hvussu so er meiri reglan enn undantakið, at flokkurin tekur ikki undir við politikkinum hjá samgonguni. Einari samgongu sum flokkurin annars er partur av grundarlagnum undir, og eini samgongu, sum er so mikið [...] hækkingina? Ella kundi Sambandsflokkurin verið partur av einari samgongu, sum arbeiddi við at taka fullveldi, bara fyri at seinka prosessini? Í løtuni er líkt til, at Miðflokkurin er so nógv ímóti samgon [...] valið – og meiri enn tað! Líkt er til, at tað er brúk fyri einum samgonguandstøðuflokki í Føroyum. (sitat) Hvussu nógv kann ein flokkur vera ímóti politikkinum, sum hann er garantur fyri?
umráðandi málið í løtuni er trygdarstøðan í Arktis. Her er skipanin við Uttanlandsnevndini í løgtinginum ein forðing fyri, at limirnir eru nóg væl kunnaðir. Sambandsflokkurin hevur alment lagt fram, at [...] at Danmark. Hetta er púra misskilt, tí samstarvið er ein gyltur møguleiki fyri at fáa betri kunning um trygdarstøðuna hjá okkum. Tað mest umráðandi má vera, at vit fáa kunning, sum er til gagns fyri fólkið [...] áhugaverda gransking í greinini “The Danish Realm in the Arctic”, sum er kunngjørd í tíðarritinum, Regional and Federal Studies. Niðurstøðan er, at Føroyar gagnnýta ikki møguleikan á parlamentariskum stigi til
Johannesen er komin styrktur burtur úr landsfundinum. Johan Dahl stendur formanninum ideologisk nær og valið er tí enn ein smeitur fyri tey moralkonservativu í Sambandsflokkinum. Spurningurin er, hvussu nógv [...] týdning, at Sambandsflokkurin verður ikki so viðeiriligur hjá løgmanni at fara við, sum hann hevur verið. Johan hevur enn ikki sagt takk fyri seinast við løgmann, og einaferð skal tað verða, so mikið er vist [...] javnstøðumál, almannamál og einskiljingin. Yvirlýsingin er stutt og sera greið og við henni hevur flokkurin flutt seg eitt fitt stig aftur til vinstru. So er spurningurin, um flokkinum hepnast at fáa aðrar við
verða. Spurningurin er so, um skipanin, sum hon er ídag, har ein partur verður goldin sum kirkjuskattur, heldur fram, ella um útreiðslurnar skulu býtast øðrvísi, tá ið fólkakirkjan er vorðin føroysk. [...] síggi eg ikki, at kirkjugongdin verður nakað broytt frá tí degi at kirkjan er yvirtikin. Einasti munurin verður, at kirkjan er á føroyskum hondum og lóggávan føroysk. Eg eri ikki samdur við Annlis Bjarkhamar [...] tí vit kenna kirkjuna sum hon er ídag. Umframt sínar kirkjuligu uppgávur, hevur fólkakirkjan nakrar uppgávur, sum eg meti at vit øll eiga at gjalda fyri. Eingin orsøk er til at flyta hesar uppgávur frá
eina heimastýrislegu, sum sjálvt Sambandsflokkurin kann stuðla. »Ongantíð fyrr er so nógv gjørt á sjálvstýrisleið«. Hetta hoyrdist mangan uppundir seinasta val. Hvat er komið av skafti hjá samgonguni nú [...] samgongunnar, er nógv meira einfalt enn. Tjóðveldisflokkurin og Fólka-flokkurin eru grundleggjandi ósamdir um flestu týðandi mál. Vit kunnu bert hyggja at fiskivinnupolitikkinum. Fullveldismálið er nú komið [...] samgongur? Nei! Er nøkur fólkaatkvøða hildin? Nei! Gamaní var blokkurin niðurskorin við einari ov stórari upphædd, men tað, at tað verður svangligari í Føroyum uttan økta ábyrgd av málsøkjum er ikki framstig
