Jóannes Eidesgaard, løgmaður
Harra formaður.
Løtan við skrúðgongu, gudstænastu og kórsangi kennist tignarlig. Tjóðin øll steðgar á og fer úr gerandishaminum. Vit kenna felagsskapin so veruligan - kenna, at vit eru partur av sama samleika. Ivaleyst ásanna vit øll, at tað er ein framíhjárættur at vera borgari í hesum samfelag, sum er okkara, og sum vit øll eru so ómetaliga góð við. Hetta er góður førningur at hava við sær á ferðini, nú vit gerast alt meira partur av alheiminum.
Hóast ein hevur verið við í mong ár, so kennir ein framvegis hátíðina so ítøkiliga, tá ið farið verður oman í dómkirkjuna nú fyri seinastu ferð í eina danska kirkju. Tú kennir ylin fara ígjøgnum teg, tá ið kórsangurin tekur at ljóma á Tinghúsvøllinum. Og soleiðis kennist eisini henda løtan, har eg fyri triðju ferð skal bera ólavsøkurøðuna fram.
Men samstundis ber hetta boð um, at fjørðurin hjá sitandi samgongu er meira enn hálvrógvin. Vit standa á gáttini til okkara seinastu heilu tingsetu í hesum valskeiði, og hóast vit hava rokkið nógv av setningini okkara, so eru enn mong týdningarmikil mál at avgreiða.
Vit løgdu fyri í 2004 við at siga, at vit ynsktu at skapa álit og arbeiðsfrið, tí hetta var fyritreytin fyri, at vit kunnu røkka úrslitum. Hetta vísti seg at bera til.
Vit ynsktu at fáa vent búskapargongdini við at reka ein varnan, men tó arbeiðsstimbrandi búskaparpolitikk, og alt bendir á, at hetta hevur eydnast.
Vit vildu fáa viðurskiftini í sjálvstýrismálinum á føroyskar hendur, so at framtíðar tilgongdin skuldi liggja í hondunum á Føroya fólki og hesum høga tingi. Hetta er eisini komið í rættlag.
Tað kennist hugaligt, men lat tað vera okkum ein íbirtari til ikki at setast hendur í favn, men at halda áfram og greiða tey mongu týdningarmiklu málini, sum krevja skilagóðar loysnir. Og til hetta arbeiðið hava vit brúk fyri øllum góðum kreftum, eisini frá andstøðuni.
Harra formaður.
Tað stendur væl til í Føroyum.
Okkara búskapur er vorðin betri seinasta árið, og útlitini eru í løtuni bjørt fyri land okkara. Vit fegnast um, at arbeiðsloysið er sera lítið minni enn í flestu Norðurlondum og í ES. Inntøkurnar í landskassan vaksa, samstundis sum Landsstýrið, eins og vit lovaðu, hevur givið skattalætta, sum stimbrar hugin at arbeiða og harvið eisini búskapin. Lønarútgjalding arnar eru øktar. Tað gongur væl í flestu pørtum av okkara vinnulívi. Trygga politiska støðan skapar álit, sum saman við einum skynsomum búskaparpolitikki gevur dirvi og trúgv upp á framtíðina.
Familju- og bústaðarpakki
Hóast búskaparstøðan er góð, so eru tað enn tíverri tey, ið ikki hava nóg góðar fíggjarligar umstøður.
Vit síggja, at húsaprísirnir hækka dag um dag. Tað kostar nú so nógv at keypa sær hús ella íbúð í miðstaðarøkinum, at tað nærum er vónleyst hjá ungum familjum, skulu tær ikki at binda seg fíggjarliga til langt inn í ellisár. Oljuprísirnir eru methøgir, og tí er tungt at húsast hjá nógvum familjum og hjá eldri fólki.
Hetta vilja vit og hetta fara vit at gera nakað við!
Familjan fer at standa fremst í raðfestingunum á komandi fíggjarlóg. Bústaðarpakkin, sum Landsstýrið fer at leggja fram, fer at gera tað lættari hjá ungum fólki og familjum at seta búgv og fer eisini at betra um møguleikarnar hjá fólki við serligum tørvi at fáa sær egnan bústað.
