Eldur á Havborg

Verksmiðjan á rækjutrolaranum Havborg fekk munandi skaða av eldi fríggjanáttina.
Havborg hevði landað 300 tons av rækjum í Kalvfjord nærhendis Tromsø, tá eldur kom í verksmiðjuna.
Nakrir av manningini vóru umborð, og tveir teirra lógu og svóvu, tá hinir varnaðust nógvan royk frá verksmiðjuni. Tað eydnaðist monnunum at sleppa í land í øllum góðum, og sløkkiliðið kom á staðið og sløkti eldin.
Tummas Justinussen, reiðari, sigur, at verksmiðjan hevur fingið so mikið stóran skaða, at skipið missir ein túr. Norsku skipasmiðjurnar hava so mikið nógv at gera, at tær hava ikki stundir til at umvæla skaðan, og tí kemur Havborg til Føroya, her skaðin skal umvælast.
Tað er greitt, at eldurin stóðst av einum skammlopi í elskipanini, sigur reiðarin.
-Men tað var heppið, at tað hendi, meðan skipið lá inni, tí annars kundi verið verri vorðið, sigur Tummas Justinussen.
-Hatta var ikki tað, sum vit høvdu brúk fyri, sigur Tummas Justinussen, reiðari. Eitt er, at eldurin gevur reiðarínum eykaútreiðslur, men skipið missir eisinmi ein túr, sigur hann.
Havborg hevði 300 tons hendan túrin. Tað hevur borið til higartil, men tað skal nógv til, tí oljuprísurin fer bara uppeftir, sigur Tummas Justinussen.