Javnaðarflokkurin hevur avblást klassastríðið, er komin við uppskoti um sparingar á pensiónsøkinum á 25 mió. kr. við at hækka pensiónsaldurin og mótrokna frá fyrst tjentu krónu í pensiónini. Neyvan tað javnaðarveljarin hevði væntað. Tí sær veljarakanningin, sum hevur gjørt HPS í ørviti, ivaleyst út, sum hon ger.
Sambandsflokkurin hevur roynt at fingið Javnaðarflokkin frá hesi vandakós. Tí átti Hans Pauli at vent kanónunum, og annaðhvørt funnið sær annan syndabukk, ella hildið uppat við tvitnu skrivingini.
Atburðurin hjá HPS í løtuni minnir ikki sørt um atburðin hjá Høgna Hoydal á Fólkatingi, har hann í áravís hevur gingið og roynt at sparka opnar hurðar inn.
Positivlistin hjá HPS er fyri tað mesta bluff
Í hvørji einastu grein hjá HPS verður borðreitt við einum positivlista yvir egin avrik, við eftirfylgjandi lista yvir vánalig avrik hjá øðrum. Positivlistin er tó fyri tað mesta bluff. Tí tað er útgjaldið úr Samhaldsfasta, sum ger at penionistar fáa meira pening útgoldnan nú enn fyri fýra, fimm árum síðan.
Samhaldsfastið er ikki ein pensión, men heldur ein skipan, har allir borgarar og arbeiðsgevarar rinda í grunn, alt eftir inntøku og lønargjaldingum. Skipanin hevur einki við landskassan at gera.
Sostatt eru ikki teir stóru batarnir hendir á pensiónsøkinum, soleiðis sum HPS annars breggjar sær av.
Hvar er negativlistin hjá HPS?
Ja men Harragud, ein er noyddur at fregnast eftir negativlistanum hjá HPS sjálvum, tað er jú upplagt:
- Hvussu við læknavaktini í Norðoyggjum, pørtum av Eysturoynni og vesturi í Vágum, har sjúklingurin hevur fingið eina verri tænastu?
- Kommunulæknaskipanini sum heild, har stórur partur av størvunum eru ómannað, til miklan ampa fyri sjúklingar?
- Kostnaðarmiklu multistjóraætlanirnar innan sjúkrahúsverkið?
- Órímuliga langa viðgerðartíðin í samband við umsóknir at gerast fyritíðarpensionistur, har tað mangan tekur fleiri ára óviriligt stríð, hjá illa støddum borgarum, bara at verða hoyrd.
- Nógvu feilkeypunum av illa egnaðum bygningum til bústovnar, sum kosta skattgjaldarunum tíggjutals óneyðugar milliónir?
- Ovurhonds luksusdýru og lítið javnaðarsambarligu ellis- og røktarheimsætlanini við tilhoyrandi heimi til sinnisveik í Vági? ….
Nei, størri játtanir og pengabrúk nýtast ikki at merkja betri tænastur. Tvørturímóti er upptakið hjá Rósu og Aksel ikki, sum at siga tað! Ei dáni í, at onkur mistøk henda á vegnum, nú skil aftur skal fáast á.
Hans Pauli pellar um skattalættar
Sambandsflokkurin royndi at fáa Javnaðarflokkin at skifta kós og ganga frá skattalættanum, sum skuldi latast í seinnu helvt av valskeiðnum 2004 – 2008. Javnaðarflokkurin vildi ikki, og valdi heldur at fylgja skattapolitikkinum hjá Fólkaflokkinum. Avtala fekst tí bert um at minka ætlaða skattalættan við einum triðingi. So HPS, syrgiligi sannleikin er, at Javnaðurin setti skattalættar fram um pensionistar.
At dagføra skattastigan í fyrru helvt av valskeiðnum 2004 – 2008 var annars í lagi av tveimum orsøkum:
- at sleppa miðalinntøkum undan brandskatting av seinast vunnu krónunum
- og fyri at seta ferð á búskapin.
Mitt í skeiðnum, tá hjólini aftur vóru farin at mala, hevði tó verið rætt at slept skattalættanum. Men Sambandið stóð tá tíverri einsamalt.
So, HPS pellar, tá hann leggur okkum onnur undir at tvíhalda um skattalættar, heldur enn at raðfesta pensionistar.
Hósat munnkurv, flúgva fundarfrásagnir um geilar
Sjálvt um HPS hevur álagt sær sjálvum munnkurv í pensiónsmálum, er sum at stoyta úr eplasekki, nú góða viku eftir múlabandið. Munnkurvin man vera skrædnað, tí fundarfrásagnirnar ferðast, sum eldur í uppturkaðum berjalyngi umvegis tíðindastovur, portalar og bløð. Men heldur ikki her kemur allur sannleikin fram. Tað ljóðar, at allar ólukkur koma frá embætisfólki og øðrum politiskum flokkum, meðan HPS sjálvur stendur, sum drangur í brimi og verjir pensionistarnar.
Makan til óseriøsitet og nalvaskoðan skal ein leita við luppi eftir.
Nú fundarfrágreiðingarnar kortini flúgva um geilar, átti Hans Pauli heldur at greitt fólki frá fundinum, tá Sambandflokkurin í fyrru ABC, um hálvan róður, kom við kravinum um at strika seinna part av ætlaða skattalættanum.
Pensiónin ikki lækkað
Tá HPS enn einaferð fær tað at ljóða, sum um pensiónirnar eru lækkaðar í seinnu ABC samgonguni, so er tað framvegis ikki rætt. Viðbøturnar til pensiónina eru hækkaðar við javningini á 3%.
Heilivágur
Broytingarnar, sum eru gjørdar viðvíkjandi heilivági eru órógvandi, og í ávísum førum beinleiðis óhepnar. Spurningurin má tí takast upp í samgonguni og skeivleikar rættast.
Løgið tykist tó, at HPS so vítt eg, og onkur annar við, kunnu minnast, ongantíð talaði at uppskotinum, tíansheldur ávaraði samgonguna um vansarnar, tá hann sat í landsstýrinum. Hugsi tað ikki vera at fara ov langt, tá sagt verður, at HPS hevur havt ein fingur við í spælinum og beinleiðis talað fyri.
Ikki fyrr enn HPS var noyddur at fara úr landsstýrinum í Løgtingið orsaka av yvirnýtslu, fekk pípan annað ljóð, og maðurin byrjaði at tala at.
Kanska orkaði HPS ikki at gera um seg í landsstýristíðini orsakað av eini óhepnari samanblanding millum heilsurenningar og ov nógvari vegitabilskari føði. Ella vildi hann kanska fyri einhvønn prís halda fast við landsstýrissessin. Eitt er tó vist, trísifraðu milliónirnar, ið vórðu brúktar uttan heimild, høvdu verið góðar at gjørt gott við í hesum døgum.
Neyðugt at hyggja frameftir
Fari tó fyri hesaferð at gevast við skrivingini um markátligu samstarvsuppleggini á pensiónsøkinum hjá Javnaðinum og Hans Paula Strøm. Frægast man hóast alt vera at líta frameftir, fara í arbeiðshandskarnar og royna at finna góðar og neyðugar loysnir.