Full fólk hava givið løgregluni nógv arbeiði

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt og tað arbeiðið hjá løgregluni hevur verið nógv merkt av tí. Tað hevur nevniliga eisini verið heilt fitt av fullum fólki í býnum og boð hevur fleiri ferðir verið eftir løgregluni at taka full fólk upp, sum ikki hava klárað seg sjálvi.

 

Í hesum sambandi hevur løgreglan koyrt fólk til húsar, sum hava verið so drukkin, at mett var, at tey annars fóru tey ikki at vinna upp hús, men í øðrum førum var nóg mikið at fáa tey á føtur aftur, so kláraðu tey seg sjálvi.

 

Men í einum føri varð løgreglan eisini boðsend tí ófriður hevði tikið seg upp inni í einum privathúsum og tá ið tað ikki eydnaðist at fáa frið í lag, mátti løgreglan taka ein mann við sær, og leggja hann í varðhaldi at sova til tað rennur av honum aftur.

 

Í Klaksvík komu tveir mans til ilnar og tað endaði við, at annar varð sligin í andlitið. Tískil er hin maðurin nú skuldsettur fyri harðskap. Hann varð lagdur í varðhaldið og verður avhoyrdur tá ið hann er nóg edrúur til tað, sigur løgreglan.