Hetta fara vit at gera við tveimum lógaruppskotum einum um lutaíbúðafeløg og einum um bústaðapartafelag. Skipanin við lutaíbúðafeløgum ger tað lættari hjá fólki við lægri inntøkum at seta føtur undir egið borð. Somuleiðis fara eldri fólk at kunna skifta hús síni um við minni bústaðir. Við hesum gerst bústaðarmynstrið fjølbroyttari.
Lógin um bústaðapartafelag fer at skipa Húsalánsgrunnin og Íbúðagrunnin í eitt alment partafelag, sum skal fíggja bústaðir til fólk við serligum tørvi.
Landsstýrið fer at gera tað møguligt hjá lesandi at fara í barnsburðarfarloyvi, so at korini hjá teimum gerast betri.
Vit fara at leggja barnafrádráttin um til eitt útgjald. Hetta merkir, at eisini tey, sum onga arbeiðsinntøku hava, fáa barnastuðul. Umframt hetta ætlar Landsstýrið at hækka stuðulin til barnafamiljur við serligum tørvi.
Landsstýrið fer at leggja fram uppskot um sjúkradagpeningalóg, sum fer at gera, at tímalønt fáa betri møguleikar at vera heima hjá sjúkum børnum, og eitt uppskot um felags foreldramyndugleika fyri at styrkja støðuna hjá bæði børnum og foreldrum.
Vit hava longu økt inngjaldið í Samhaldsfasta, og samsvarandi er útgjaldið nú hækkað. Frá 1. januar næsta ár fer tað veruliga at merkjast, tí tá hækkar útgjaldið munandi. Saman við reguleringini av fólkapensjónini fer ein fólkapensjonistur, sum ikki hevur aðra munandi inntøku, at fáa 9.000 kr., og eini hjún 15.000 kr. um mánaðin.
Harumframt fer Landsstýrið at fremja ein víðfevnandi eftirlønarreform, sum fer at bera við sær, at allir borgarar sum frá líður fara at gjalda til egna eftirlønarskipan. Hetta er ein neyðugur lutur fyri at tryggja komandi ættarliðum góð pensjóns- og eftirlønarviðurskifti. Eitt álit um pensjónsreformin kemur nú í heyst.
Visjón 2015
Í fjør nýtti eg stóran part av ólavsøkurøðuni til at umrøða hugsanirnar aftan fyri Visjón 2015, sum er eitt av hjartamálunum hjá Landsstýrinum. Sum kunnugt hevur Landsstýrið sett strategibólkar at gera uppskot til mál og ítøkiligar ætlanir fyri samfelag okkara. Somuleiðis setti Landsstýrið eitt visjónstorg, sum er breitt umboðað av politisku skipanini, umframt av arbeiðstakarum, arbeiðsgevarum og áhugafeløgum. Visjónstorgið viðger og umrøður tað arbeiði, sum strategibólkarnir leggja fram.
Arbeiðið higartil hevur gingið væl, og fólkið hevur tikið visjónina til sín. Almenningurin viðger visjónina í álvarsemi, konstruktivt og jaliga, og við hvørt meira kritiskt og neiliga. Tað er umráðandi at vit kjakast, og at vit líta longur fram - at hugarenslið verður strekt munandi longri enn til næsta val. Tí kjakið er grundarlagið undir teimum avgerðum, vit skulu taka, fyri at fáa samfelagið, vit ynskja okkum í 2015.
Eg skal her leggja dent á, at bólkarnir koma við teimum uppskotum, sum teir meta vera rættast óheft av samgonguskjalinum ella politiska viljanum annars. Landsstýrið fer gjølla at viðgera uppskotini, ið koma frá strategibólkunum.
Í juni varð skipað fyri fýra visjónsdøgum, har teir ymsu strategibólkarnir løgdu fram tey mál, sum teir meta, at vit eiga at seta okkum. Í løtuni arbeiða bólkarnir við at leggja strategiir fyri hesi mál, og í heyst fara teir at leggja endaliga arbeiði sítt fyri Visjónstorgið.
Landsstýrið vil nýta hetta arbeiðið til at finna felags semjur og felags kós á økjum, har tað er avgerandi neyðugt at leggja langtíðarætlanir eitt nú um vinnukarmar, gransking og skúla verk.
