Ræðandi og ódámlig gongd

- Hetta er ikke bara talan um skrokk, men um eina grundreglu, eitt prinsipp. Í mínari verð røkkur solidaritetur kring allan heimin og ikke bara Innan okkara heimliga dunnuhyl, sigur formaður Starvsmannafelagsins, Gunnleivur Dalsgaarð í samband við, at sveisarar úr Póllandi koma til Føroya at arbeiða fyri lægri løn, enn føroyskir handverkarar

Tórshavnar Skipasmiðja skal byggja skip fyri felagið Thor í Hósvík. Eisini sjálvan skrokkin. Flest øll fegnast um, at tað er eydnast føroyskari skipasmiðju at fáa slíkan sáttmála, tí tað hevur verið ført fram, at tað eru mong ár síðani, at tað eru mong ár síðani seinasti skrokkurin var smíðaur í Føroyum.
Men tó hevur málið ført til eitt sindur av rumbli og fakfeløg hava verið frammi vi ávaringum.
Orsøkin er, at handverkarar úr Póllandi koma til Føroya at gera sveisiarbeiðið og at Skipasmiðjan rinder teimum polska løn og ikki løn efter føroyskum sáttmálaviðurskiftum.
Hetta meta føroyskir fakfelagsleiðarar sum ræðandi gongd. Ingeborg Vinther úr Føroya Arbeiðarafelag hevur ávarað ímóti gongdini og eisini formaðurin í Føroya Handverkarafelag.
Hóast sáttmálaøkið ikki er tengt at Starvsmannafelagnum, so hevur eisini Gunnleivur Dalsgarð, formaður, sagt sína hjartans meining.

Ódámligt
- Og Gunnleivur kennir tað sum sína skyldu at gera vart vi hesi viðurskifti.
- Gongdin er sera ódámlig. Til dømis hetta við at flagga skip út og at flyta vinnu til láglønarsamfeløg. Og nú er stigið tikið fult út vi at flyt fólk inn fyri lægri løn, enn ta føroysku, metir Gunnleivur Dalsgarð.
- Vit eru annals ikke altíð so skjót at taka upp efter øðrum, men her er øðrvísi. Fakfeløg eiga at vera verndargarður ímóti slíkum. Tað snýr seg um solidaritet, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
- Vinnan ger tað fyri at fáa penning í egnen lumma. Tað er einfalt og væl skiljandi. Soleiðis er tað og skal tað vera, tá snýr seg um vinnu, men spælið við opnum kortum, er áheitanin hjá formanninum í Starvsmannafelagnum.
- Hetta gerst lættliga ein skrúva uttan enda, sigur hann.

Moralurin
- Tað snýr seg um moralin og hetta, sum nú hendur, er ómoralskt, sigur Gunnleivur Dalsgarð, i eisini undrast á, at arbeiðsmegi vi neyðugum førleika ikke finst í Føroyum, tí t.d. ALS hevur gjort nógv fyri at útbúgva just sveisarar.
- Hvat so, tá okkara fólk dyga at sveisa og onki arbeiði er, mugu teir so av landinum at arbeiða? spyr formaður Starvsmannafelagsins, ið áður hevur ført fram, at póllendingar nú koma hendaveg at halda lív eini doyggjandi vinnu.
- Eg trúgvi ikke rættiliga uppá, at Tórshavnar Skipasmiðja ikke klárar at byggja, uttan at gera slíkt, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
- Hetta snýr seg ikke bara um ein skrokk, men um eina grundreglu, eitt prinsipp, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Mugu visa sømuligan atburð
- Tá føroyingar fara aðrastaðni at arbeiða, fáa teir góðar sømdir. Ofta betri sømdir enn í Føroyum. Vit hava skyldu at visa sømuligan atburð, sigur formaður Stavsmannafelagsins í samband vi málið um handverkararnar úr Póllandi.
- Eg eri samdur vi formonnunum í Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Handverkarafelag, i hava ávarað ímóti hesi gongdini. Hetta er ódámligt og kann lættliga skala fyridømi, og byggivinnan hevur lingu verið frammi í hesum viðfanginum, sigur Gunnleivur Dalsgarð, ið sigur seg fegnast um, at samfelagshjólini eru í gongd, men sum hinvegin heldur tað vera at taka munnin ov fullan, tá oddagrein í Sosialinum herfyri ynskir Tórshavnar Skipasmiðju tillukku við sáttmálanum og fær hetta hann enn einaferð at taka blaðið frá munninum í samband vi hetta mál.
- Hendan gongdin er sera ódámlig og hóast eg fegnist um, at tað gongst vinnuni væl, so er hetta ikki moralskt rætt. Og sum fakfeløg hava vit skyldu til at gera vart vi slækt og at ávar, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum í stóran mun metir hetta snúgva seg um solidaritet.
- Í mínari verð røkkur solidaritetur kring allan heimin og ikke bara Innan okkara heimliga dunnuhyl, sigur formaður Starvsmannafelagsins,