Tó so hava fleiri glottar verið, tí tað sjáldsama er hent, at allir flokkar hava so at siga drigið somu línu í rættiliga stóran mun. Men tað skuldi kanska støkka – og tað var júst tað, sum hendi við breiðu semjuni. Fyrst boðaðu smáu flokkarnir frá, at teir ikki vildu vera við, og nú hevur Tjóðveldi sagt tað sama, tó at annað umboðið hjá Tjóðveldinum, tann pragmatiski tingmaðurin Sjúrður Skaale, er partur av meirilutanum, sum telur umboð úr fimm av sjey flokkum á tingi – og átta av 11 nevndarlimum.
Mótpartur hansara er Høgni Hoydal, sum gevur Lars Løkke Rasmussen skuldina, tí hann skal hava syndrað arbeiðið í nevndini.
Stríðið stendur um, at tað stendur í uppskotinum, at vit skulu virða sáttmálar og avtalur, sum eru gjørdar frammanundan – og soleiðis eisini heimastýrislógina.
Sambært Hans Paula Strøm, nevndarformanni, so er hetta júst ein orðing, sum var við í uppskotinum hjá upprunaligu Grundlógarnevndini.
Sjúrður Skaale sigur eisini í viðmerking í dag, at tað er beinleiðis skeivt, sum Høgni Hoydal segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at fulla semjan varð skeiklað, tí Lars Løkke Rasmussen legði uppí. Sambært Sjúrði Skaale, so var tað ikki var full semja um málið, tá tað varð lagt fram til viðgerðar í fjør. Ein flokkur boðaði greitt frá, at hann var ímóti, og fleiri nevndarlimir gjørdu greitt, at teir ynsktu ávísar broytingar gjørdar í víðari viðgerðini.
Tað er sera áhugavert, at umboðini hjá Tjóðveldi í stjórnarskipanarnevndini hava so ymsar hugsanir. Spurningurin er so bara, um Sjúður Skaale er við at mála seg inn í ein krók í Tjóðveldinum, eins og Jákup í Jákupsstovu gjørdi í Javnaðarflokkinum í 1946, ella um partar av Tjóðveldinum veruliga vilja hava eina pragmatiska loysn á hesum máli, sum hevur órógvað føroyskan politikk í væl meiri enn hundrað ár.
Eyðsæð er, at Tjóðveldi – um flokkurin vil hava ávirkan í føroyskum politikki – má flyta seg og føra pragmatiskan politikk. Flokkurin hevur seinastu 13 árini verið ein av teimum stóru flokkunum. Men Høgni Hoydal og hansara vongur má síggja í eyguni, at loysingarsinnaði parturin av føroyingum so at siga bara er at finna í veljarafjøldini hjá Tjóðveldinum.
Politikararnir skylda fólkinum eina loysn, sum skal røkka. Fáið tí hetta málið avgreitt og til fólkaatkvøðu sum skjótast. Okkum nýtist ikki politikarar at tulka støðuna hjá fólkinum. Tí tá fólkið hevur talað, so vita vit, hvat fólkið í Føroyum í dag heldur um ríkisrættarligu støðuna!