Skulu vit náa tí fagra málinum, at skúlin er fyri øll, so mugu serlig stig sjálvandi eisini takast í miðnámsskúlanum. Og hesin nýggi flokkurin fyri fólk við autismu – aspergers syndromi – er ein sólskinssøga í føroyskari skúlasøgu.
Mánadagin byrjaðu átta næmingar í hesum serflokki, har skaptar eru serliga umstøður fyri hesi ungu fólk – og har tey fáa eina meira málrættaða undirvísing, enn hinir næmingarnir, fyri at náa sama máli og sama prógvi, tá tey um trý ár standa við húgvuni á høvdinum og próvnum í hondini.
Vit kunnu sjálvandi seta spurningin, um skúlaverkið skal brúka kreftirnar soleiðis, tá viðurskiftini annars eru so spent, bæði peningaliga og ikki minst hvat viðvíkur hølisumstøðunum.
Men svarið er í okkara verð púra greitt: Sjálvandi skulu vit skapa slíkar karmar og brúka tær kreftir, sum skulu til. Tí við hesum økja vit um lívsvirðið hjá nøkrum medmenniskjum, sum ikki fáa eins góðar møguleikar frá samfelagnum, sum fólkið annars, samstundis sum tey fáa førleiki, sum annars bara standa øðrum í boði. Og tað hava vit ráð til!
Tað er lívsjáttandi at lesa um hendan flokkin í blaðnum í dag – og samrøðuna við 23 ára gomlu Erlu av Vollanum, sum fegnast um tilboðið, sum fyri hana er alternativið til at flyta av landinum.
Vit kunnu bara geva læraranum rætt, tá hon sigur:
– Eg haldi tað vera fantastiskt, at hetta ber til. Fyri okkum lærarar og skúlan annars er avbjóðingini fyrst og fremst, at tað skal eydnast hjá teimum øllum. Vit síggja glaðar næmingar, og tað smittar eisini yvir á okkum lærarar, sigur hon.
At skúlin er vaksin út um Hoydalar og má finna sær onnur fyribils høli í býnum – til Marknagilsdepilin stendur liðugur, eigur sjálvandi ikki at forða fyri eini slíkar ætlan, sum tað er at seta á stovn ein slíkan flokk, sum er eitt vakurt stig á leiðini til at skapan skúlan fyri øll.
Vit taka hattin av fyri Føroya Studentaskúla og Mentamálaráðnum fyri hetta tiltikið, sum uttan iva verður íblástur hjá øðrum skúlum og arbeiðsplássum til at gera tað sama!