Kommunan yvirtikið barnagarðin

Runavíkar Kommuna eigur nú Kongshavnar Barnagarð og Vøggustovu, sum fyrst í komandi ári flytir í nýggj høli við Toftavatn

Ansing
Saltangará:

Nýggi barnagarðurin við Toftavatn varð reistur fríggjadagin. Ætlandi verður flutt inn um mánaðarskiftið apríl-mei næsta ár.
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, sigur, at kommunan nú eigur barnagarðin. Kommunan hevur yvirtikið sjálvsognarstovnin Kongshavnar Barnagarð, sum byrjaði barnagarðin fyri umleið 20 árum síðan.
Við nýggja barnagarðinum við Toftavatn verður ansingartørvurin hjá kommununi nøktaður eina tíð fram, sigur borgarstjórin. Tey 54 børnini, sum í dag eru í barnagarðinum, flyta út hagar, og til ber so eisini at økja talið við umleið 40 børnum, um tað skuldi gjørst neyðugt, sigur hann.
Umframt hevur Runavíkar Kommuna kommunala dagrøkt við 90 børnum, og ein útibarnagarð, sum i løtuni heldur til í Æðuvík, men sum skal flyta í gamla skúlan í Lamba, tá hann er útbýgdur til endamálið. Alt í alt eru umleið 170 børn í ansingarskipanini hjá kommununi.
Nýggi barnagarðurin, sum fer at hýsa bæði vøggustovu- og barnagarðsbørnum, fer at kosta 14 milliónir, tá hann er liðugur, sigur Rodmundur Nielsen. Tá er íroknað tað, sum kommunan hevur fingið fyri sølu av hølunum, barnagarðurin heldur til í í dag. Tað er selt Postverkinum, sum frammanundan húsast í ovaru hæddini í bygninginum. Postverkið kann so flyta ymiskt virksemi, sum er í leigaðum hølum aðrastaðni í býnum, inn har.
Nýggi barnagarðurin liggur í sera vinarligum umhvørvi við Toftavatn. Frítt er oman til vatnið, og lítil ferðsla er framvið í mun til tað, sum í dag er har, barnagarðurin nú er við Heiðavegin, sum er høvuðsferðsluæðrin fram við Skálafjørðinum.
?Ikki tí, sigur leiðarin á stovninum, Fríða Lómstein, tá vit byrjaðu her inni fyri 20 árum síðan, var opin fjøra niðan fyri okkum, sum í dag øll er løgd undir havnarlagið. Har vóru vit nógv, men tað ber so ikki til nú.
Hinvegin óttast hon ikki fyri, at økið við Toftavatn fær somu lagnu, sum fjøran Inni í Heiðum fekk, tí Toftavatn er friðað.
Hvussu nýggi stovnurin við Toftavatn skal nevnast, hevur borgarstjórin ikki hugsað nakað um soleiðis, sigur hann. Verandi stovnur eitur Kongshavnar Barnagarður og Vøggustova, og Rodmundur Nielsen heldur ikki nakra eyðsýnda grund vera til at skifta navn soleiðis bara fyri at skifta.