og sambært heimasíðuni hjá felagnum, so var nýggi føroyski landsliðsspælarin aftur hesaferð
nógv og hart, og teir kenna seg at vera rættuliga væl fyri. Tó helt Martin, at tað merktist væl í beinunum leygarkvøldið,at teir høvdu spælt ein strævnan dyst kvøldið fyri, og tískil vóru teir eitt sindur [...] Martin segði eftir dystin, at tað tóktist, sum um eingin tordi at taka ábyrgd í álopinum og royna seg við skoti upp á mál. At málverjin hjá finnum stóð nógv betur í seinna dystinum, hevði eisini, sambært [...] dystinum. Sum vera man var Martin, eins og hinir leikararnir hjá VÍF, harmur um, at teir ikki høvdu spælt seg víðari, tí tað hevði ført við sær, at VÍF hevði farið ein túr suður í sólina á Madeira og leikt ímóti
tann harða løgmanstíðin, sum Maria hevði. Hon bar stórar byrðar fyri alt Føroya fólk í eini torførari krepputíð. ? Eg tosaði við Maritu fyri stuttari tíð síðani, og tað harmar meg, at hon er farin í góðum [...] Jógvan við Keldu og Marita Petersen saman í Norðurlandaráðnum, og fólkafloksmaðurin fekk stóra virðing fyri javnaðarkvinnuni. ? Eg legði beinanvegin merki til, at hon hevði gott samband við tey fólkini, sum [...] umgekk, og hon var altíð væl inni í teimum ymsu málunum, sigur Jógvan við Keldu. ? Longu tá bar hon seg at sum ein statskvinna, og tað undraði meg als ikki, at hon seinni gjørdist Føroya fyrsti kvinnuligi
síðani, tá hon gjørdist løgmaður. Hetta var ein sera trupul tíð, men vit royndu at gera tað, vit kundu, fyri koma víðari, sigur Jógvan Sundstein. ? Í 1994 segði hon Fólkaflokkin upp í landsstýrinum, og hóast [...] og hon lurtaði væl eftir sjónarmiðunum hjá øðrum. ? Hon var løtt at arbeiða saman við, og hon stóð seg væl sum løgmaður, hóast tíðirnar vóru óvanliga trupular, sigur Jógvan Sundstein ? Tað kemur sum ein