Fólkaflokkurin hevur alla setuna verið ógvuliga greiður í sambandi við hetta mál. Vit vilja at borgarstjórin í Klaksvík skal hugsavna seg og nýta alla sína orku at arbeiða fyri kommununa. Tað meta vit ikki ber til við tveimum fulltíðar størvum. Borgarstjórin er umframt at vera politiski leiðarin, eisini ovasti umsitingarligi leiðarin í kommununi.
Tá ið blaðstjórin sigur, at Fólkaflokkurin hevur horn í síðuna á borgarstjóranum, átti hann, sum garvaði politiski viðmerkjarin hann er at vita, at í politikki ber ikki til at hava horn í síðuna á hvørki nøkrum politikara ella flokki. Politikkur er at hava ávirkan, skapa og at vera við til at byggja land. Gongur ikki sum ætlað, so er umráðandi at flyta fokus og síggja nýggjar møguleikar.
Tað hevur verið nógv uppi í tíðini seinastu árini at geva Fólkaflokkinum skuldina fyri líkt og ólíkt. Vil upplýsa blaðstjóran um, at henda politiska avgerð liggur ikki hjá okkum. Fólkaflokkurin hevur ikki valt borgarstjóran. Hann er okkara borgarstjóri tí vit eru klaksvíkingar, og ikki tí vit sum partur av býráðnum tóku undir við at velja hann. Tað vóru Sjálvstýri, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin sum valdu borgarstjóran. Hevði borgarstjórin havt tað góða samstarvið í samgonguni, sum hann hevur ført fram alla setuna, so hevði hann óivað fingið loyvi til at sitið í báðum sessum. Tí hevði verið líkamikið, hvat Fólkaflokkurin hevði atkvøtt.
Umráðandi við trúvirði
Blaðstjórin sigur í somu grein, at umboðið hjá Sambandsflokkinum í býráðnum atkvøddi fyri at loyva dupultum sessi, men Sambandsflokkurin eigur einki umboð í Klaksvíkar Býráð. Eitt er, at vit sum lesarar og hyggjarar helst ov ofta síggja politiska litin skína ígjøgnum hjá viðmerkjarum, sum flestu borgarar lata fara aftur við borðinum, annað er so, tá ið borðreitt verður við skeivum fakta, tá er ikki nógv eftir av trúnni uppá tað ið sagt verður og eiga vit at tala at.
Vil heita á Eirik Lindenskov, eins og aðrar viðmerkjarar, at tá ið tit fara út um høvuðsstaðin, so at seta tykkum betur inn í tingini, so tað tit siga er eftirfarandi. Mangan vita vit sum lesarar og hyggjarar ikki betur og tí er takksamt at borðreiða fyri okkum tað ið passar tykkum best. At tit ikki altíð megna at halda tykkara politisku meiningum burtur er eitt, men tit eiga at hava fakta uppá pláss, um nakað trúvirði skal vera.
Gunvá við Keldu
Býráðslimur í Klaksvíkar Býráði