Serliga beiskt kennist tað uttan iva hjá Poul Michelsen og teimum í Framsókn, at júst tær 1.933 atkvøðurnar til Framsókn – harav Poul Michelsen átti tær 581, nú fara til at tryggja Fólkaflokkinum meirilutan á tingi saman við Sambandsflokkinum.
Beint eftir valið í 2011 boðaðu Poul Michelsen og Janus Rein alment frá, at teir ikki vildu við í borgarligu samgonguna, tí at Miðflokkurin hevði parkerað etisku málini og tí, at Sambandsflokkurin vildi tiðna blokkin.
Við Rás2 í gjár segði Janus Rein, at eitt av málunum hjá honum var at halda Miðflokkin burtur frá avgerandi ávirkan – og tað fær hann sjálvandi við at verða níggjundi tingmaður Fólkafloksins.
At politikkur er eirindarleysur eru so mong dømi um. Beiskleikin í Framsókn er tí ein partur av politiska veruleikanum, har fólk fyrst og fremst hugsa um seg sjálvi heldur enn um felagsskapin. Hugsjónir eru fyri mong nakað, ið tú snikkar til og fær at passa júst til ta støðu, tú nú ert í.
Janus Rein er ikki einasta politiska horan á tingi. Politiskur ótrúskapur er púra legalur, og hann sæst í so at siga øllum flokkum.
Um tað fer at eydnast Janusi Rein at vinna sær fótafesti í Fólkaflokkinum, fer bara tíðin at vísa. Men tað verður ikki lætt. Janus Rein er við sínum 250 persónligu atkvøðunum tann bíligasti tingmaðurin. Hann er 54 atkvøður aftan fyri síðst valda tingmannin hjá Fólkaflokkinum, sum er Hanus Samró, og hann er eisini aftan fyri bæði nummar níggju og tíggju á listanum.
Fólkaflokkurin fáa eitt gott val næstuferð, hóast hann hvørki røkkur átta ella níggjutingsessum. Tí verður tað eitt stríð millum tey 12, sum manna ting og landsstýri fyri Fólkaflokkin, at vinna teir sjey-átta tingsessirnar.
So meðan Poul Michelsen kann staðfesta, at Janus Rein var ein katastrofa fyri alternativa miðflokkin Framsókn, so kann løgmaður fegnst um, at tá ein hurð fer aftur – fer onnur hurð upp...