Í mong ár var Kvøldlot eitt tað best umtókta dansistaðið í høvuðsstaðnum, og serliga hóskvøld og sunnukvøld var tað staðið at fara í býin í Havn. Hølini hava nú ligið manntóm í fleiri ár, men í kvøld verður latið upp aftur í nýggjum og snotuligum hami.
Ikki bert dansistað
Tað er Hans Andreasen á Argjum, ið eigur nýggja dansistaðið, ið hevur fingið navnið Glitnir, ið er sprotið úr norrønu gudalæruni.
Hans sigur, at tað ikki bert verður dansivirksemi, ið verður í Glitnir. Ætlanin er eisini at bjóða fram onnur tilboð, so sum lættari ábit, fótbóltsdystir á stórskíggja, upphiting til allar landskappingardystir í Formuladeildini, sum verða spældir í Gundadali, øðrvísi fimmara og so framvegis.
Sagt verður, at tað eru fleiri onnur hugskot um ymiskt virksemi, ið kann verða í Glitnir, men hvørji hesi eru, vil Hans Andreasen ikki siga meiri um, tí tey skulu snikkast til, áðrenn tað verður sett í gongd.
Stílurin inni í Glitnir er rættuliga flottur, og innbúgvið hoyrir avgjørt ikki til í tí bíligara endanum.
Glitnir hevur eina heimasíðu, www.glitnir.org, har tað ber til hjá fólki at fáa vitan um tiltøk, ið liggja fyri framman í nýggja dansistaðnum.