Fólkaskúlin
Eg nevndi fyrst í røðuni, at vit fara at leggja dent á familjuna á komandi fíggjarlóg. Skúlaverkið, sum er grundarsteinur í Visjón 2015, fær eisini fremstu raðfesting. PISA-undankanningin, sum varð almannakunngjørd í vár, bendi á, at føroyskir næmingar eru ikki nóg væl fyri fakliga.
Landsstýrið hevur tikið hesa niðurstøðu í allar størsta álvara og hevur viðgjørt kanningina saman við øllum skúlaleiðarum í fólkaskúlanum.
Bøtast skal um umstøðurnar hjá øllum næmingum, bæði teimum, sum duga væl, og ikki minni hjá teimum, sum tørvar hjálp.
Størri áherðsla skal leggjast á byrjanarundirvísingina, serliga í føroyskum og støddfrøði. Málið er, at næmingarnir duga at lesa eftir annað skúlaár. Umráðandi er at menna bæði lesiførleikan og lesiáhugan hjá næmingunum og at skipa so fyri, at teir fáa fjølbroytt og mennandi tilfar á móðurmálinum.
Umframt fráfaringarroyndirnar er ætlanin at seta í verk støðuroyndir, til dømis í 3., 5. og 7. flokki, sum ein lið at eftirmeta undirvísingina í skúlunum.
Næsta PISA-kanningin verður á vári 2009, og tá skulu Føroyar vera líka væl fyri sum hini Norðurlondini.
Arbeitt verður við at gera skúlan betri til at taka ímóti næmingum við serligum tørvi og at styrkja sernámsfrøðiligu tænastuna, eitt nú við tænastueindum kring landið. Tann fyrsta eindin er sett á stovn í Eysturoynni. Næstu eindirnar skulu eftir ætlan vera í Suðuroy og Streymoynni.
Fakligi førleikin hjá lærarum hevur sjálvandi størstan týdning fyri fólkaskúlan, og sum ein avgerandi liður í menningini skulu lærara- og pedagogútbúgvingarnar styrkjast munandi. Næsta vár verður lógaruppskot um at nútímansgera læraraútbúgvingina lagt fyri tingið. Ætlanin er at skipa lærara- og pedagogútbúgvingarnar á bachelorstigi. Hesar útbúgvingar skulu í framtíðini í allar mátar vera eins góðar og tilsvarandi útbúgvingar í ES og grannalondum okkara. Hetta er neyðugt, skulu lærarar og pedagogar taka ímóti støðugt vaksandi avbjóðingum.
Fiskivinnan
Seinasta tíðin hevur verið merkt av nógva kjakinum um keyp og sølu av fiskiloyvum. Hetta er ikki nýtt fyribrigdi, men hevur verið ein veruleiki í rættiliga nógv ár, tó uttan at nøkur haldbar politisk loysn er funnin.
Landsstýrið tekur spurningin í fullum álvara og hevur sett hol á eina politiska viðgerð, sum fer at hava við sær eina heilt nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap.
Millum annað skal henda politiska viðgerðin taka støðu til spurningar sum at staðfesta ognarrættin, og undir hesum uppsøgn av veiðiloyvum, brúksskyldu, tilfeingisgjald og møguleikar hjá tí almenna at selja fiskirættindi.
Landsstýrið fer at arbeiða fyri atlimaskapi í FAO, sum er matvøru- og landbúnaðar felagsskapurin hjá ST. Hetta er ein góður samskiftisdepil hjá heimsins fiskivinnulondum. Atlimaskapur fer at geva okkum ein virknari og sjónligari leiklut sum fiskivinnutjóð í alheimshøpi, og vit fáa eisini høvi at gera vart við okkum á røttum stað.
Størsta framstigið í samráðingunum um fiskiveiðuavtalur fyri 2006 var semjan, sum loksins varð gjørd við Ísland, Noreg og ES um, hvussu svartkjaftastovnurin skal umsitast. Okkara samráðingarfólk áttu stóran lut í hesi semju, sum undir givnum fortreytum var sera góð.
