Í forfedranna fótasporum

Ferðin síðsta summar á Eysturlandinum í Íslandi, gav íblástur til hugleiðingarnar, sum hesa ferð snúgva seg um nútíð og fortíð á leiðini frá Héraðsflógvanum og norður á Pistilfjørðin

2. PARTUR


Jóannes Hansen


Tað verður ikki gingið so høgt upp í at læra uttanat í føroyska skúlanum nú, sum tað gjørdi, tá ið vit, sum nú eru tilkomin, terpaðu eitt nú tabellirnar, sálmaversini og ikki minst nøvnini á bygdum og býum, firðum og sundum og fjallarøðum og vøtnum, høvum og áum heima á landi og eisini aðra staðni kring heimin. Tað var neyvan altíð so hugaligt hjá teimum, sum troytt av dagsins strevi nýttu seinastu orkuna áðrenn songartíð at minna seg á ramsurnar. Kortini man eingin kenna tann førningin tungan at bera, sum varð lærdur uttanat í skúlanum.
Fokus uttanlands var í skúlan­um fyri fjøruti árum síðani Danmark og Skandinavia og síðani restin av Europa og Amerika. Merkiliga lítið er klárt í huganum av tí, sum varð lært um Ísland og eitt nú íslendskar býir og bygdir og firðir og flógvar og fjallarøðir.
Meðan vit koyra av Egils­støðum og í ein landnyrðing, verður kortið kannað nágreini­liga, og tað kennist hugaligt, tá ið kend nøvn eru at síggja, og tað fæst betri hylling á, hvussu firðirnir og bygdirnar liggja hvør eftir øðrum. Kanska tað nú fer at eydnast  uttan at sláa upp í kortinum  at síggja fyri sær, hvussu flógvarnir og firðirnir liggja í mun til hvønn annan: Seyðisfjörðurin, Löðmundurfjörður, Borgafjörður, Héraðsflógvin, Vopnafjörður, Bakkaflógvi, Bakkafjörður, Miðfjörður, Finnafjörður, Breiðifjörður og norðanfyri Langanes Pistilfjörður og so mangir aðrir, sum so at siga allir føroyskir unglingar í tíðini undan 2. heimsbardaga kendu eins væl og Skálafjørðin, Svínoyarvík og vánna í Klaksvík.
Tað er bratt at koyra upp um fjallarøðina frá Héraðsflógva og norður á Vopnafjørðin. Her hevði ein tunnil verið rættuliga kærkomin á hásumri, og tað kann ikki ætlast um, hvussu kærkomin hann hevði verið, tá ið vetrarstormarnir leika. Síðsta summar var tó einki annað at gera enn at fara upp um eftir vegnum, sum í skapi - men sjálvandi ikki í dygd  minnir um gamla vegin úr Gøtu og niðan á Eiðið. Útsýnið er framúr, og í góðveðrinum steðga vit eina løtu á Ketilsstøðum undir Dýjafjalli.
Vit eru ikki púra einsamøll. Á sama lítla steðgiplássinum er ein annar bilur. Pláturnar eru íslendskar, men tey bæði vísa seg at vera ættað úr Sveis. Sum so mong onnur úr Miðeuropa, so hava tey leigað húsbil í Reykjavík, og so hava tey fyri tað mesta koyrt eftir ringvegnum.
Vit práta um góða veðrið her á Eysturlandinum, og at vesturættin tykist vera munandi betri her, enn hon er í Reykjavík, har tað oysregnar og er lítið summarsligt. Tey halda, at mangt er undarligt nú á døgum. Í skúlanum lærdu tey, at veðrið í Íslandi og í Norðurhøvum yvirhøvur skuldi vera meiri ótespuligt, enn tað var hjá teimum í Sveis og har á leið. Tey hava umvegis fartelefonina støðugt samband við familjuna í Sveis, og tíðindini, sum tey frætta, eru fyri tað mesta um vánaliga summarveðrið, nógva regnið og stóru vatnmongdirnar, sum floyma av fjøllum og úr skógum og eftir vegum og niður í kjallarar har heima.
