vera úti og brúka olju og reiðskap og slíta seg upp til onga nyttu, tí tað gera hini skipini eisini. Vit kundu eisini her sett eitt tilsvarandi roknistykki upp, sum tað ovast. So Fiskimálaráð og Løgting [...] Til eina og hvørja tíð er sostatt fiskiorkan ásett sum eitt samlað tal, fiskiorkan hjá øllum skipunum løgd saman. Hvørt skip eigur so sín prosentpart av hesi fiskiorku. Hvat hendur so um eitt skip økir [...] reiðari sum vinnari og hinir sum taparar, men í longdini gerast allir taparar. Spurningurin er so, hvør hevur ábyrgdina fyri at henda øra kapping er farin í gongd? Svarið er púra greitt og kann smíðast fast
at tilverugrundarlagið er tengt at tí hendur og armar skapa. Tá ið hetta var sagt, gjørdist røðan meiri politisk. Petur Skeel Skarðsá tosaði søk verkamansins, og tað hoyrdist eisini aftur. - Politikkararnir [...] Tað er ein heiður at sleppa at standa her í dag, legði Petur Skeel Skarðsá fyri við at siga, og helt áfram og segði, at tað er á hesum degi, at vit eiga at minnast tey við virðing, sum hava vunnið arbeiðaranum [...] Politikkararnir geva við aðrari hondini, og taka tvífalt aftur við hinari, samstundis meðan gjógvin millum tey tímaløntu og tey, sum eru betur lønt, bara veksur, vóru nøkur av sjónarmiðunum hjá Peturi Skeel Skarðsá
bíða eftir at fáa fløguna, og tá eg í farnu viku fekk hendur á henni, var tað sum jólaaftan, tá eg var barn. Eg var ómetaliga spentur. Mær dámdi øgiliga væl Poetry & Aeroplanes, og havi havt gleðina at ummæla [...] fløgu. 13 ordiliga góð løg, sungin og spæld við nógvari innliving, meistarliga løgd til rættis og ljóðblandaði til eitt 13 tal. Eg fari at leggja høvdið á blokkin og siga, at eingin føroysk fløga hevur [...] Aeroplanes, og tað klæðir tónleikinum. Hetta er eftir øllum at døma úrslit av, at fløgan er tikin upp við bólkinum, ið Teitur hevur spælt saman við seinastu árini, Derek Murphy á trummum og Mikael Blak
gestir í kjallaranum og hava verið boðsendir fleiri ferðir til húsófrið og herverk á bilar og hús, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Friðarligt í Klaksvík Nógv ferðsla og sera nógv fólk hava sett [...] løgregluna og varð tískil tikin við á støðina. Í hesum sambandi gjørdist ein vinmaður í øðini og hótti ein løgreglumann: - Hesa hendingina hava vit tikið í stórum álvara. Drongurin er avhoyrdur og skuldsettur [...] skjótt, men ferðlan gleið spakuliga og væl, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík. So hóast nógv fólk og nógvir bilar hava verið í Klaksvík, hevur vikuskiftið rætt og slætt verið sera friðarligt. L
hjá Gamla Høgnesen í Víkum og notið afturvið snapsi og elefantøli í fínu stovunum upp á og enntá í roykstovuni uppi á loft. Har var ball og kenning og eg var 11 ára gamal og fekk saman við javnaldrum mínum [...] rithøvundur og journalistur kann siga, at alt verður broytt í Klaksvík, og at klaksvíkingar, um teir vilja tað ella ikki, ikki longur sleppa at vera so avbera lokalir og væl vardir aftanfyri Klakk og Háfjall [...] var fyllskapur, bardagi, dansur og gott lag og nógv fremmandafólk. Tað rann av aftur og oyndfirðingar bjóðaðu framtíðini av við góðum treysti, nú var vegasambandið komið og nú var einki óført. Avbyrgingin