Støðug menning í fiskivinnuni skal styrkja um kappingarføri okkara. Tí er ætlanin framhaldandi at tillaga játtanirnar til gransking á fiskivinnuøkinum, so at støðug menning av vinnugranskingini verður raðfest fremri.
Onnur vinna
Tað tykist, sum føroyska vinnan sum heild gerst dynamiskari og fjølbroyttari, og vónandi fær brúkarin ágóða av hesum. Vit síggja, at kapping er á fleiri økjum eitt nú innan telefoni, internet, flogferðslu og peningastovnar. Og fleiri fyritøkur víðka sítt virksemi uttan fyri landoddarnar.
Á tryggingarøkinum fara munandi broytingar at henda. Útlendsk tryggingarfeløg fara at fáa atgongd til føroyska marknaðin, og brúkarin fer at kunna tekna tryggingar uttanlands.
At fleiri almennar fyritøkur nú verða einskildar, fer at skapa enn meira dynamikk. Ætlanin er at selja 33% av partabrøvunum í Atlantsflogi í ár, og helvtin av partabrøvunum í Føroya lívstrygging verður latin tryggingartakarunum. Hin helvtin verður seld øðrum íleggjara. Byrjað verður eisini at einskilja Føroya banka og Føroya tele í 2007.
Í hesi løtu verður fjórði brunnurin á landgrunninum boraður. Ein boring verður í 2007 og ein í 2008. Hugsa vit um tær ovurhonds stóru upphæddir, sum oljufeløgini nýta til borivirksemi í og nærhendis føroyskum øki, so er lítil ivi um, at tey trúgva uppá, at olja er at finna. Og tað, at nógv olja er funnin bretskumegin markið, ger hetta ógvuliga sannlíkt. Hóast ein møgulig oljuvinna helst liggur nøkur ár frammi í tíðini, mugu vit longu nú fyrireika okkum bæði mentalt og samfelagsliga til tær grundleggjandi broytingar, ein slík vinna fer at hava á okkara samfelag.
Landsstýrið fer at seta á stovn ein búskapargrunn, har serligar inntøkur til landskassan, eitt nú inntøkur frá einskiljingum og eini møguligari oljuvinnuni, fara í. Grunnurin skal millum annað nýtast til at standa ímóti við í verri tíðum, til at gjalda niður almenna skuld og til at fíggja gransking.
Gransking er eisini eitt øki, vit í sambandi við Visjón 2015 leggja stóran dent á at styrkja í framtíðini, og Vísindaráð Føroya verður sett í næstum. Vit hava nú fingið eitt ílegusavn, sum verður liður í at byggja upp eina ílegugransking í Føroyum.
Í alivinnuni eru stór framstig við at henda, hóast útflutningurin í ár er sera lítil. Bøttar mannagongdir í alingini hava ført til betri sjúkufyribyrging og hava saman við koppseting bast ILA-sjúkuni. Alivinnan tykist at fara at fóta sær í størri og sterkari eindum, sum helst verða kappingarførari við útlendskar alifyritøkur.
Ætlanin er somuleiðis at gera Føroya altjóða skipaskráseting kappingarføra. 9 skip komu í FAS í fjør, og við árslok vóru til samans 35 skip í skrásetingini.
Á ymiskan hátt fer Landsstýrið at stuðla upp undir íverksetan og at menna íverk setaramentan. Samstundis skal land okkara marknaðarførast sum eitt land, har tað er gott at gera íløgur eitt nú í almennar fyritøkur, sum verða einskildar. Sum eitt land, har útlendskar fyritøkur kunnu royna nýggjar KT-skipanir. Sum eitt áhugavert land í sambandi við frálandavinnu, aling, fiskavirking og gransking.
Arbeiðsmarknaður
Á arbeiðsmarknaðinum eru verulig frambrot gjørd, við tað at partarnir hava stovnað fastan gerðarrætt og gjørt sáttmála um, hvussu trætumál og spurningar um sáttmálabrot skulu greiðast sum skjótast og við fyriliti fyri samfelagsligum áhugamálum. Partarnir eiga miklan heiður uppibornan fyri hetta avrik sítt.
Ein arbeiðsmarknaður, har rúmd er fyri øllum, eigur at vera næsta frambrotið.
