ODDAGREIN: Samdir hóast fíggindar

– Tað er í samgongu við Fólka­flokk­in, ið eg havi sagt, vit ikki fara.

Tað segði Aksel V. Johannesen, for­mað­ur Javnaðarfloksins við in.fo um vikuskiftið.

Orsøkin til spurningin var, at Jørg­en Niclasen hevði stevnt ting­fólki til fundar mánadagin um tunn­ils­málið, ein fundur, sum varð út­sett­ur vegna verður, og sum ikki er lið­ug­ur nú í skrivandi stund.

Nógv er, sum bendir á, at ein semja er komin undir land. Ein semja, sum bæði and­støða og sam­gonga kunnu liva við.
Eftir at Kári P. Højgaard koyrdi alt mál­ið um Skálafjarðatunnilin fast, tí hann saman við løgmanni vildi trýsta málið ígjøgnum løg­ting­ið, tykist nú, at naggatódnin er við at rekj­ast upp.

Og nú er tað Jørgen Niclasen, fíggj­ar­mál­a­ráð­harri og formaður Fólka­floks­ins, sum er eksponenturin fyri eini tunnilssemju millum all­ar partar – helst eisini Kári P. Høj­gaard.

Tað er tann sonevndi Suður­bólk­ur­in og floksformenninir, sum hava fund­ast um tunnilsloysn, og tað verða eisini teir, sum nú fundast.

Sambært somu samrøðu við Aks­el V. Johannesen á in.fo, so væntar hann at semja verður gjørd.

Men so er spurningurin, um Javn­að­ar­flokk­ur­i­n kann gera slíka semju við Fólkaflokkin – har tað er Fólk­a­flokkurin, sum stingur pol­i­tikk­in út í kortið.

Men tað kann Javnaðarflokkurin sam­bært Aksel V. Johannesen. Boy­kottið hjá Javnaðarflokkinum mót­vegis Fólkaflokkinum snýr seg bara um at fara í samgongu.

Hesir báðir flokkar hava sam­starv­að í fimm samgongum. Tann fyrsta var frá 1975-79, tann næsta frá 1979-81, tann triða frá 1991-93, tann fjórða frá 2004-08 og tann fimta frá 2008-11.

Javnaðarflokkurin hevur mist at­kvøð­ur á hvørjum vali eftir sam­starv við Fólkaflokkin. Á valinum í 1978 stóð tingmannatalið tó í stað, í 1980 misti flokkurin ein tingmann, í 1994 misti hann fimm tingfólk, í 2008 stóð tingmannatalið í stað, og í 2011 misti flokkurin ein tingmann.

Tiltakið hjá Aksel V. Johannesen er kanska fyrsta byrjanin til eitt slag av blokkpolitikki, har tú frammanundan veitst, at atkvøður tú fyri Aksel fært tú ikki Jørgen. Hetta er ikki eitt kent fyribrigdi í føroyskum politikki – og eitt slíkt stig forðar so eftir øllum at døma ikki fyri breiðum semjum á Føroya Løgtingi fyri týdningarmiklum málum.