at hann ikki var sloppin upp í part í valstríðnum, tí tað ikki passaði inn í systemið hjá leiðsluni. Gerhard Lognberg segði eisini við útvarpið, at hann ikki var sloppin fram at, tí hann ikki aktaði [...] aktaði leiðsluna. Hann segði, at hann varð hildin uttanfyri. Kristin Michelsen hevur boðað frá, at hann fer fyrst og fremst á ting fyri atbeiða fyri Suðuroynna, og setti sum ófrávíkiliga treyt fyri [...] og hann hevur fingið menn, sum longu hava boðað frá, at teir ikki ætla at arbeiða í takt við flokkin. Og tað er als ikki álitisvekjandi, at tveir av tingmonunum beinleiðis stungu formannin í ryggin
kommuna og Klaksvíkar kommuna sluppu at keypa sær pláss til profilering í nýggjárssendingini. Við in.fo mikudagin segði stýrisformaðurin soleiðis: – Tað stutta av tí langa er, at hetta verður ikki gjørt [...] sum tey skulu brúka tríggjar dagar um at viðgera, áðrenn tað kann sendast. Men hann segði tó við in.fo mikudagin, at kommunur skulu heldur ikki sleppa at keypa seg inn í sendingar við stuðli. Hetta [...] ið helt um, at eitt privat felag var sloppið at gera nýggjárssendingina, sum ikki varð boðin út, so sum hon átti sambært rundskrivi úr Fíggjarmálaráðnum – og at eitt nú Tórshavnar Kommuna
tey um trý ár standa við húgvuni á høvdinum og próvnum í hondini. Vit kunnu sjálvandi seta spurningin, um skúlaverkið skal brúka kreftirnar soleiðis, tá viðurskiftini annars eru so spent, bæði pen [...] haldi tað vera fantastiskt, at hetta ber til. Fyri okkum lærarar og skúlan annars er avbjóðingini fyrst og fremst, at tað skal eydnast hjá teimum øllum. Vit síggja glaðar næmingar, og tað smittar eisini
breiðu semjuni. Fyrst boðaðu smáu flokkarnir frá, at teir ikki vildu vera við, og nú hevur Tjóðveldi sagt tað sama, tó at annað umboðið hjá Tjóðveldinum, tann pragmatiski tingmaðurin Sjúrður Skaale [...] hundrað ár. Eyðsæð er, at Tjóðveldi – um flokkurin vil hava ávirkan í føroyskum politikki – má flyta seg og føra pragmatiskan politikk. Flokkurin hevur seinastu 13 árini verið ein av teimum [...] umboðini hjá Tjóðveldi í stjórnarskipanarnevndini hava so ymsar hugsanir. Spurningurin er so bara, um Sjúður Skaale er við at mála seg inn í ein krók í Tjóðveldinum, eins og Jákup í
ikki standa saman samhaldsføst. Í so máta hevur fakfegssamstarvið fingið eitt skot fyri bógvin. Fyrst fóru sjúkrarøktarfrøðingarnir burtur úr, so fóru tey at tosa um at gera ein politiskan flokk [...] Føroyingar hava so mangan trupulleikar við at standa saman og stuðla hvør øðrum. Tí var hendan royndin við fakfelagssamstarvinum sera áhugaverd – um tað nú bar til at sameina føroysku fakfel [...] fyri skutil – og so verða tað hugsjónirnar hjá Fólkaflokkinum sum fara at merkja lønarpolitikkin hjá landinum framyvir.
sonevndi Suðurbólkurin og floksformenninir, sum hava fundast um tunnilsloysn, og tað verða eisini teir, sum nú fundast. Sambært somu samrøðu við Aksel V. Johannesen á in.fo, so væntar hann at semja [...] Tað segði Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins við in.fo um vikuskiftið. Orsøkin til spurningin var, at Jørgen Niclasen hevði stevnt tingfólki til fundar mánadagin um tunnilsmálið, ein [...] rin kann gera slíka semju við Fólkaflokkin – har tað er Fólkaflokkurin, sum stingur politikkin út í kortið. Men tað kann Javnaðarflokkurin sambært Aksel V. Johannesen. Boykottið hjá Javnaðarflokkinum
Framsókn er tí ein partur av politiska veruleikanum, har fólk fyrst og fremst hugsa um seg sjálvi heldur enn um felagsskapin. Hugsjónir eru fyri mong nakað, ið tú snikkar til og fær at passa [...] tað verður ikki lætt. Janus Rein er við sínum 250 persónligu atkvøðunum tann bíligasti tingmaðurin. Hann er 54 atkvøður aftan fyri síðst valda tingmannin hjá Fólkaflokkinum, sum er Hanus Samró,
undir heitinum »tí skal ríkisfelagsskapurin varðveitast«. Annað evnið hevur heitið »Havnin ella útjaðarin«. Her hevur fyrireikarin fingið Jóannes Jacobsen, Ph.D. í búskaparfrøði [...] Fyrsta evnið eitur »loysing ella samband«. Har fer fyrst Ronnie Thomasen, samfelagsfrøðingur, at halda eitt innlegg, sum hann kallar »tí er Danmark ein falskur tryggleiki«. Hann fær tó sítt [...] Kristiansen, samfelagsfrøðingi, sum hevur eitt innlegg, sum hann kallar »tí skal útjaðarin eisini mennast«. Síðsta evnið verður um, hvussu vit fáa búskapin endurreistan. Her verða trý
aftur skulu fáast í kassan. Men løgtingið hevur samtykt, at tey rokna við, at landsstýrismaðurin veit, hvat endaliga útreiðslan verður fyri 2010, og so fer hann at leggja fyri tingið uppskot [...] fíggjarnevndini, so síggja vit, at tingfólk hava ymsar meiningar um, hvussu langt aftur lógin við afturvirkandi kraft skal virka. Onkur sigur 1. januar 2010, meðan onkur annar sigur 1. [...] viðgerð og einum skilagóðum úrsliti, sum var í tráð við tað, sum uppskotið snúði seg um av fyrstan tí, at flyta pengar av eini játtanarkonto til at slíkt virksemi verður frítikið fyri MVG
hevur tó gjørt so mikið bart, at hann hevur útlokað samstarv millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Tað er ein politisk satsing, tí hann setir seg sjálvan og formanssessin í veð. Hann kann [...] Tað var her í blaðnum fríggjadagin, at Jóannes Eidesgaard í tíðargrein vísti á, at vit áttu at havt ein greiðari politiskan pall, har valið antin stendur ímillum ein borgarligan høgravendan politikk [...] fyri veljaran. Men so er spurningurin um flokkarnir eru klárir at taka eina slíka støðu. Vit kunnu fyrst spyrja, hví Jóannes Eidesgaard ikki sjálvur gjørdi tað. Tað síðsta hann gjørdi saman við Tjóðveldinum