Í einum vælferðarsamfelagi sum okkara eigur tað at vera ein sjálvfylgja, at fólk við skerdum førleika kunnu skapa sær eitt lív við innihaldsríkum arbeiði og fastari inntøku. Men tíverri mugu vit ásanna, at tað framvegis er alt ov lítið rúm fyri teimum ófullføru á arbeiðs marknaðinum bæði tí privata og tí almenna.
Tí verður farið undir eina serliga verkætlan. Arbeiðsmarknaðardeildin á Almannastovuni skal styrkjast, so at vit kunnu fáa fleiri fólk við skerdum førleika á arbeiðsmarknaðin og fyribyrgja, at fólk missa tilknýtið til hansara.
Eg fari inniliga at heita á privatar so væl sum almennar arbeiðsgevarar um at hugsa um tað samfelagsliga virðið, sum liggur í einum rúmligum arbeiðsmarknaði.
Útlendingamál
Útlendingaøkið hevur fingið nógva umrøðu. Eingin ivi skal vera um, at Landsstýrið vil, at vit taka væl ímóti teimum útlendingum, sum koma higar at arbeiða og seta búgv. At taka ímóti útlendingum krevur eisini av okkum, at vit fáa hesar borgarar at fella til í okkara samfelagi.
Umsóknirnar um arbeiðs- og uppihaldsloyvi gerast alt fleiri. Fyrra hálvár í ár komu umleið 270 umsóknir aftur ímóti umleið 90 somu tíð í fjør. Harumframt eru aðrar umsóknir um uppihaldsloyvi, eitt nú familjusamanføringar.
Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa skil á útlendingaøkið. Okkara reglur skulu vera smidligar og samfelagsliga skilagóðar. Skjótari og greiðari mannagongdir fyri máls viðgerðina av útlendingamálum verða nú gjørdar.
Landsstýrið vil stovna eitt arbeiðsmarknaðarráð við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at ráðgeva Innlendismálaráðnum um tørvin á útlendskari arbeiðsmegi.
Vit vilja leggja okkum eftir at fáa breiða politiska semju á tingi um okkara framtíðar útlendingapolitikk.
Støðan í tølum
Hyggja vit eitt sindur at hagtølum, so búðu 48.258 fólk í Føroyum tann 1. apríl 189 færri enn somu tíð í fjør.
Fólkatalið vaks nógv frá 1997 til 2002, men í fjør var afturgongd. Tá fluttu 422 fólk fleiri av landinum enn til landið. Fólkatalið minkaði tó ikki meira enn 127 fólk, tí burðaravlopið er stórt.
Tað verða fødd nakað oman fyri 700 børn um árið, ella 2,62 børn í miðal fyri hvørja kvinnu í barnførum aldri. Hetta er tað mesta síðan 1990 og tað mesta í øllum Evropa. Hetta er eitt heilsutekin, og vit skulu gera okkara til, at familjurnar trívast, so at vit varðveita høga barnatalið. Tað er ein góð trygd fyri okkara samfelag í framtíðini.
Tekin eru nú um, at nettofráflytingin seinastu árini er um at venda til eina nettotilflyting, og vit mugu vóna, at so verður. Okkum tørvar allar góðar kreftir, og tað hevur sjálvsagt stóran týdning fyri landið, at fólk, sum fara í onnur lond at úbúgva seg ella nema sær royndir, flyta heim aftur.
Brúkaraprísirnir eru nakað hækkaðir, men samanumtikið hevur inflasjónin verið tann sama sum í hinum Norðurlondunum, ið ikki hava stóra inflasjón.
Verða skipini ikki uppítald, er okkara innflutningur minkaður javnt og samt frá 2001 til 2005. Seinastu mánaðirnar er hann tó vaksin aftur. Síðsta árið eru prísirnir á oljuúrdráttum nógv uppfarnir, og hetta sæst týðiliga aftur í innflutningstølunum.
Framvegis er nógv tann stórsti parturin av okkara útflutningi fiskur og fiskavørur - um 95%. Fyrsta ársfjórðing í ár var útflutningsvirðið 934 mió. kr. Hetta eru 9% meira enn somu tíð í fjør. Høvuðsorsøkin til vøksturin eru munandi betri fiskaprísir, tí samstundis, sum virðið er vaksið, er útflutta nøgdin minkað. Útflutningsvirðið á alifiski er tó minkað nógv, men væntandi fer tað nú at vaksa aftur.
