Miðflokkurin hevur mest sum skapt eitt nýtt hugtak í føroyskum politikki. Flokkurin førir seg fram sum andstøðuflokkurin í samgonguni. Vit kenna alt til, at einstakir politikarar ella flokkarar leggja seg upp á tvørs í einstøkum málum í einari samgongu, men hjá Miðflokkinum tykist tað vera mest sum gjøgnumført og í hvussu so er meiri reglan enn undantakið, at flokkurin tekur ikki undir við politikkinum hjá samgonguni. Einari samgongu sum flokkurin annars er partur av grundarlagnum undir, og eini samgongu, sum er so mikið breið, at hon hevur meiriluta, hóast Miðflokkurin hevur leiklutin, sum hann hevur átikið sær.
Talan er um løgið paradoks. Bæði tað, at hinir flokkarnir í samgonguni lata hetta ganga, og at Miðflokkurin eftir øllum at døma hevur fingið vind í seglini við hesum taktikkinum.
Á løgtingsvalinum í oktober fekk Miðflokkurin 6, 3 prosent av atkvøðunum, og tað rakk til tvey tingfólk. Tvær veljarakanningar síðani valið góvu Miðflokkinum afturgongd, og í Gallup-kanningini í februar mánaði í ár, var flokkurin komin heilt niður á 4,9 prosent.
Men so var tað, at formaðurin í Miðflokkinum av álvara fór at markera seg sum mótstøðumann hjá samgonguni. Hann hótti við at rýma úr selskapinum, um politikkurin ikki varð broyttur. Talan var um hóttan og ikki meiri enn tað, og Miðflokkurin varð verðandi í samgonguni, hóast tað er ilt at fáa eyga á veruligar kósbroytingar hjá samgonguni. Argumentið hjá Jenisi var og er, at tað var frægari at vera partur av samgonguni og ávirka og toga hana rætta vegin, heldur enn at sita uttan fyri og onga ávirkan at hava.
Hetta er eitt dubiøst argument. Tí hvussu nógv kann ein flokkur vera ímóti politikkinum, men hóast alt vera garanturin fyri samgonguni og politikkinum? Kundi Tjóðveldi verið við í eini sambandssamgongu, sum vildi hækka blokkin, bara fyri at avmarka hækkingina? Ella kundi Sambandsflokkurin verið partur av einari samgongu, sum arbeiddi við at taka fullveldi, bara fyri at seinka prosessini?
Í løtuni er líkt til, at Miðflokkurin er so nógv ímóti samgongupolitikkinum, at hann hevur einki at gera í samgonguni . Men taktikkurin hjá Jenisi riggar. Meðan hinir tríggir samgonguflokkarnir mistu nógva undirtøku í Gallup kanningini hjá Sosialinum í farnu viku, vendi Miðflokkurin gongdini. Flokkurin tykist vinna tað aftur, sum flokkurin hevur mist í veljarakanningum síðani valið – og meiri enn tað! Líkt er til, at tað er brúk fyri einum samgonguandstøðuflokki í Føroyum.
(sitat)
Hvussu nógv kann ein flokkur vera ímóti politikkinum, sum hann er garantur fyri?