So skjótt ferðast tíðindini, og so nógv er øðrvísi nú á døgum. Her á fleiri hundrað metra hædd í Íslandi hava vit samband til Føroya og tey til Sveis. Komi at hugsa um føroyingarnar, sum síðst í átjan hundrað talinum og fyrra helmingin av síðstu øld summarhálvárini stríddust her á leið, og sum sjálvandi støðugt hugsaðu um síni kæru, men sum bara frættu tíðindi, tá ið onkur kom framvið, sum hevði verið heima og var komin yviraftur. Og tá ið so brøvini komu.
Stríðið var nógv, og inntøkan var einki at reypa av. Fyri íslendsku bóndurnar hevði føroyska virksemið ikki ongan týdning. Summir teirra hýstu føroyingunum, sum vóru til lands, og fyri tað og rættin at nýta fjørðina tóku teir tíggjunda partin av veiðuvirðinum. Sluppirnar og skonnartirnar høvdu nógv samband við bóndurnar. Føroyingarnir drógu vatn og keyptu seyð og annað frá íslendingunum.
Søgan
Føroyingar fóru at fiska undir Íslandi síðsta fjórðingin av 1800 talinum. Tað er ikki einki, sum er skrivað um tíðina, tá ið føroyingar vóru í Íslandi. Vilhjálmur Hjálmarsson, sum er føddur í 1914 á Mjóafirði, har hann var stórbóndi á Brekku, umrøður føroyingarnar. Hann var eisini lærari og skúlastjóri, og so var hann politikari. Frá 1949 og mest sum stútt til 1979 var hann altingslimur fyri Bóndaflokkin ella Framsóknarflokkin, og hann var mentamálaráðharri 1974-78.
Sámal Johansen, sáli, skrivaði áhugavert og læruríkt um at vera til lands í Íslandi í bókini, sum kom út í 1980. Fleriri ár frammanundan hevði hann havt samrøður við gamlar menn, sum høvdu verið til lands í Íslandi undan 1. heimsbardaga og einstakir eisini undan aldarskiftinum 1900. Har greiða íslendingar frá, hvussu teir mintust tíðina, tá ið føroyingar vóru til lands og eisini fiskaðu við slupp og skonnart.
Í 1987 gjørdi Sjónvarp Føroya tríggjar sendingar um føroyingar í Íslandi. Dagmar Joensen Næs og Bergljót Debes Hentze ferðaðust kring landið, og í fyrstu sendingini viðgjørdu tær tíðarskeiðið, sum er nevnt omanfyri.
Í 1985 skipaði Petur Andrew Petersen, sum tá var føroyskur prestur í Keypmannahavn, fyri ferð við Norrønu yvir á Eysturlandið, har føroyingar vóru so væl kendir. Tað man hava verið framúr áhugaverd ferð. Niels Juel Arge, sáli, gjørdi útvarpssendingar burturúr ferðini, og greinar vóru at síggja í bløðunum. Og so var tað ferðafrásøgnin hjá D. P. Danielsen, sála, sum varð nevnd í fyrsta parti av hesum hugleiðingum.
Landbúnaðurin var longri álitið hjá íslendingum, enn hann var tað í Føroyum. Fleiri ferðir hava fellisár í Íslandi havt stórar fólkaútflytingar við sær. Eitt nú var talan um rættulig fellisár fyri einum 125 árum síðani, tá ið sumrini vóru ógvuliga stutt, og vetrarnir vóru serliga ringir. Eisini síðst undir fyrra krígnum vóru umstøðurnar vánaligar, og aftur tá fluttu mong av Eysturlandinum og uttanlands. Í hópa tali fluttu íslendingar til Amerika síðst í átjan hundrað talinum. Tað hevur verið stór íslendsk koloni á Vancouver leiðini, har teir vóru sera tjóðskaparligir og varðveittu íslendska málið í fleiri ættarliðum.
Íslandingar fluttu eisini til onnur Norðurlond og eisini til Føroya. Teir kendu føroyingarnar, sum teir vóru væl við, og teir búsettust ymsa staðni kring landið. Søga er eitt nú um íslending, sum var borin til festi, men sum í fellisárunum heldur valdi at ganga frá garðinum og flutti til Føroya at búgva. So vánaligar vóru tíðirnar um hetta mundið í íslendska landbúnaðinum.
