seinast í 30-unum, tá ið so nógvir fóru. ……………………………………………………… Grannahús hjá Tróndi í Gøtu Vit fara í hesum parti at umrøða nøkur onnur av húsunum í grannalagnum hjá Tróndi í Gøtu. Hetta eru húsini í Mortanstovu [...] Frederik Skibenæs, Bjarnadal og Jóhannes í Stórustovu í Havn, sum stóðu fyri hesum. Jóhannes, sum átti ætt í Gøtu, hevur veri umrøddur í røðini “Hendur ið Sleptu”. Hetta var í nøkur ár, men teir fóru so á heysin [...] Johannu og hennara ætt í Føroyum. Jacobina hevur greitt frá søguni um fyrsta jólatræ í Norðragøtu, sum var í Mortanstovu í 1911. Hesa søgu hevði Jacobina frá Gittu hjá Liða Dáva í Norðragøtu, sum giftist
Í gjár var løgreglan rættiliga úti um seg í ferðsluni, bæði í Glyvrum og Klaksvík. Endamálið var at kanna, hvørjum standi bilarnir vóru í - og hvørjum standi bilførararnir vóru í. Og har var nokk hjá [...] píkar í øllum dekkum. Talið á píkum í dekkum við flest píkum, má ikki vera meiri enn 25 prosent størri enn talið á píkum í dekkinum við fægst píkum. Tað vóru eisini bilførarar, sum fingu 1000 krónur í bót [...] bót eisini 1000 krónur í bótí at teir ikki sótu í trygdarbelti. Og hóast tað er kavi og hált, eru fram framvegis bilførarar, sum koyra við dekkum, sum eru bæði slitin og ólóglig. Í hesum sambandi fingu ellivu
honum at koma í land í Føroyum. Í tvístøðu Tá løgreglan hevði givið John Vidal forboð fyri at koma í land í Føroyum, tí hann ikki hevði altjóða pressukort, fór hann at hugsa um at fara í land kortini. [...] teimum umstøðunum, eg var í. Síðani kundi eg bara vóna, at føroysku myndugleikarnir fóru at skilja mína støðu, sigur John Vidal. Bretski blaðmaðurin vísir á, at hann var í tvístøðu í hesum sambandi. Støða [...] valdur til ársins journalist í Bretlandi. Tí metti blaðstjórin á Sosialinum tað vera rætt at hjálpa John Vidal, tá hann ringdi og segði, at løgreglan hevði sýtt honum at koma í land í Føroyum, tí hann ikki hevði
hava Føroyar í roynd og veru havt tríggjar løgmenn, ein í Tinganesi, sum eitur Kaj Leo Johannesen, ein í Fíggjarmálaráðnum, sum eitur Jóannes Eidesgaard, og ein við borðendan í fíggjarnevndini [...] stórt vald, sum tað hevði, tá fíggjarlógirnar hava verið viðgjørdar og samtyktar. Í teirri valdsmiklu fíggjarnevndini í løgtinginum hava nevndarlimir úr bæði samgongu og andstøðu tikið ræðið á landsins [...] æt Anfinn Kallsberg. Anfinn og Jóannes kendu søta rákan av valdi í Tinganesi, tá teir vóru veruligir løgmenn, og tá teir fóru til viks í minni sessir, gjørdu teir nýggju sessirnar so týdningarmiklar
um nýggju sjálvstýrisætlanina í Grønlandi, er talan um at gera broytingar í aftur, tí hon virkar ikki nóg væl. Í Íslandi eru seks valdømi. Reykjavíkarøkið er býtt upp í tvey, meðan hini fýra økini fevna [...] staðfesta at: Í fyrsta lagi er ikki rætt, at umboðan er úr øllum landinum. Fyri tað annað kann sigast, at nøgdsemið av nýggju skipanini er ógvuliga ivasom. Í triðja umfari haldi eg ikki, sum eg nevndi í míni fyrru [...] og lutvíst fiskivinnuna. Í dag búgva 23 tingfólk av 31 í Nuuk. Suðurgrønland hevur onki umboð, Eysturgrønland hevur eitt umboð. Av tí at Hans Enoksen og hetta umboðið eru í sama veingi floksliga, fæst
