ODDAGREIN: Nei til reytt kabinett

Formaður Javnaðarfloksins tek­ur ikki und­­ir við fyrr­ver­andi for­mann­i­num, sum skjýtur upp, at Javn­að­ar­flokk­ur­in og Tjóð­veldi taka seg saman í ein reyð­­an blokk at verða alternativ til borg­­ar­liga fólkaflokspolitikkin hjá Kaj Leo Holm Johannesen.

Tað var her í blaðnum fríggj­a­dag­in, at Jóannes Eidesgaard í tíð­ar­grein vísti á, at vit áttu at havt ein greiðari politiskan pall, har valið antin stendur ímillum ein borgarligan høgravendan pol­i­tikk ella ein meira sosialin og sam­halds­fast­an vinstravendan politikk.
– Hetta vildi givið veljaranum ein møguleika at valt ítøkiligan pol­i­tikk heldur enn meira ella minni tóm vallyfti.
So far so good, kunnu vit siga. Gam­aní er tað soleiðis í øðrum lond­um, at fólk vita frammanundan, hvørj­ir møguleikarnir eru. Sum oft­ast eru tvinnir møguleika, ein javnaðarstjórin ella ein borg­ar­lig stjórn. Í Danmark er val­ið millum Vinstraflokkin og Javn­að­ar­flokkin, í eitt nú Bretlandi mill­um javnaðarflokkin Labour ella kon­serv­a­tiva flokkin.
Men soleiðis er ikki Føroyum. Her hevur tú ikki ánilsi av, hvørja stjórn vit fáa, um vit velja Aksel, Høgna, Jørgen ella Kaj Leo. So tí hev­ur Jóannes Eidesgaard rætt í, at tað hevði verið greiðari fyri veljaran.
Men so er spurningurin um flokk­arnir eru klárir at taka eina slíka støðu. Vit kunnu fyrst spyrja, hví Jó­ann­es Eidesgaard ikki sjálv­ur gjørdi tað. Tað síðsta hann gjørdi sam­an við Tjóðveldinum, var at grýta tey á dyr í Tinganesi av stríði um eina hurð og velja Kaj Leo Johanne­sen til løgmann. Sæð úr sjón­ar­horn­i­num hjá Jóannes Eid­es­gaard, man tað verða býttasta gerð, hann hevur gjørt í sínum politiska lívi.
Aksel Johannesen hevur tó gjørt so mikið bart, at hann hev­ur útlokað sam­starv millum Javn­að­ar­flokk­in og Fólk­a­­flokk­­in. Tað er ein pol­i­tisk satsing, tí hann setir seg sjálv­an og formanssessin í veð. Hann kann tí ikki ganga sum Høgni Hoydal í oyðimarkargongd í fleiri val­skeið. Um hann ikki megn­ar at fáa í lag samstarv við Tjó­ð­veldi ella Sambandið, so er hann í trupulleikum – og tað kann vísa pol­itiskt dirvi fram um breyð­poli­tikk.
Tjóðveldi fær ikki útilokað Fólk­a­flokk­in, hvussu fegin tey vilja. Við at út­i­loka ultra konservatismuna hála tey teppið undan sær sjálv­um. Tí er Fólkaflokkurin eitt »must« fyri Tjóðveldið. Hann er eks­i­stens­grund­ar­lagið h­já Tjóðveldinum.
Aksel kann fara báðar vegir. Hann kann samstarva við Tjóðveldi og royna at vinna atkvøður frá sam­bands­velj­a­r­um. Ella kann kann sam­starva við Sambandið og royna at vinna atkvøður frá tjóð­veldisveljarum.
Tí hava hvørki Høgni ella Aksel ráð at sasta upp á reyða kabienettið.