Føroyingarnir róðu út á firðunum á Eysturlandinum og kanska aðra staðni eisini inntil 2. heimsbardagi var brostin á. Samstundis vóru fleiri túsund føroyskir skipsfiskimenn undir Íslandi summarhálvárið, og tað vil siga, at ein rættuliga stórur partur av føroyska fólkinum búleikaðist á og kring Ísland.
Sambært Erlend Patursson, sála, vóru 1921-25 í miðal 98,4 prosent av samanløgdu toskaveiðuni hjá føroyskum sluppum og skonnartum undan Íslandi (knappliga trettan túsund tons). Hægsta føroyska skipsfiskimannatalið undir Íslandi var í 1934, tá ið Erlendur Patursson sigur, at 3503 føroyskir fiskimenn vóru við íalt 155 føroyskum skonnartum og sluppum undir Íslandi. Tá eru teir, sum vóru til lands, ikki taldir uppí.
Eftir at seinna at kríggið var liðugt, vóru tað fleiri orsøkir til, at talið av føroyingum, sum róðu út og fiskaðu við skipum í og undir Íslandi, ikki var so stórt, sum tað var frammanundan. Fremsta orsøkin mundi vera, at Ísland í 1944 gjørdist lýðveldi, og at Føroyar og Ísland harvið ikki longur vóru í ríkisfelagsskapi. At vera til lands helt tó ikki heilt uppat fyrrenn í 1949. Leirvíkingar mundu vera teir síðstu, sum góvust. Teir fingu loyvi til mest sum at doyggja út av Vattrarnesi.
Í fimmti árunum, tá ið tað vóru rættulig rakár í Føroyum, vóru nógvir føroyingar  bæði menn og kvinnur  í Íslandi. Teir róðu út og sigldu við trolarum og línuskipum. Teir og tær arbeiddu á landi. Bæði í fiskivinnuni og í eitt nú byggivinnuni. Eiler Jacobsen hevur sagt frá, hvussu tað var at arbeiða á íslendskum bóndagarði. Men tað tykist ikki at vera nógv skrivað um, hvussu tað var at arbeiða í Íslandi í eftirkrígstíðini. Vónandi er tað ikki ov seint at gera tað, men tað hevði verið í tøkum tíma, um Fróðskaparsetrið nú skipaði fyri ritgerðarkapping um føroyingar í Íslandi.
Fróarmenn vísa á, at hóast umstøðurnar vóru vánaligar og stríðið stórt, so komu føroyingarnir merkiliga væl frá at vera til lands. Nógvir fóru í skipsfiskiskapinum undir Íslandi. Eitt nú misti Kjølbro fýra skip við 44 monnum á Suðurlandinum: Kristina í 1920 (16 menn), Ernestina í 1930 (9 menn), Phi-Phi í 1933 og Fossanes í 1938 (19 menn).
Onkra ferðina vóru heim­ferðirnar buldrasligar hjá teimum, sum vóru til lands, uttan at álvarsligur skaði stóðst av. Heimferðin við Vaagen síðst í 1890unum er væl kend. Um hetta yrkti Kvívíks Tummas. Kend er eisini heimferðin við Finsen undan seinna krígnum, og tað er eisini væl kent, tá ið føroyingarnir, sum undir krígnum vóru á veg heim við Lyru, endaðu í Onglandi, áðrenn teir lendu aftur í Føroyum.
Nógvir hundrað føroyskir unglingar vóru í út móti áttati árum til lands í Íslandi. Men tað kom so at siga ikki fyri, at teir giftust íslendskum gentum og settust niður har yviri. Áhugavert er í tí sambandinum at sammeta við, hvussu tað var, tá ið føroyskar gentur í stórum tali í fimmti og seksti árunum fóru til Danmarkar at arbeiða og seinni at læra. Tær fullu sum flugur fyri dønum og giftust niðri, helt ein skilamaður fyri, tá ið tosið nú ein dagin fall á føroyskar ungdómar í Íslandi og Danmark.
