Fyrrverandi forsætisráðfrú Íslands, Kartín Jakobsdóttir, sigur í grein í The Guardian, at íslendskt mál er við at víkja og er í vanda fyri at doyggja, og orsøkin er trýst frá enskum máli og AI, ella vitlíki.
Hon hevur sjálv onnur skrivað tvær bøkur, sonevndar noir crime novels, men hon vísir á, at fleiri og fleiri í Íslandi lesa og tosa enskt.
Hon vil fegin, at tey 350 túsund, ið tosa íslendskt, berjast fyri málinum, sum hon vísir á er gamalt mál. Hon heldur stóra ábyrgd fylgja við tí at tosa eitt mál, ið fá fólk duga.
Greinin í The Guardian sæst her: Icelandic is in danger of dying out because of AI and English-language media, says former PM | Iceland | The Guardian