føroyskum flaggi, í stuttum greitt okkum frá tí arbeiði, sum skip og manning gera í oljuvinnuni. Manningin sigur seg í fyrsta lagi fegnast um, at so nógvir føroyingar hava arbeiði í oljuvinnuni í Norðsjónum. [...] Team Beredskab í Havn yvirtók tvey stór supply/standby-skip saman við norska reiðarínum, Simon Møkster Shipping AS í Stavanger. Við hesum kom Merkið at hanga í mastrini á enn einum skipi, sum hevur sítt [...] umstøður, tá tú hevur tína familju heima í Føroyum. Felagið, sum Tor Shipping í Havn samstarvar við, Simon Møkster Shipping AS, hevur nøkur nýggj skip í gerð. - So, tað verður spennandi at síggja, um vit
Nógvir fóru í skipsfiskiskapinum undir Íslandi. Eitt nú misti Kjølbro fýra skip við 44 monnum á Suðurlandinum: Kristina í 1920 (16 menn), Ernestina í 1930 (9 menn), Phi-Phi í 1933 og Fossanes í 1938 (19 menn) [...] halda, at mangt er undarligt nú á døgum. Í skúlanum lærdu tey, at veðrið í Íslandi og í Norðurhøvum yvirhøvur skuldi vera meiri ótespuligt, enn tað var hjá teimum í Sveis og har á leið. Tey hava umvegis [...] áhugavert og læruríkt um at vera til lands í Íslandi í bókini, sum kom út í 1980. Fleriri ár frammanundan hevði hann havt samrøður við gamlar menn, sum høvdu verið til lands í Íslandi undan 1. heimsbardaga og einstakir
sær ein góðan túr í gjárkvøldið og bara lótu tankarnar sveima avstað. Tað var eisini onkur, sum sveimaði avstað bókstavliga – altso sveimaði í luftini. Tí meðan fleiri gingu sær ein túr í høvuðsstaðnum, so [...] 30-tíðina í gjárkvøldið, siga at tað ljóðaði mestsum eitt lítið privatflogfar var heilt nær við. Men tað vísti seg altso at vera eitt fólk á flogi. Tí í fallskíggja við motori kom onkur flúgvandi uppi yvir [...] yvir Havnini. Einar hálvthundrað metrar uppi í luftini fleyg hetta fólki yvir við Strond, uppi yvir Norðurlandahúsinum og niðan móti Hotel Føroyum. Eftir hvat skilst gekk leiðin seinni út móti Havnardali,
kenslu av, at vit eru farin eina ferð í ein djóragarð onkustaðni í útlandinum. Vit eru á ferð í einum djóragarði, men vit eru ikki í útlandinum. Vit eru á Ternuryggi í Havn. Fyri at gera tað greitt beinanvegin [...] So plaga tey at sita uppi í bakkanum og eta. Uppi í brekkuni ber til at sita og hyggja oman yvir garðin, meðan maturin verður etin, og tað dámar teimum, sigur Petur og peikar niðan í brekkuna. Tá vit hava [...] um vit í dag skriva 1999, so kenst tað sum vit ferðast uttan fyri lóg og rætt her uppi á villini víddum á Ternuryggi. So Gud í himmalinum veit, hvat fólk hava hugsað, tá ið hann flutti niðan her í 1975.
Fólkafundurin uppi á Skarð millum Fuglafjørð og Hellurnar, sum Fornminnisfelagið í Fuglafirði og Kunningarstovan skipa fyri, verður í dag. Farið verður til gongu úr Fuglafirði ? frá Kunningarstovuni á [...] halda røðu. Eisini verður sum vanligt felagssangur. Fólkafundurin á Skarðinum, sum er tann sekstandi í røðini, endar umleið kl. 16, og tá er høvi at ganga ein túr niðan á Altarið. Øll eru vælkomin til tiltakið