Á Ytra Álandi
Sveisiska parið letur væl at rundferðini í Íslandi. Hóast tey eru úr fjallalandi, so undrast tey yvir stórslignu náttúruna, og teimum líkar væl at ferðast í bili. Tá ið tey finna út av, at vit eru føroyingar, halda tey, at tað eigur at vera hugaligt at ferðast við ferju til Íslands. Vit undrast, tá ið tey siga, at tey í fyrireikingunum av Íslands ferðini einki hava fingið at vita um, at tað hevði borið teimum til at koyrt við bili úr Sveis og til Danmarkar og síðani at siglt til Íslands. Um tey høvdu vitað um henda møguleikan, so høvdu tey havt umhugsað hann.
Vansin hevði havt verið, at tað hevði tikið meiri tíð at ferðast, men fyrimunurin hevði havt verið, at tey so eisini høvdu havt møguleika at vitjað í Føroyum og at tey høvdu havt møguleika at siglt á Atlantshavinum. Tað hevði í sær sjálvum verið stór uppliving hjá teimum, sum búgva mitt inni í Europa.
Leiðin hjá okkum gongur norður móti Langanesi, sum er markið millum Eysturlandið og Norðurlandið. Føroyingar royndu í síni tíð nógv her. Á høgætt vóru teir eystanfyri ella sunnanfyri Pyntin, sum teir róptu seg uppá, og á lágætt vóru teir norðanfyri.
Á Skála, sum er eitt av fleiri avtoftaðum plássum á Langanesi, róðu nógvir íslendingar út um sumrarnar, og tað gjørdu føroyingar eisini longu fyri meiri enn hundrað árum síðani.
Nesið er kent sum framúr fuglapláss, sum  ikki minst av útlendingum  verður vitjað og kannað, og Langanes er eisini kent fyri, at NATO hevur havt virksemi har.
Þórshöfn er síðsta búplássið áðrenn Langanes. Í innkoyringini verður á talvu greitt frá Langanesi, og har verður nevnt, at føroyingar í stórum tali plagdu at vera til lands á Skála.
Dagurin er vorðin langur, og vit gera av at finna býli privat. Á ferðayvirlitinum verður víst til bóndagarð á Ytra Álandi, og vit koyra norður hagar.
Tað er nógv virksemi á garðinum. Bóndin skal halda 60 ára føðingardag í vikuskiftinum, og øll fimm børnini eru heima saman við sínum næstu. Vit fregnast um, hvussu tað liggur fyri at fáa song. Tað er týðuligt, at tað ikki er bead and breakfast virksemið, sum er fremst í huganum hetta hóskvøldið, men tað ber kortini til, og vit fáa fínt kamar. Ikki sørt er tað, at kvalifikatiónin fyrst og fremst er, at vit eru føroyingar!
Fløskupostur úr Føroyum
Trivaligar kleynur og kaffi verður sett fyri okkum. Bóndakonan hevur nógv at stákast við, men hon tekur sær tíð at práta. Bóndin er blíður og týður. Hann kemur á hestbaki. Lágur á vøkstri, breiðvaksin og eitt sindur júllutur og við hatti á høvdinum er hann átøkur røttum kowboyara. Rossini er bóndin ógvuliga góður við. Fimm hoyra til garðin, og tey eru av alstórum týdningi í seyðahaldinum.
Hann hevur mest sum alla sína tíð búð her á Ytra Álandi. Garðurin er størri nú, enn hann hevur verið, tí aðrir bóndur eru givnir. Bóndin tosar bara íslendskt, og hann sigur seg vera ógvuliga fegnan um, at tað skal bera til at tosa sítt móðurmál við útlendingar. Fyrsta ferðin hann var uttanlands, sigur hann, var í mai mánað, tá ið hann var eitt legg í Grønlandi. Tað komst av, at hann hevði havt grønlendskan húskall, sum so fegin vildi hava hann at vitja sín heimstað.
Konan er úr Hveragerði, sum jú er so at siga í hinum endanum á landinum. Tey bæði hittust, tá ið bóndin var á landbúnaðarskúla. Tað er langt úr Hveragerði og norður á Pistilfjørðin, men konan sigur seg hava trivist væl her. Børnini og garðurin hava gjørt, at hon ikki hevur havt stundir at keða seg og leingjast, heldur hon.