Sum nakað nýtt eru vit farin at skráseta aðrar vørur enn fisk og fiskaúrdráttir í hagtølunum fyri útflutning. Eftir at lógin um skráseting kom í gildi, er talið á skrásettum vørum farið úr 150 upp í 240, og mett verður, at einar 100 mió. kr. av føroyska útflutninginum vóru óskrásettar, áðrenn nýggja lógin kom í gildi.
Hallið á handilsjavnanum var lutfalsliga stórt í fjør 675 milliónir krónir. Tá eru skip íroknað.
Føroyska bruttoskuldin uttanlands var 6 mia. kr. í 2004, og bruttoognin var 9,4 mia. kr. Hetta svarar til, at nettoognin uttanlands var um 3,4 mia. kr. Hon er tískil minkað 1 mia. kr. frá 2002 til 2004.
Nettoskuld landskassans er 3 mia. kr.
Samferðslukervið
Nýggi Smyril kom til landið seinast í 2005, og í apríl varð Norðoyatunnilin upplatin. Við honum hava um 85% av fólkinum nú landfast samband. Av størri samferðsluætlanum kunnu nevnast útbygging av flogvøllinum, sum farið verður undir, nú hann verður yvirtikin. Vit eru sera fegin um, at ein loysn loksins er komin fyri flogvøllin, sum so harðliga treingir til at dagførast og útbyggjast.
Arbeitt verður við verkætlan um undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Havnina, og forkanningarnar eru farnar í gongd til tunnil millum Streymoynna og Sandoynna.
Vit fegnast um, at okkara undirstøðukervi áhaldandi verður útbygt. Men vit mugu tíverri eisini ásanna, at ferðslan hevur sína skuggasíðu, og framvegis doyggja ov mong í ferðsluni. Tí verður í hesi tingsetu lagt fram uppskot at broyta ferðslulógina, har serliga verður hugsað um ungar bilførarar.
Heilsa
Landsstýrið leggur dent á, at heilsustøða føroyinga skal vera góð, og nú verður stóra fólkaheilsuætlanin sett í verk.
Hetta skal geva føroyingum ungum sum gomlum - betri heilsu og harvið betri lív. Fólkaheilsuætlanin skal fyribyrgja fólkasjúkum sum krabbameini, hjarta- og æðrasjúkum og sukursjúku. Í fólkaheilsuætlanini verður høvuðsdentur lagdur á at fáa fólk at røra seg meira, roykja minni, eta heilsubetri mat og at minka um rúsdrekka- og rúsevnismisnýtsluna.
Nógvir skúlar hava gjørt íløgur í vatnkølarar og geva børnunum dagligt tilboð um frukt. At okkara skúlabørn kunnu velja frukt og reint vatn fram um góðgæti og sodavatn fær stóra ávirkan á fólkaheilsuna í framtíðini. Eisini fegnast vit um stóru undirtøkuna fyri fólkaheilsurenningini, sum verður hildin á triðja sinni í heyst.
Annar liður í okkara heilsupolitikki er at høvuðsumvæla og nútímansgera Landssjúkrahúsið, so at tað kann gerast eins gott og sjúkrahúsini í grannalondum okkara, tá ið ræður um kanningartilboð, viðgerðartilboð, trygd og hentleikar. Arbeitt verður av øllum alvi at talgilda heilsuverkið, so at sjúklingar kunnu fáa betri tænastur.
Hóast psykiatriin hevur verið fyri munandi framstigum seinastu árini, ásanna vit í Landsstýrinum, at enn er langt á mál. Gerast skal nýggj psykiatrilóg, sum tryggjar rættindini hjá sálarsjúkum. Útbyggingin av sosialpsykiatriini og økispsykiatriini skal halda fram, og barna-, ungdóms- og eldrapsykiatriskar tænastur skulu setast á stovn komandi árini.
Harra formaður.
