Yvirtøkan av fólkakirkjuni

Tá talan er um yvirtøku av fólkakirkjuni hava vit samgonguskjalið at halda okkum til. Har verður sagt millum annað, at allir partar, sum varða av fólkakirkjuni, verða við í fyrireikingararbeiðinum. Hetta eigur og skal haldast, sum eg eisini segði undir viðgerðini í samband vit fyrispurningin frá Lisbeth L. Petersen um fólkakirkjuna. Á henda hátt verður arbeiðið so dygdargott, sum tað kann blíva, og tað verður bara til gagns fyri allar partar.

Sum flest øll vita, so gingu bæði Javnarflokkurin og Sambandsflokkurin við til yvirtøku av fólkakirkjuni, tá samgongusamráðingar vóru í vár, og tað kom eisini fram í viðgerðini í tinginum. Kunnu vit arbeiða á tann hátt, at allir 32 løgtingslimir atkvøða fyri yvirtøkuni av fólkakirkjuni, hevði tað verið ein sigur fyri málið viðvíkjandi fólkakirkjuni.
Fólkakirkjan er í dag ein trygg og vælvirkandi kirkja. Tað skal kirkjan eisini framhaldandi verða, tá ið fólkakirkjan í framtíðini verður føroysk. Vit eiga at yvirtaka fólkakirkjuna, og vit eru eisini førir fyri tí. Vit skulu skipa so fyri, at fólkakirkjan verður ein góð og trygg kirkja fyri allar føroyingar, eisini í framtíðini.
Tá eg hugsi um yvirtøku av fólkakirkjuni síggi eg ikki, at kirkjugongdin verður nakað broytt frá tí degi at kirkjan er yvirtikin. Einasti munurin verður, at kirkjan er á føroyskum hondum og lóggávan føroysk.
Eg eri ikki samdur við Annlis Bjarkhamar í, at vit bara skulu yvirtaka kirkjuna og so regulera og gera lógir aftaná. Vit mugu gera nýggjar lógir ella yvirtaka lógirnar samstundis sum kirkjan verður yvirtikin. Hesi viðurskiftini eiga at verða púra greið, tá ið yvirtøkan fer fram, so at allir føroyingar vita, hvat tað kemur at siga í tí dagliga, tí vit kenna kirkjuna sum hon er ídag.
Umframt sínar kirkjuligu uppgávur, hevur fólkakirkjan nakrar uppgávur, sum eg meti at vit øll eiga at gjalda fyri. Eingin orsøk er til at flyta hesar uppgávur frá fólkakirkjuni, tí at kirkjan verður føroysk. Vit hava heldur ikki hoyrt nakað um, at tær uppgávur, sum í dag liggja hjá kirkjuni, ikki hava verið nøktandi. Har-afturímóti haldi eg, at hetta hevur verið ein vælvirkandi skipan og meini tí, at hesar uppgávur framhaldandi eiga at liggja hjá kirkjuni. Um so verður, at uppgávurnar skulu flytast frá kirkj-uni, er vandi fyri, at vit skulu hava nýggjan skrivstovubygning og seta fleiri fólk í starv. Sum nú er, liggur hetta arbeiði væl skipað runt alt landið so nær borgarnum, sum tað kann verða. Tá talan er um, hvat hesar uppgávur kosta, kundi verið skilagott at kanna hetta, soleiðis at allir føroyingar vita, hvat vit gjalda fyri, tá talan er um fólkakirkjuna.
Fólkakirkjan verður í dag goldin yvir skattin og tað meini eg at hon framhaldandi eigur at verða. Spurningurin er so, um skipanin, sum hon er ídag, har ein partur verður goldin sum kirkjuskattur, heldur fram, ella um útreiðslurnar skulu býtast øðrvísi, tá ið fólkakirkjan er vorðin føroysk.