Tey rokna við nógvum gestum, nú bóndin skal halda 60 ára føðingardag. Silvurbrúdleypið hildu tey í skúlanum, sum ikki er so langt her frá. Nú hevur bóndin sett uppá, at rundi føðingardagurin skal haldast á garðinum. Tí hava tey fingið stórt telt til vega, sum yngra ættarliðið stríðist við at fáa upp at standa niðanfyri húsini.
Tey hava fimm hundrað áseyðir, og tað hevur gingið væl við seyðahaldinum. Men bóndin sigur seg ikki vita, hvussu tað fer at hilnast í framtíðini. Fyritreytirnar broytast nógv, nú kappingin á eitt nú føroyska marknaðinum er vorðin so nógv størri. Hann hugsar um newzealendska kjøtið, og hann hugsar um, at rákið innan EBS økið er, at stuðulin til landbúnaðin minkar. Men hann hevur ongar ætlanir um at gevast, og hann vónar og roknar við, at okkurt av børnunum fer at taka garðin á seg, tá ið tann tíðin kemur.
Konan greiðir frá, at hon fyri nøkrum árum síðani var í Føroyum saman við kvinnu­felagnum her í økinum. Tær vóru til kvinnukongress. Nakað frammanundan hevði bóndin funnið fløskupost niðri í fjørðuni. Tvær føroyskar gentur bóðu í postinum um, at tann, sum fann postin, setti seg í sambandi við tær. Konan hevði goymt brævið í tvey ár, og so hevði hon tað við til Føroya. Fyrsta kvøldið í Føroyum fóru tær út at spáka í Havnini. Tær gingu eftir Svalbardsvegnum, og tá ið hon kom fram á húsini, sum vóru uppgivin sum adressa í fløskupostinum, fór hon inn.
 Hinar róptu aftaná mær, um eg kendi nakran her. Eg svaraði ikki og bankaði uppá. Jú, teknikarin í útvarpinum, Finnur Hansen, var sera fryntligur og blíður. Dóttur hansara hevði verið onnur teirra, sum hevði sent fløskupostin. Føroyingar eru altíð so fyrikomandi, heldur íslendska bóndakonan.
Fyri 65 árum síðani
Meðan tey uttanfyri seta stóra teltið upp, finni eg endur­minningarnar hjá ommu­beiggjanum, Edvardi í Svínoy, fram. Hann hevur skrivað nógv um skipslívið her á leið, og hetta er íblásturin til túrin hjá okkum dagin eftir út á Langanes. Vegurin gerst skjótt ov vánaligur at koyra á við Toyota bili. Tey, sum eru í jeepi, fara strúkandi framvið. Tað eru fyri tað mesta íslendingar, ið hava vikuskiftisbústað um sumrarnar her úti. Og so eru tað fremmandu fuglaáhugað, ið síggjast við kikara.
Vit ganga fram við Viðarmøl, sum ber navnið eftir øllum rekaviðnum, sum altíð hevur verið har, og sum framvegis er har. Tað var her á leið, at Polo bar við land í 1941 og ikki gjørdist vrak, tí skiparin, Símun hjá Póli, sýndi so framúr dygdir, og sum lýsir so væl, hvussu samstarvið var millum føroyskar sjómenn og íslendskar bóndur.
Polo var stoltleikin, og hvørt mansbarn í Norðoyggjum og ivaleyst kring alt landið, visti um skonnartina at siga, sum kom til Føroya úr Fraklandi í 1929. Tá ið eg nú slái Polo+Føroyar upp í Google leitiskipanini, so er tað Marco Polo, matstovan í miðbýnum í høvuðsstaðnum, sum er at síggja. Skonnartin, sum nógvu tey seinnu árini sigldi við timbri, sementi og øðrum farmi til Kjølbro, er horvin, og tey fara at fækkast, sum minnast stoltu skútuna.