Hetta landsstýrið setti sær fyri at fáa greið og støðug viðurskifti við Danmark til tess at fáa útint tey mongu politisku mál, sum vit settu okkum. Sambandið og samstarvið okkara millum er í dag merkt av virðing frá báðum pørtum, sum er grundleggjandi neyðugt, um ein skal fremja tey mál, ein setur sær. Tað merkir tó ikki, at Landsstýrið er samt við donsku stjórnina í einum og øllum!
Men tað hevur eydnast Landsstýrinum at gera fleiri týdningarmiklar semjur við danir, sum føra land okkara longri fram á leiðini móti fullari ábyrgd av øllum okkara viðurskiftum innanríkispolitiskt sum uttanríkispolitiskt. Dømi um hetta eru uttanríkispolitiska lógin og yvirtøkulógin, sum nú hava verið í gildi í eitt ár. Nú vit hava fingið yvirtøkulógina, eru tað einans vit sjálv, sum gera av, nær vit yvirtaka málsøki.
Størsta yvirtøkan í hesum valskeiðnum verður fólkakirkjan, og Landsstýrið ætlar, at kirkja okkara skal vera føroysk næstu ólavsøku.
Fjølmiðlaábyrgdin er yvirtikin, og fjølmiðlakærunevnd er sett.
Aftur at hesum er ætlanin at yvirtaka vinnufelagslóggávu og tilbúgving. Felags stovnur fyri tilbúgvingarmyndugleikan er skipaður.
Stjórnarskipan
Arbeiðið í stjórnarskipanarnevndini gongur eftir ætlan, og nevndin fer at handa mær álit seinast í árinum. Síðan skal málið viðgerast politiskt. Millum týdningarmiklu tættirnar er spurningurin um, hvussu mannagongdin skal vera, um verandi ríkisrættarliga støðan skal sigast upp.
Norðurlendska samstarvið
Umsóknin um føroyskan limaskap í norðurlendska samstarvinum verður framvegis viðgjørd, og mál okkara er fullur limaskapur. Hinvegin er at leggja sær í geyma, at politiskar forðingar eru fyri broytingum í norðurlendskum høpi, og at Danmark framvegis hevur eitt ávíst stjórnarrættarligt fyrivarni fyri fullum limaskapi. Hetta, hóast uttanríkispolitiska lógin leggur upp fyri hesum.
Uttanríkispolitikkur og menningarhjálp
Harra formaður.
Eg legði fyri við at siga, at tað stendur væl til í landi okkara, og búskaparútlitini eru góð. Og í dag fegnast vit um okkara tjóðarhátíð, og at vit liva í einum landi við fólkaræði, har friður valdar. Vit hava í royndum allar fyritreytir at skapa eitt enn betri og sterkari samfelag. Hetta er als eingin sjálvfylgja, tí at heimurin kring okkum er alt annað enn tryggur. Í hesi løtu bresta bumbur í Libanon og Ísrael, og vandi er fyri, at Miðeystur alt fer at standa í ljósum loga, um ikki vápnahvíld verður sum skjótast. Bumbur greiða ongar trætur, men sáa einans mistreysti og hatur. Íbúgvarnir gjalda ein prís, vit illa duga at ímynda okkum.
Á heimskortinum er tíverri stutt millum økini, har kríggj og náttúruvanlukkur gera um seg. Tað er ein sjálvfylgja, at rík lond sum okkara eru við til at byggja upp aftur. Farnu tingsetu hava vit latið nakað av peningi til bráðfeingis neyðhjálp, og vit eru farin at byggja menn ingarhjálp upp sum øki í fyrisitingini. Framvegis eru tað ikki stórar upphæddir, ið avsettar verða, men tær tríggjar milliónirnar á fíggjarlógini eru ein byrjan.
Landsstýrið ætlar, at menningarhjálp skal gerast fastur partur av okkara uttanríkispolitikki og ætlar at menna økið so líðandi. Í dag samstarva Føroyar við Heimsbankan, CARE Peru, Mercy Corps og íslendska menningarhjálparstovnin Iceida. Í hesum sambandi kann eg nevna, at tann fyrsti føroyski starvslesandi er farin til Namibia og Malavi.
Uttanríkispolitikkur sum heild
Føroyar eru av álvara farnar at virka uttanríkispolitiskt, og vit seta okkum framsøkin mál. Ein avgerandi liður er at gera land okkara sjónligari, og her hevur tað stóran týdning, at løgmaður og landsstýrismenn áhaldandi virka fyri føroyskum vinnu- og mentanaráhuga málum í øðrum londum.
