ODDAGREIN: Slepp hasum beininum rúni!

– Tað stutta av tí langa er, at vit fáa eina fína nýggjárssending!

Soleiðis segði Rúni Heinesen, for­mað­­ur í kring­varps­stýr­i­num, tá vit mill­um jól og nýggjárs spurdu hann, hvat kring­varps­stýrið helt um, at eitt priv­­at felag var sloppið at gera nýggj­­árs­­send­ing­ina, sum ikki varð boð­in út, so sum hon átti sambært run­dskrivi úr Fíggjarmálaráðnum – og at eitt nú Tórs­havn­ar Kommu­na og Klaks­víkar Komm­una sluppu at keypa sær pláss í sendingini.

Men tað dugdi formaðurin í kring­varps­stýr­i­num ikki at síggja sum nakr­an trupulleika – tá.

Men nú er tað ein trup­ul­leiki hjá honum, at Kring­varp­ið hev­ur brot­ið leið­regl­ur um góð­an fjøl­miðla­sið, og at Tórs­havn­ar kommuna og Klaks­víkar komm­una sluppu at keypa sær pláss til profilering í nýggj­árs­sendingini.

Við in.fo mikudagin segði stýr­is­for­mað­urin soleiðis:

– Tað stutta av tí langa er, at hetta verður ikki gjørt aftur – og sip­aði hann til leistin við einum al­menn­um og privatum samstarvi, sum Sp/f Fjølvinna og Kringvarp Før­oya gjørdu í felag.

Týsdagin hevði kringvarpsstýrið fund um málið, og mikudagin bóðu vit Rúna Heinesen greiða frá, hvør nið­ur­støð­an var, nú stýrið viðgjørdi nýggj­árs­sendingina.

Men tað vil Rúni Heinesen ikki siga. Hann tosar um eitt tíð­ind­a­skriv, sum tey sita og skriva, og sum tey skulu brúka tríggjar dagar um at viðgera, áðrenn tað kann send­ast.

Men hann segði tó við in.fo mik­u­dagin, at kommunur skulu held­ur ikki sleppa at keypa seg inn í send­ingar við stuðli. Hetta og ann­að í sendingini er ikki í tráð við regl­ur­nar um góðan fjølmiðlasið«.

Tað løgna við stýrisformanninum er bara, at vit søgdu honum framm­an­und­an, at Kringvarpið hevði selt pláss í nýggj­ars­send­ing­ini til hægst­bjóð­andi, og at Kringvarpið hevði framt brot á rundskrivið frá fíggj­ar­mál­a­ráð­num, sum áleggur stovn­i­num at bjóða eina sending sum hesa út. Kortini gjørdi Rúni Heinesen einki, men læt skaðan henda.

Nú aftaná kemur hann sum ketta úr høvd­a­trog, og sigur tað sama.

Álvaratos Rúni Heinesen. Hvat gert tú í kring­varps­stýr­i­num? Er tíðin ikki komin, at tú leggur frá tær, tá einki kortini fær avleiðingar?

Kringvarpið er á eini niður­bræð­ing­ar­kós. Um onkur ikki bjarg­ar stovn­i­num, so endar heilt gal­ið. Kring­varps­stýr­ið lyft­ir ikki hond frá síðu, og úr Ment­a­mál­a­ráð­num frætt­ist einki.
Eyðsýndi spurningurin er nú, hví skulu vit rinda 3.625 krónur í kringvarpsskatti? Og hvat gjalda vit fyri?