John Johannessen
? Eg eri sloppin út aftur í geglinum.
Hetta vóru fyrstu orðini, bretski blaðmaðurin segði, tá hann seinnapartin mánadagin fekk fatur á redaktiónini í London.
John Vidal, sum er umhvørvisblaðstjóri á stóra bretska blaðnum, The Guardian, kom til Føroya við skipinum hjá Paul Watson, Ocean Warrior, tíðliga fríggjamorgunin.
Bretski blaðmaðurin helt tað vera eitt gott hugskot at koma til Føroya við sama skipi, sum Watson. Hetta, helt hann, fór at geva sær góðan møguleika at skilja sjónarmiðini hjá Watson og hinum fólkunum umborð.
John Vidal grunaði aldri, at føroysku myndugleikarnir fóru at sýta honum at koma í land í Føroyum.
Í tvístøðu
Tá løgreglan hevði givið John Vidal forboð fyri at koma í land í Føroyum, tí hann ikki hevði altjóða pressukort, fór hann at hugsa um at fara í land kortini. Men hann visti, at hetta fór at fáa avleiðingar.
Mánakvøldið gjørdi John Vidal av at fara í land. Manning frá Ocean Warrior sigldi hann inn á Vestmanna við einum skjóttgangandi gummibáti um midnáttarleitið.
? Eg hevði ongan møguleika at tosa við føroyingar. Eg vildi dekka báðar síður av søguni, og tí breyt eg lógina. Og eg helt hetta vera skilagott undir teimum umstøðunum, eg var í. Síðani kundi eg bara vóna, at føroysku myndugleikarnir fóru at skilja mína støðu, sigur John Vidal.
Bretski blaðmaðurin vísir á, at hann var í tvístøðu í hesum sambandi. Støða hansara sum journalistur var, at hann mátti fáa fatur á báðum síðum av søguni. Men hinvegin var støða hansara sum borgari tann, at hann breyt lógina.
? Hetta var trupult, og eg angri, at eg breyt lógina. Men tað var neyðugt júst í hesum málinum, sigur John Vidal.
Tikin beinan vegin
John Vidal ætlaði sær at fáa einar fýra tímar til at tosa við so nógvar føroyingar, sum gjørligt, áðrenn hann sjálvur fór at geva seg yvir til løgregluna og møguliga fór at verða sendur av landinum alt fyri eitt.
Men hetta eydnaðist tó ikki. John Vidal fekk bert prátað við myndamannin hjá Sosialinum, ið var fyrsti maðurin á staðnum og koyrdi runt við honum fyri at finna eitt stað at búgva.
Tá tað var greitt, at fult var á La Careta og Vidal noyddist at fara til Havnar at sova, stóð løgreglan fyri honum og handtók hann.
Hetta er bretski blaðmaðurin tó als ikki argur um. Hann visti, at hann var komin ólógliga inn í landi, og tí ætlaði hann sær eisini heilt vist at melda seg sjálvan.
? Afturlítandi var tað heila mín egna skuld. Eg skuldi verið flogin til Føroya og síðani farin umborð á bátin. Men eg grunaði ikki, at eg ikki fór at fáa loyvi at koma í land av bátinum hjá Watson, sigur John Vidal.
Eg hevði míni røttu motiv. Men eg hevði ikki rætta kortið. Tað var ein trupulleiki fyri myndugleikarnar. Men eg viðri myndugleikarnar, sigur hann.
John Vidal sigur, at hann ikki visti, at Paul Watson er roknaður sum brotsmaður í Føroyum.
Hjálptur av starvsfeløgum
Áðrenn John Vidal fór til Føroya við Ocean Warrior, setti hann seg í samband við starvsfelaga sín á Sosialinum, Jan Müller, fyri at fáa at vita, hvønn hann skuldi tosa við í Føroyum um grindadráp.
Eisini beyð John Vidal sær at skriva fyri Sosialin um herferðina hjá Watson.
Av tí at talan var um ein blaðmann, ið skuldi koma til Føroya saman við Paul Watson og øðrum limum í Sea Shepherd, valdi blaðstjórin á Sosialinum at spyrja seg fyri um mannin hjá The Guardian, har hann segði seg arbeiða.
Svarið frá bretska blaðnum var, at talan var um ein ógvuliga virdan journalist, ið tríggjar ferðir hevur vunnið umhvørvisvirðisløn fyri journalistar. Harafturat fekk Sosialurin at vita, at hann eisini einaferð er valdur til ársins journalist í Bretlandi.
Tí metti blaðstjórin á Sosialinum tað vera rætt at hjálpa John Vidal, tá hann ringdi og segði, at løgreglan hevði sýtt honum at koma í land í Føroyum, tí hann ikki hevði rætta pressukortið.
Men tað eydnaðist tó ikki, at hjálpa blaðmanninum lógliga í land.
Tí fór John Vidal av sínum eintingum ólógliga í land og varð handtikin.
John Vidal setti seg aftur í samband við Sosialin úr geglinum, og aftur tá royndi blaðstjórin á Sosialinum at hjálpa honum. Men ikki hjálpti, fyrr enn løgreglan sjálv setti seg í samband við blaðstjóran á Sosialinum og spurdi seg fyri um mannin.
Endin varð, at bretski blaðmaðurin varð leyslatin seinnapartin týsdagin.
Góð nátt í geglinum
John Vidal er ógvuliga væl nøgdur um vitjanina í arrestini í Havn. Hann greiðir frá, at meðan løgreglan avhoyrdi hann meginpartin av týsnáttini, nýtti hann høvið til at spyrja løgregluna ymiskt um grindadráp.
Á henda hátt heldur John Vidal, at báðir partar fingu nakað burturúr náttini.
? Eg royndi at tosa við so nógvar løgreglumenn, sum møguligt. Eg vildi jú hava fleiri sjónarmið fram, og eg visti ikki, um eg fekk høvi at tosa við nakran annan, áðrenn eg varð vístur av landinum, greiðir Vidal frá.
Bretski blaðmaðurin heldur, at løgreglumenninir vóru ógvuliga áhugaverdir at práta við, og hann fekk nógv burturúr prátinum við teir. Hann sat uppi og prátaði við løgreglumenninar heilt til klokkan hálvgum fimm týsmorgunin.
Meginpartin av týsdegnum nýtti John Vidal til at práta við ymsu fangarnar um grindadráp. Hetta helt hann vera sera áhugavert og gott fyri søgu sína.
? Eg tosaði bæði við tjóvar og fólk, sum hava selt rúsevni, og tað helt eg vera sera áhugavert. Besti journalistikkurin er, tá tú ert noyddur at vága eitt sindur, sigur John Vidal.
Avstað í dag
Síðani mikumorgunin hevur John Vidal prátað við politikkarar, embætisfólk og vísindafólk um grindadráp.
Millum annað hevur hann tosað við Pál Veihe, sum fleiri ferðir hevur ført fram, at grindin skjótt er so dálkað av grannum okkara, at hon ikki longur er etandi. Hetta heldur John Vidal vera eitt sera áhugavert sjónarmið.
Bretski blaðmaðurin fer aftur til London í dag, og væntandi verður tilfar hansara um grindadráp í Føroyum prentað einaferð í komandi viku.