Klaksvíkingar hava keypt handilsimperiið hjá Ossa

Norðoyar Sparikassi hevur keypt virksemið hjá P/F Vørður frá Justinussen monnunum, og klaksvíkingar eiga nú størsta bakarí í landinum, umframt stóran part av matvøruhandlunum í Havn. Felagið verður nú brotið sundur og selt í bitum, sigur Eyðfinn Reyðberg stjóri í Norðoyar Sparikassa.


Handilsvinna
 
Eitt felag hjá Norðoyar Sparikassa hevur keypt P/F Vørður, ið eigur Bakaríið hjá Gunnleivi umframt handilin hjá Gunnleivi við Hoyvíksvegin, Handilin hjá Eli við Landavegin, Statoilstøðina á Argjum, Frants Restorff í Tórsgøtu og Hjá Pidda á Toftum. Keypið er fyrst og fremst fyri at fáa hendur á teimum bygninginum, ið bakaríið og handilin hjá Gunnleivi halda til í, sigur Eyðfinn Reyðberg stjóri í Norðoyar Sparikassa við Sosialin.
-Vit skulu ikki dríva vinnulív, tað hava vit ikki loyvi til, sigur hann
Handilin gekk sera skjótt, og kom uppá pláss bein fyri ólavsøku. Felagið hjá Norðoyar Sparikassa yvirtekur virksemið  longu ímorgin týsdagin 1. august.
Gunnar Justinussen váttar, at teir hava selt alt handilsvirksemið, ið teir seinastu tíðina hava savnað í felagnum P/F Vørður, og sigur at við hesum takka teir fyri seg í hesi bransjuni.
- Hetta var stuttligt, hóast tíðarskeiðið ikki var stórt meira enn eitt hálvt ár, sigur Gunnar Justinussen. Hann sigur orsøkina til søluna vera sera einfalda, teir fingu eitt gott tilboð, og valdu at taka av.
- Hetta er ikki nøkur panikkloysn!, leggur hann dent á.
Hann vil ikki avdúka, hvussu nógv felagið er selt fyri. Men sigur, at talan ikki hevði verið um eitt gott tilboð, um teir seldu virksemið við halli.
Tá Justinussen menninir fóru undir at keypa upp handlar og bakarí, var hetta ikki beinleiðis við eini skjótari sølu fyri eyga. Men Gunnar Justinussen sigur, at teir arbeiða undir teimum fyritreytum, at alt er umsetiligt, men, at ætlanin ongantíð hevur verið, at selt hetta víðari so skjótt.
Enn eru ongar ætlanir um at seta peningin, ið teir hava fingið fyri søluna í annað virksemi, sigur Gunnar Justinussen.
- Í staðin fara vit at nýta høvið til at hava frí 2-3 tímar longri um dagin, sigur hann.
Eyðfinn Reyðberg stjóri í Norðoyar Sparikassa vísir á, at Norðoyar Sparikassi flytur inn í grannabygningin hjá Gunnleivi, Miðlon í heyst. Tað er í hesum sambandi, at hesin bygningur er vorðin áhugaverdur.
- Eitt bakarí kann í prinsippinum liggja alla staðni, og vit meta at møguleikar eru fyri at útnytta bygningin hjá Gunnleivi og Miðlon betur saman, um virksemið skal víðkast um nøkur ár, sigur Eyðfinn Reyðberg við Sosialin.
Nú verður fari undir at býta virksemið hjá P/F Vørður sundur, fleiri áhugaðir partar eru í at keypa handils og baksturvirksemið, og hetta verður selt skjótast til ber. Enn er tó ikki greitt, um handlar og baksturvirksemið verða seld saman ella hvør sær. Í sambandi við baksturvirksemið verður talan um sølu av virkseminum, við møguleika fyri tíðaravmarkaðari leigu. Eyðfinn Reyðberg væntar, at perspektivini eru 5-7 ár, áðrenn tað verður áhugavert at brúka bakarí bygningin í sambandi við Miðlon.