hann er liðugur, sigur Rodmundur Nielsen. Tá er íroknað tað, sum kommunan hevur fingið fyri sølu av hølunum, barnagarðurin heldur til í í dag. Tað er selt Postverkinum, sum frammanundan húsast í ovaru hæddini [...] mun til tað, sum í dag er har, barnagarðurin nú er við Heiðavegin, sum er høvuðsferðsluæðrin fram við Skálafjørðinum. ?Ikki tí, sigur leiðarin á stovninum, Fríða Lómstein, tá vit byrjaðu her inni fyri 20 [...] 20 árum síðan, var opin fjøra niðan fyri okkum, sum í dag øll er løgd undir havnarlagið. Har vóru vit nógv, men tað ber so ikki til nú. Hinvegin óttast hon ikki fyri, at økið við Toftavatn fær somu lagnu
Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt og tað arbeiðið hjá løgregluni hevur verið nógv merkt av tí. Tað hevur nevniliga eisini verið heilt fitt av fullum fólki í býnum og boð hevur fleiri ferðir [...] ófriður hevði tikið seg upp inni í einum privathúsum og tá ið tað ikki eydnaðist at fáa frið í lag, mátti løgreglan taka ein mann við sær, og leggja hann í varðhaldi at sova til tað rennur av honum aftur. Í [...] løgreglan koyrt fólk til húsar, sum hava verið so drukkin, at mett var, at tey annars fóru tey ikki at vinna upp hús, men í øðrum førum var nóg mikið at fáa tey á føtur aftur, so kláraðu tey seg sjálvi. Men
ognir tað árið var um 900.000 krónur, so longu tá hevur tað víst seg, at tað loysir seg at selja gjøgnum meklara, skrivar felagið í tíðindaskrivi til miðlarnar í dag. Víðari verður sagt, at tað finnast [...] ið tá nevndist INNI, varð stovnað. Í dag er felagið elsta húsameklarafelagið í Føroyum og sigast má, at keyp og søla av fastogn er nógv broytt seinnu árini. Fyrsti sáttmálin í felagnum var eitt grundøki [...] vórðu ikki færri enn 212 ognir seldar, so nógv er broytt. Tað at keypa og selja eina ogn fyri 20 árum síðani er so nógv øðrvísi enn í dag, at tað valla kann samanberast. - Munurin frá stuttum tekstlýsingum
Føroya, her skaðin skal umvælast. Tað er greitt, at eldurin stóðst av einum skammlopi í elskipanini, sigur reiðarin. -Men tað var heppið, at tað hendi, meðan skipið lá inni, tí annars kundi verið verri vorðið [...] vorðið, sigur Tummas Justinussen. -Hatta var ikki tað, sum vit høvdu brúk fyri, sigur Tummas Justinussen, reiðari. Eitt er, at eldurin gevur reiðarínum eykaútreiðslur, men skipið missir eisinmi ein túr [...] túr, sigur hann. Havborg hevði 300 tons hendan túrin. Tað hevur borið til higartil, men tað skal nógv til, tí oljuprísurin fer bara uppeftir, sigur Tummas Justinussen.
