Tín ferð kann bjarga

Kemur tú so illa fyri, at tú rennir á eitt fólk, er stórur møguleiki fyri, at tú bjargar tí lívinum, um tú koyrir við 30 km/t. Koyrir tú harafturímóti við 50 km/t er í alraflestu førum deyðin vísur

Sera neyvar kanningar hava sýnt, at 6 av 10 gongufólkum, sum
verða ákoyrd við 50 km/t, doyggja. Men er ferðin 30 km/t, so doyr
bara 1 av 10.
Hesin munur stendst av avmarkaðu kropsligu fortreytunum.
Mannakroppurin tolir so dánt at verða ákoyrdur við 30 km/t. Men at
verða ákoyrd við 50 km/t, tola vit ikki, uttan vit vórðu gjørd av stáli í
orðsins veruliga týdningi.
Harumframt eigur at verða havt í huga, at tað er nógv minni vandi
hjá bilum, sum koyra 30 km/t, at koyra á fólk, enn um koyrd verður 50
km/t. Orsøkin er tann, at bilførari, ið koyrir 30 km/t, megnar
betur at steðga, áður enn skaðin er hendur.
Tað er tað minst varda menniskjað, sum er í mesta vanda at verða
álvarliga skatt í ferðsluni, og tað er tí tað óvarda menniskjað, ið ásetur,
hvussu ferðslukervið skal verða gjørt.
 
Kelda: www.ferdslutrygd.fo