Egnarar: Hin elsti er 85 ár

Tá in.fo vitjaði á Skála í gjár, sóu vit eina hugnaliga sjón. Í einum skúri á bryggjuni stóðu sjey pensjónistar og egndu. Hin elsti var 85, hin næst elsti 84 - og allir vóru teir farnir um tey sjeyti.

At útróður er ein doyggjandi vinna, hevur mangur sagt. Mangt kundi bent á, at so er, tá hugt verður kring um í bygdunum, sum áður vórðu roknaðar at vera útróðrarbygdir, sum vit plagdu at rópa tær.

 

Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum hevur vignast illa í fleiri ár. Onkrir glottar hava verið, men tað eru nú fleiri ár síðan, at útróðurin hevur givið nakað serligt av sær. Onkur hevur tó fingið tað at borið so nøkulunda til og rør framvegis út.

 

Í útróðrarbygdum og býum, har áður var nógv virksemi við bátum og egning, er næstan øskukalt í dag. Onkur einstakur útróðrarmaður er eftir, men lítið - ella næstan einki - legst til, og útróðrarmenninir gerast eldri og eldri.

 

Tá in.fo var og vitjaði á Skála í gjár, sóu vit eina hugnaliga sjón. Inni í einum skúri niðri á bryggjuni stóðu sjey pensjónistar og egndu. Hin elsti var 85, hin næst elsti 84 - og allir vóru teir farnir um tey sjeyti. Gott lag var á monnum, og prátið gekk lystiliga.

 

Í Vikublaðnum, sum kemur mánadagin komandi, verður ein frægari grein um hesa løtu  í skúrinum niðri á bryggjuni á Skála og um, hvussu tað hevur hepnast hjá útrórðarbátinum, sum hesir knassarnir á myndini egna fyri.