Í mong ár var Kvøldlot eitt tað best umtókta dansistaðið í høvuðsstaðnum, og serliga hóskvøld og sunnukvøld var tað staðið at fara í býin í Havn. Hølini hava nú ligið manntóm í fleiri ár, men í kvøld verður [...] hami. Ikki bert dansistað Tað er Hans Andreasen á Argjum, ið eigur nýggja dansistaðið, ið hevur fingið navnið Glitnir, ið er sprotið úr norrønu gudalæruni. Hans sigur, at tað ikki bert verður dansivirksemi [...] Sagt verður, at tað eru fleiri onnur hugskot um ymiskt virksemi, ið kann verða í Glitnir, men hvørji hesi eru, vil Hans Andreasen ikki siga meiri um, tí tey skulu snikkast til, áðrenn tað verður sett í gongd
verið, men tað eru nú fleiri ár síðan, at útróðurin hevur givið nakað serligt av sær. Onkur hevur tó fingið tað at borið so nøkulunda til og rør framvegis út. Í útróðrarbygdum og býum, har áður var nógv virksemi [...] gerast eldri og eldri. Tá in.fo var og vitjaði á Skála í gjár, sóu vit eina hugnaliga sjón. Inni í einum skúri niðri á bryggjuni stóðu sjey pensjónistar og egndu. Hin elsti var 85, hin næst elsti 84 - og allir [...] sjeyti. Gott lag var á monnum, og prátið gekk lystiliga. Í Vikublaðnum, sum kemur mánadagin komandi, verður ein frægari grein um hesa løtu í skúrinum niðri á bryggjuni á Skála og um, hvussu tað hevur hepnast
øgiliga væl og var ein fragd at síggja. Tá asvtornaði, vóru 12 mál á muni, og tað endurspeglaði eisini tað, ið sást á vøllinum. Hóast liðini royndu ymiskar spælarar og uppstillingar, var breiddin hjá Neistanum [...] sindur, var skjótt greitt, at Neistin hevði munin. Sum seinni hálvleikur leið, hevði Stjørnan ikki orku til at fylgja við, og serliga ta einu løtuna, tá Neistin stórt sæð bara hevði ungar spælarar inni, fleyt [...] Eftir ein javnan fyrra hálvleik, har munurin á liðunum bara eina ferð var trý mál, men annars bara eitt ella tvey, setti Neistin seg beint eftir steðgin á stórsteypadystin ímóti Stjørnuni. Hetta bleiv
bankaði á dyrnar. Systir Fadimu, sum átti íbúðina, fór uttar at vita, hvør tað var. Ígjøgnum eitt hol í hurðini sá hon, at tað var pápi hennara. Tær fýra vóru greiðar yvir, at hann ætlaði sær at revsa Fadimu [...] Ærumorðið á ta 26 ára gomlu kurdisku kvinnuna Fadimu Sahindal í januar skelkaði alt Svøríki. Mikudagin var mamma hennara til avhoyringar hjá svensku løgregluni. Hon greiddi frá, at hon, Fadima og tvær yngri [...] hevði havt ein svenskan drong, og tær avgjørdu tí ikki at lata dyrnar upp. Ístaðin sløktu tær ljósið inni og sjónvarpið. Tá tær einki hoyrdu aftur í ein hálvan tíma, hildu tær, at pápin mundi vera farin,
tað mesta um onkran klædning, tekju og onkra vindskeið, sum reiv, og eisini er onkur rútur brotin. - Okkurt tak var eisini farið at leka - uttan, at eigarin rættiliga visti, hvar skaðin var, og onkur hevur [...] vindskaðar um tað mesta av landinum. Sløkkiliðini vóru í gongd, har neyðugt varð at taka eina hond í, men soleiðis, sum vit hava skilt, vóru sløkkiliðini ikki so hart trýst. Løgreglan sigur, at talan var fyri tað [...] kjallara, nú tað eisini regnaði rættiliga illa. Vaktleiðarin visti at siga, at onkur stillads hevur rivið seg leysa, og á Skála høvdu tey á Mest onkrar trupulleikar við stóru hurðini inni í maskinhøllina
Johannesen sigur, at tað var óvissan við áhaldandi skerjingum av fiskidøgum og óvissan um lagnuna eftir 2018, sum førdu til, at teir gjørdu av av selja ein part av skipinum. - Eg veit ikki. Tað hava verið løtur [...] fiskivinnu, í størri mun vita, hvar vit standa. Tað ber ikki til at reka vinnu, tá tú ikki upp á longri sikt kennur treytirnar. Líggjast Johannesen vísir á, at tað hevur verið sum at tosa fyri deyvum oyrum, [...] vinnuni, meðan rímiliga væl stóð til. Hetta var so ein møguleiki at selja ein part av skipinum. Líggjas Johannesen sigur, at tá samráðingar yvir eina longri tíð hava verið við Kósina um at keypa part av