Samrøða
Jákup Mikkelsen kom rættuliga í andglettin eftir tað seinna íslendska málið. Hann fór út úr málinum eftir einum hornasparki, men tíverri fyri føroyingar rakk hann ikki bóltin, sum endaði í beinunum á Peturi Marsteinsson, ið skumpaði bóltin í tað tóma málið og harvið skoraði sítt fyrsta mál fyri landsliðið.
Hetta hendi stutt eftir, at Rógvi Jacobsen hevði javnað fyri Føroyar. At íslendingar skuldu leggja seg á odda aftur so skjótt, var sum at fáa vátan vøtt frammaná, og tað ávirkaði eisini moralin á føroyska liðnum.
? Hatta var mítt mál, og tað má eg taka á mín kappa, segði málverjin eftir dystin. Eg var á veg út í feltið eftir einum hornasparki, men eg fekk als ikki hondina á bóltin.
Lítið at gera
Jákup Mikkelsen er sum allir hinir leikararnir sera keddur at hesum tapinum, sum kanska er serliga nívandi fyri Jákup.
? Eg hevði ógvuliga lítið at gera gjøgnum dystin, tí teir skapa í veruleikanum sera fáar vandamiklar støður frammanfyri málinum, og tí er tað sera synd at vit tapa dystin, segði Jákup.
Jákup vísir á, at føroyska liðið legði íslendsku verjuna undir trýst í seinna hálvleiki.
? Um teir ikki fingu hatta seinna málið so skjótt eftir tað útjavnandi málið, so høvdu vit kunnað vunnið dystin, tí vit høvdu teir undir trýsti, segði Jákup Mikkelsen.
Men vit kunnu bert staðfesta, at tað er sama søgan, sum endurtekur seg ov ofta.
Leygardagin skal Jákup Mikkelsen undir enn eina stóra uppgávu. Tá skal hann verja málið fyri Partick Thistle, tá skotska stórfelagið Celtic kemur á vitjan.
? Tað er ein dystur, sum eg gleði meg sera nógv til, og eg eri sera spentur til tann dystin.
Tá skal hann royna at halda monnum sum Henrik Larsson, Christ Sutton og John Hartson frá fatinum. Partick Thistle hevur framvegis sín fyrsta sigur til góðar í nýggja kappingarárinum. Ein javnleikur og eitt tap er tað blivið til í tveimum teimum fyrstu dystunum.