Eg lesi hetta hóskvøldið á Ytra Álandi um, hvussu tað gekk fyri seg í 1941, og dagin eftir hyggja vit eftir umstøðunum. Edvard í Svínoy greiðir soleiðis frá 17. mars 1941 ella í dag fyri 65 árum síðani, tá ið teir við fullum skipi fóru út av Siglufirði:
Eg tók vakt kl. 4 seinnapartin. Tað fyrsta, eg varð varur við, var, at ístokan nærkaðist landinum. Kl. 5 bleiv greytasvart í toku. Skipið sigldi við 8 míla ferð. Eg hevði verið varur við, at hesir djúpu firðirnir, bæði í Íslandi og Grønlandi, togaðu nógv til sín við innráki ella fløðandi sjógvi. Og soleiðis var hesa ferð eisini. Vit høvdu einki ekkolodd og ongan peilara. Vit stýrdu í ein landsynning eystan, so tað skuldi gingið væl uttan fyri tangan á Langanesi.
Kl. 8 um kvøldið var Edvard loystur av. Løtu seinni, meðan Edvard stóð frammi á halldekkinum, og tað var ógvuliga myrkt, sá hann sortan av nesinum og rópti á skiparan um at snara í bakborð. Men tá var ov seint. Skipið hoppaði og stóð fast.
Eg kenni enn, hvussu óhugnaligt tað virkaði undir fótum mínum. Skiparin slerdi fult bakk, men nei, skipið varð standandi. Skiparin kom rennandi til mín og bað meg hyggja niður í kolakjallaran, um sjógvur var komin inn í hana framman. Eg átti eina nýggja lummalykt við trimum battarímum. Eg fór eftir henni, og so fór eg fram í lugarið og lyfti lemmin upp á kolakjallaranum, men skipið vísti seg at vera tætt.
Síðani fór eg fram á bógvin og lýsti við lummalyktini niður innanfyri skipið í stýriborð. Ein góðan favn miðskeiðis frá bógnum stóð ein veldigur boði avtakin við so nógvum taravøkstri so longum, at tað nærum nam við bógvin. Skiparin kom leypandi fram og sá boðan. Hann bað okkum halla skipið yvir á bakborð. Seglini vóru øll uppi. Vit tóku stopparataljurnar á mesaninum og stórseglinum og hálaðu teir for ímóti rigninginum og skannarabumminum við. Síðani leyp eg aftur í lugarið, lyfti lemmin á kjallaranum av aftur og fór sjálvur niður og lýsti for fram í gronina á kjallaranum, men skipið var tætt. Síðani legði eg lemmin aftur og kastaði meg á knæ og rópti til tann livandi Gud um at bjarga okkum.
Einki fordømi
Tá ið skiparin hevði fingið at vita, at skipið var tætt, helt hann fyri, at Edvard var noyddur at fara inn til Skoruvíkar og spyrja bóndan, nær háflóðin varð. Edvard greiðir so á sín serstaka nágreiniliga og livandi hátt frá, hvussu tað gekk, tá ið hann og tveir aðrir í myrkrinum í maskinbáti stimaðu inn til Skoruvíkar, meðan skipið stóð sum á eini sleipistøð, sum hann tekur til.
Tað var kolasvart nátt og svart í toku. Vit sigla. Tá rópar Kal: Nú er sandbotnur. Eg bað Karl Meinhard taka frá, og samstundis snaraði eg bátinum í ein útsynning. Tá rópar Kal til mín: Menn eru á landi, sum bresta svávulpinnar og kasta teir. Tað undurfulla hendi, at vit komu við stevninum á bátinum móti sporlunnunum í Skoruvík. ...Tá vóru hesir tríggir synir Skoruvíkarbóndan. Eg spurdi teir eftir pápa teirra, og hvussu hann hevði tað. Teir søgdu, at hann hevði tað gott. Eg segði teimum, at eg ætlaði at tosa við hann og at skip okkara stóð á landi beint uttan fyri Viðamøl. Teir bjóðaðu okkum niðan, og vit takkaðu og fóru. Vit vóðu væl móttiknir av bóndanum og konu hansara.....Bóndin kendi væl Símun Poulsen og hevði handlað nógv við hann... So spurdi eg hann, nær full flóð var aftur úti við Pyntin. Hann segði um tey tíðina í nátt.