prestar og missionerar roykja). Ella kanska onkur hevur økonomisk áhugamál í tubbaksinnflutningi og sølu? Politikararnir vaska sínar hendur og lata uppgávuna upp í hendurnar á ráðum og stovnum og sjálvbodnum [...] á roykiøkinum her og uttanlands. Tey øki, sum eru blivin roykfrí (bæði privat og almen) eru blivin tað gjøgnum forboð. Tak t. d. flogfør, bussar, strandfararskip, almen móttøkuhøli og nakrir privatir stovnar [...] lyftur fremstifingur, sum biður føroyingar taka seg saman og renna meira, eta meira frukt og roykja minni. Hví ikki lóggeva á økinum beinanvegin og uttan drál? Eitt so einfalt lógaruppskot, sum tað, ið fyri
teirra fortíð og nútíð, og samstundis veitir hon eisini stuðul og vegleiðing í spurningum, sum hava við framtíðina at gera. Marita er at hitta í Leikalund leygarmorgunin frá klokkan 10.00 og sunnudagin frá [...] verður tikin í nýtslu, skipar Leikalund fyri einum heldur øðrvísi tiltaki um vikuskiftið. Leygardagin og sunnudagin verður høvi hjá fólki at uppliva hondlesaran Maritu í handlinum. Sera beinrakin Marita hevur [...] Føroyum. Her hevur hon givið fólki møguleikan at fáa innlit í henda aldargamla vísdóm við at lesa hendur teirra. Í Føroyum er Marita millum annað kend frá sjónvarpssendingini Cassiopeia. Fólk, sum hava
grannahúsini, og hon er heilt øðrvísi enn aðrar gentur. Leslie fer við Jess inn í loyniliga heimin Terabithia, ein heimum á tremur við hugflog og vitan, og har mennist vinalag teirra. Jess broytist og fær dirvi [...] til minnis um Astrid Lindgren, er fimm milliónir svenskar krónur, og er hon tann størsta, sum givin verður barna- og ungdómshøvundum og myndprýðarum. Í grundgevingini fyri at lata Katherine Paterson vi [...] søguligum og fremmandum umhvørvi ella í einum hørðum amerikanskum gerandisdegi. Við eini serstakari estetiskari kenslu sleppir hon sær undan einføldum loysnum og mennir í staðin íbornu styrkina og lívshugin
veðrin og tjaldrið og at krossmerkið vann, sigur Justi Poulsen, sum í dag 76 ár og pensionistur. Hann hevur alla sína tíð var arbeiðsmaður, eitt nú í eitt langt tíðarskeið hjá Thorhavns Mælke- og Marga [...] Fyri meg, og onnur við mær, hevur tað altíð verið ein veruleiki, at tað var Sigert í Kirkjubø, sum kom við hugskotinum um Merkið. Í okkara familju og í umhvørvinum rundan um Gamla Danmark og abba mín [...] gamal, og tað hevur verið í 1949, ella eini 9 ár eftir, at Merkið varð góðkent. Føðingardagurin var hildin í Gamla Danmark, og har vóru nógv fólk hjástødd, tá eg hoyrdi teir gomlu práta um flaggið. Og teir
partur av, nú av álvara er farin í gongd, og í hesum sambandi skal føroyska felagið brúka fitt av peningi. Samlaða verkætlanin er upp á umleið hálvatriðju milliard, og parturin hjá Atlantic Petroleum er 8,3 [...] Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum og Finn Danberg, fíggjarleiðari í Føroya Sparikassi, frá tilgongdini við at hækka kapitalin. Atlantic Petroleum og Føroya Sparikassi hava í drúgva tíð arbeitt [...] prospekt fyri eitt felag, ið er skrásett á virðisbrævamarknaðinum, og tað er Føroya Sparikassi sera fegin um. Føroya Sparikassi skal standa fyri og veita trygd fyri kapitalhækkingini hjá Atlantic Petroleum. -