Løgmaður var í vár saman við føroyskum vinnulívsfólki í India, har virkað varð fyri vinnu ligum netverkum, eins og tosað varð við politiskar myndugleikar og umboð fyri stovnar og felagsskapir. Indiski áhugin fyri føroyskari tøkni og vitan eitt nú innan fiskivinnuna - var stórur. Somuleiðis kann okkara vinna læra mangt frá londum sum India, londum, ið mennast skjótt og eru í fremstu røð á fleiri økjum eitt nú í kunningar- og samskiftistøkni.
Tá ið íslendski forsætisráðharrin var í Føroyum við íslendskum vinnulívsfólki í vár, beyð hann løgmanni á almenna vitjan í Íslandi. Eg havi tikið av hesi innbjóðing og ætli at bjóða vinnulívsfólki við á ferðina.
Landsstýrið leggur stóra áherðslu á at økja um møguleikarnar hjá vinnu okkara at virka úti í heimi. Og nógv er hent hesa tingsetu, nú altjóða handilspolitiski karmurin fyri vinnuna er batnaður munandi.
Føroyar eru vorðnar partur av Pan-euro-med skipanini um at samsavna uppruna, atgongdin fyri okkara fiskavørur til ES-marknaðir er vorðin betri, og Russlandssáttmálin fær nú gildi. Hesin sáttmáli javnsetur føroyskar fyritøkur við fyritøkur í Íslandi, Noregi og ES, ið hava bestu handilsligu viðurskifti við Russland. Sáttmálin fer serliga at koma uppsjóvarvinnuni til góðar.
Uttanríkispolitiska lógin hevur nú virkað í eitt ár, og við henni eru fleiri millumtjóða sáttmálar gjørdir - sáttmálar við Ísland, Noreg, ES og Sveis, um at Føroyar eru við í felags evropisku skipanini um samsavnan av uppruna Pan-euro-med.
Tá ið Hoyvíkssáttmálin kemur í gildi seinni í ár, verða Føroyar og Ísland eitt búskaparøki. Eingin ivi er um, at sáttmálin fer at roynast væl hjá vinnu okkara, og at hann fer at stimbra búskapin.
Landsstýrið hevur fingið fráboðanir frá dønum um, at Loran-C støðin á Eiði ikki fer at verða rikin sum higartil. Landsstýrið hevur fingið at vita, at radarin á Sornfelli verður sløktur við árslok. Hetta eru tvey mál, sum Landsstýrið arbeiðir miðvíst við at greiða í samráði við uttanlandsnevndina.
Landsstýrið arbeiðir í løtuni miðvíst við at fáa í lag EFTA-limaskap. Í hesum sambandi havi eg verið á fundi við Liktinstein og Sveis. Eftir summarfrítíðina verður fundur við ávikavist Ísland og Noreg.
Umframt EFTA-limaskap ætla vit at styrkja okkara samband við ES og arbeiða fyri at samstarvið í framtíðini skal fevna um tey fýra frælsini fyri vørur, tænastur, kapital og persónar umframt samstarv á øðrum økjum, ið hava felags áhuga so sum útbúgving, gransking og mentan.
Í heyst verður uttanríkispolitisk frágreiðing løgd fyri Løgtingið.
Sum løglistin boðar frá, so verður nógv politiskt virksemi í komandi tingsetu. Vit fara at avgreiða ein familju- og bústaðarpakka og hava eina grundleggjandi viðgerð av okkara høvuðsvinnu. Vit fara undir setningin at styrkja okkara fólkaskúla, so tað ger mun. Vit skulu samtykkja ein eftirlønarreform og yvirtaka fólkakirkjuna. Og ætlanirnar fyri grundarsteinarnar í Visjón 2015 verða lagdar fram og viðgjørdar.
Harra formaður.
Samanumtikið stendur væl til í Føroyum. Lat okkum tí taka saman hendur, so at vit ikki bert halda fast við framgongdina, men lyfta samfelagið longri fram á leið.
Góða tingsetu og góða ólavsøku!