Fyrsti dysturin var 30. apríl

Tað tykist, sum hava hvørki Dómsnevnd ella Ítróttardómstólur eftirkannað, hvørjar dystir Knút V. Vesturtún hevur spælt fyri EB/Streym, nú ivi aftur verður sáddur um loyvi hansara at spæla fyri felagið

HB-málið

» Soleiðis sum málið er upplýst fyri Ítróttadómstólinum, er sannlíkt, at tveir aðrir leikarar hava leikt í sama leikumfari sum HB í steypakappingini, uttan at hava loyvisbræv til tað felag, ið leikt varð fyri.«
Soleiðis ljóðar partur av samlaða úrskurðinum, sum Ítróttardómstólurin um vikuskiftið gjørdi í Páll M. Joensen málinum.
Í hesum verður víst til samskifti, sum undir viðgerðini hevur verið millum Dómsnevndina og FSF-umsitingina.

Spældi 30. apríl
Hetta samskifti hevur Útvarpið fingið hendur á, og mánakvøldið ljóðaði staðfestingin haðani, at »FSF ásannar at spæliloyvini hjá Knút Vesturtún og Klæmint Matras eru ikki í lagi.«
Og víðari var staðfestingin, at bæði HB, B36 og EB/Streymur kunnu verða dømd at tapa dystir, nú Páll M. Joensen málið skal viðgerast av nýggjum.
Men hetta er nú ikki heilt rætt. Sambært tí, sum varð ført fram í Útvarpinum, so kann EB/Streymur nú anda púrasta róliga. Sagt varð nevnliga, at Knút Vesturtún ikki var at finna aftur í EB/Streymi fyrr enn 25. apríl  tá fimm umfør vóru spæld av landskappingini.
Men veruleikin er samstundis, at Knút fram til flaggdagin als ikki hevði spælt dyst fyri EB/Streym. Knút var nevnliga skaddur í uppstartinum av kappingarárinum, og tí var fyrsti dystur hansara ikki fyrr enn 30. apríl. Ein veruleiki, sum hvørki FSF-umsitngin, Dómsnevndin, Ítróttardómstólurin  og fyri tað fjølmiðlar  hava ansað.

Eru hvør sítt
Tá hetta er sagt, so er tað samstundis ein veruleiki, at skrásetti listin yvir spælarar og faktiska spæliloyvið eru púrasta hvør sítt hugtak. Hóast ætlanin við spælaralistanum er, at FSF við tíðini skal hava eitt amboð, sum er eitt fullkomið yvirlit yvir spæliloyvi, so er listin í sjálvum sær einki verdur sum grundarlag undir nøkrum máli. Og tað er í hesum sambandi eisini vert at hava í huga, at alt málið um Páll M. Joensen ikki snýr seg um, at spælarin ikki var á listanum. Men at sjálvspæliloyvið ikki var í HB.
Orðingin í brævinum frá FSF-umsitingini staðfestir nevnliga einki annað enn tað, sum skrásetingarnar  t.e. spælaralistin  vísa. Har verður nevnliga staðfest, at sambært »limalistanum« hjá HB frá 31. mai 1998 er hann at finna í HB. Og at hann sambært »limalistanum« hjá EB/Streymi er aftur at finna har flaggdagin í ár.
Somuleiðis hevur spælarin verið at finna á spælaralistanum hjá HB frá 1998, men heldur ikki hann kann nýtast sum nakað grundarlag í málinum.
Tí er spurningurin enn sum áður, hvørt Knút Vesturtún nakran tíð er fluttur formliga úr EB/Streymi til HB. Og  um so er  hvørt spælarin formliga er fluttur aftur úr HB til EB/Streym.