peningur ikki er til at gjalda í veruleikanum. Tað er tað versta. Betri hevði verið at gjørt uppbyggjandi broytingar innan ríkisfelagsskapin. Tað hevði gagna Føroyum almikið. Tað vil Sambandsflokkurin. [...] Ábyrgdarloysi og loysing hond í hond: Ikki haldi eg, at tað er skeivt at siga, at loysingarpolitikkurin, ið samgonguflokkarnir standa fyri er fullkomuliga ábyrgdarleysur. Tí sjálvandi skulu bæði lítlar [...] rakstrar, viðlíkahalds og íløgumøguleikar ávirkaðir? Og tá er serliga gott at vera varin í metingum. Um førleikin at gera slíkar metingar ikki er til staðar, eiga tær at verða gjørdar av slíkum, ið hava
soleiðis sum HPS annars breggjar sær av. Hvar er negativlistin hjá HPS? Ja men Harragud, ein er noyddur at fregnast eftir negativlistanum hjá HPS sjálvum, tað er jú upplagt: - Hvussu við læknavaktini í Norðoyggjum [...] hjá HPS er fyri tað mesta bluff Í hvørji einastu grein hjá HPS verður borðreitt við einum positivlista yvir egin avrik, við eftirfylgjandi lista yvir vánalig avrik hjá øðrum. Positivlistin er tó fyri tað [...] tað mesta bluff. Tí tað er útgjaldið úr Samhaldsfasta, sum ger at penionistar fáa meira pening útgoldnan nú enn fyri fýra, fimm árum síðan. Samhaldsfastið er ikki ein pensión, men heldur ein skipan, har
at atkvøða um málið týsdagin, men tað er longu nú greitt, at ein stórur meiriluti fer at fella uppskotið, so at borgarstjórar framhaldandi kunnu sita á tingi. Tað er greitt, nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum [...] dent á, at tað er kommunan sjálv, sum tekur støðu til um borgarstjórin skal sleppa at røkja tvey størv í senn ella ikki. Tey halda eisini, at Løgtingið skal ikki gera av um ein borgari, ið er valdur bæði [...] álitið, sum veljararnir í báðum førum hava sýnt honum. - Tá ið talan er um arbeiðsbyrðu, heldur meirilutin ikki, at nakar munur er á at at vera løgtingslimur og borgarstjóri, og at vera løgtingslimur og
hann, sum garvaði politiski viðmerkjarin hann er at vita, at í politikki ber ikki til at hava horn í síðuna á hvørki nøkrum politikara ella flokki. Politikkur er at hava ávirkan, skapa og at vera við til at [...] Sambandsflokkinum í býráðnum atkvøddi fyri at loyva dupultum sessi, men Sambandsflokkurin eigur einki umboð í Klaksvíkar Býráð. Eitt er, at vit sum lesarar og hyggjarar helst ov ofta síggja politiska litin [...] hjá viðmerkjarum, sum flestu borgarar lata fara aftur við borðinum, annað er so, tá ið borðreitt verður við skeivum fakta, tá er ikki nógv eftir av trúnni uppá tað ið sagt verður og eiga vit at tala at
í dag er umrøða av ólavsøkurøðu løgmans. Talan verður um ein stuttan fund, tí avtalað er, at einki orðaskifti verður um røðuna. Tvey onnur mál verða til viðgerðar á øðrum fundi. Annað málið er uppskotið [...] teir fara at leggja uppskotið fram – og sum info skilir tað, so er tað sannlíkt, at uppskotið verður lagt fram so ella so. Spurningurin er bara, um tað verður ein flokkur, tveir flokkar ella onkur einstakur [...] uppskotið um fiskidagar, hitt er løgfrøðisliga átalan til løgmann og Kára P. Højgaard. Tað verður hest beint eftir at hetta málið er avgreitt, at misálitisuppskotið møguliga verður lagt fram. Og verður tað lagt