Møðgurnar Randi og Turið Holm hava saman við Duritu Joensen keypt seglbát. Báturin er heimahoyandi í Danmark, men nú liggur báturin á Havnarvág.
Durita Joensen og Randi Holm hava saman við Erik Torjusen, ið er maður Duritu Holm, siglt Gaiu til Føroya.
Fyri líka at greiða lesarunum frá, so nøvn ikki koma í bland, so er søgan henda:
Erik Torjusen og Durita Holm eru kendir heimssiglarar (men hava sum so onki við Gaiu at gera). Durita Holm er í familju við Randi Holm og bæði Randi Holm og Durita Joensen hava roynt seg sum manning hjá Duritu Holm. So er tað greitt.
Um orsøkina til, at Turið og Randi og Durita hava keypt bátin sigur Randi, at tær fingu møguleikan og at tað ljóði sera spennandi. Og tá Randi spurdi mammu sína, um hon vildi verða við í keypinum, so játtaði hon.
Um teirra royndir innan sigling sigur Randi, at bæði hon og Durita hava roynt seg sum siglarar. Mest við seglbáti. Báðar hava m.a. tað í felag, at tær hava siglt við Duritu Holm.
- Mamma hevur kanska ikki tær stóru royndirnar, men hevur heimaskiparaprógv, sigur Randi.
Dreymur teirra er m.a. at sigla til Caribia og aðrastaðni, men júst nær hetta kann gerast veruleiki er ógreitt. Turið Holm kenna føroyingar sum yvirlækna og bæði Randi Holm og Durita Joensen búgva í Danmark. Randi arbeiðir innan KT hjá fyritøkuni Siemens og Durita starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Konubátur
Tá vit mikumorgunin fara umborð og varliga banka uppá, letur Randi upp innan úr koyggjuni. Eg spyrji varliga, um tíð er til eitt prát og tað játtar Randi.
Eg rósi bátinum og innan úr koyggjuni heilsar nú Durita Holm, ið vitjar umborð.
- Pápi mín kallar bátin Umiak, ið er konubátur á grønlendskum, smáflennir Durita Holm.
Randi greiðir frá, at Gaia er ein bátur, ið er heimssiglari, sterkur og góður at sigla, hóast ferðin ikki er so nógv.
Durita Holm váttar og Randi viðmerkir, at royndi siglarin Erik Torhusen, sum sigldi við til Føroya, veruliga dámdi bátin sera væl.
- At sigla við seglbáti er at sigla, Ongan motor og at seta segl. Hetta er tað størsta innan sigling. Ein er eitt við náttúruna, hugleiður Randi, meðan hon tendrar gasskomfýrin fyri at seta kaffi útá.
- Hetta er ein klassikari, ið fólk fegin vilja hav hendur á, so vit hava verið heppin, sigur Randi.
Tann 8. august fer Gaia aftur til Danmarkar og manningin er tá Durita, Stamen og Turið, men fyrst verður ólavsøkan hildin umborð á Gaiu.
Myndir: D.Olsen
Fakta
Gaia er 35 fót av merkinum Nicholson, ið er kent og virt enskt merki.
Byggiár: 1975
Sovipláss er til 6 fólk
26 hesta motorur av merkinum Volvo Penta
Útgerð
Millum annað sjálvstýrari, manuellur vindstýrari og elektroniskur. Sjókort, eisini elektronisk.
WC, kuldaskáp, gasskomfýrur, oljufýrur