Málið má ikki køvast í samgonguroki

Álvarsmálið um landsantikvarin er langt frá liðugt og má ansast eftir, at málið ikki verður gloymt í øllum samgongurokinum. Landsstýriskvinnan bar seg skeivt at og tók avleiðingarnar. Hetta átti at verið ógvuliga einfalt at fata, hóast Tjóðveldisflokkurin av roynir at fáa tað at síggja út sum, at alt fór rætt fram í málinum. So langt so gott. Eftir stendur, at feilurin ikki er rættaður. Setanarpolitikkur og siðvenja eru ikki fylgd. Einstaklingurin, ið var innstillaður og funnin ov lættur, og fakfelagið royna at fáa tingini í rættlag aftur. Hetta málið eigur ikki at tengjast saman við keglið millum Tjóðveldisflokkin og løgmann. Tað áliggur politiska myndugleikanum at fáa hetta mál loyst.

Hitt málið, um ringa gongulag samgongunnar, er nógv meira einfalt enn. Tjóðveldisflokkurin og Fólka-flokkurin eru grundleggjandi ósamdir um flestu týðandi mál. Vit kunnu bert hyggja at fiskivinnupolitikkinum. Fullveldismálið er nú komið í eina heimastýrislegu, sum sjálvt Sambandsflokkurin kann stuðla.

»Ongantíð fyrr er so nógv gjørt á sjálvstýrisleið«. Hetta hoyrdist mangan uppundir seinasta val. Hvat er komið av skafti hjá samgonguni nú í fimm ár? Hevur samgongan yvirtikið meir enn aðrar samgongur? Nei! Er nøkur fólkaatkvøða hildin? Nei! Gamaní var blokkurin niðurskorin við einari ov stórari upphædd, men tað, at tað verður svangligari í Føroyum uttan økta ábyrgd av málsøkjum er ikki framstig á sjálvstýrisleið. Heldur tvørturímóti.

Undanfarna samgonga yvirtók Skipasýnið og skal hon hava rós fyri tað, men helst má tað søguligani sæð verða ein av soltnastu samgongum, tá um yvirtøkur ræður. Hví tvíheldur Tjóðveldisflokkurin so um Fólkaflokkin?

Ofta hoyrist, at Javnaðarflokkurin er so afturhaldssinnaður. Men hvør hevur verið størsti yvirtøkuflokkurin. Vit kunnu nevna Postverkið, Vaktar- og Bjargingartænastuna, víðkanina av fiskimarkinum, avtøkuna av refusiónsskipanini, yvirtøkan av ráevnunum í undirgrundini. Øll vóru yvirtikin av samgongum undir javnaðarleiðslu. Tann løgmaður, ið hevur staðið á odda fyri flestu yvirtøkum í Føroyum, eitur Atli P Dam. Tjóðveldisflokkurin var við í hesum samgongum, og hevur mangan hug til at taka heiðurin av hesum yvirtøkum, men seinastu fimm árini hava víst, at flokkurin ikki formáar sær nakað á sjálvstýrisleið uttan Javnaðarflokkin. Nær hetta faktum fer at rína við yngra ættarliðið í Tjóðveldisflokkinum er ilt at siga. Kanska núverandi samgongustøða blæsir eitt sindur av søguligum innliti inn í hølini hjá Tjóðveldisflokkinum á Gamla Apoteki, soleiðis at pástandurin um, at »alternativið er svart samband« verður endurskoðaður. Alternativið er yvirtøkur við skili í einari arbeiðsførari samgongu við samhaldsføstum hugsjónum.