Eg spurdi hann, um hann hevði nakra vón um, at vit fingu skipið út aftur við flóðini.... Hann svaraði, at tað aldri hevði hent seg fyrr, at skip, sum hevði siglt á land á Langanesi, var komið útaftur. Tað kom illa við. Eftir tað prátaði eg lítið... So fóru vit avstað aftur og umborð. Teir tríggir brøðurnir drógu bátin hjá sær á sjógvin og hongdu hann aftur úr bátinum hjá okkum. So stimaðu vit umborð aftur og løgdu at borði kl. 10 á kvøldi. Á, tann sjón at síggja. Patentið har frammi var meira enn ein metur uppúr og hægri aftan. Nú lá skipið meira á liðini, so tað var bratt at ganga á dekkinum. Boðin fyri framman, innan fyri skipið, stóð um leið eina alin uppundan, og tarabløðini og tangið toygdu seg móti stýriborðsbógnum. Nú er fløðandi sjógvur. Tað skal nógvur sjógvur til at reisa skipið upp, og tað er fult av fiski.
Skiparin gav boð um at rigga til. Takið varpið, sum 15 favnar av stýriborðsketu eru uppií, og skeklið tann nýggja veirin upp í stýriborðsketuna. Veirurin var 60 favnar langur við eygaspleising í. Vit stungu veirin inn gjøgnum bakborðsklússið afturi á hekkuni, fram til akkersspælið, tóku, trý tørn um akkersspælið, og síðani skeklaðu vit eygaspleisingina fasta í stýriborðsketuna. Varpið bleiv surrað ella hongt um toftubekk á maskinbátinum uttanborðs og ketan hongd í buktum, og tá ið vit stima nóg langt út, kundu vit strúka knívin eftir og alt fara til botns. Soleiðis gjørdu vit. Vit stimaðu veirin út í ein landnyrðing eystan, so nógv, sum motorurin orkaði. So kubbaðu vit á stokkinum, og akkerið og ketan fóru til botns á 25 favna dýpi.
Síðani fóru vit aftur at borði. Dekksmotorurin gekk. Vit koplaðu akkerspælið til, spakuliga í fyrstani, inntil varpið gróv seg fast. Síðani tóku vit slakkan inn, til tað var branntátt og tóku so tørn. Nú var bara at bíða eftir flóðini. Tá ið vit vóru lidnir við hetta arbeiðið, var klokkan hálvgum tvey um náttina. Skipið hevði reist seg, og vatnið vaks og vaks. Klokkan knapt tvey fór skipið at liva aftan og framman. Nú hoyrdu vit dunk undir skipinum, so vit skiltu, at onkur steinur undir kjølinum er hægri enn annar. Veirurin til akkersspælið stendur púra táttur. Klokkan tvey segði eg við skiparan:
Um tú nú bakkar við fullari ferð, so vænti eg, at skipið fer av aftur. Eg skal vera klárur at taka veirin av spælinum, so hann ikki kemur um skrúvuna. Klokkan gott tvey setti hann fulla kraft bakk á motorin. Og skipið fór útaftur! Eg tók veirin av og søkti hann niður við síðuni, og skipið var leyst. Hann bakkaði í 10 min. til eitt korter og stýrdi skipinum bakk í ein landnyrðing, áðrenn hann legði stilt. Tá hann steðgaði, fóru íslendingarnir í bátin og róðu inn til Skoruvíkar, og vit tóku maskinbátin inn og settu hann upp á pláss. Tað var líka svart í toku og myrk nátt.
Tey, sum vilja vita meiri um hesa frásøgn og um skipslívið og lívið í síni heild hjá Edvardi, kunnu lesa í Minniligar hendingar, sum Forlagið Leirkerið gav út. Ivaleyst verður áhugaverda bókin at síggja á bókaútsøluni, sum verður fyrsta dagin.
Edvard í Svínoy leggur afturat, at skjótt eftir, at teir vóru komnir leysir, vaks vindurin av norði til ein strúk. Hann heldur, at um teir ikki vóru komnir av aftur júst, tá ið teir gjørdu tað, so hevði Polo verið vrak. Einasti skaðin vísti seg at vera, at eitt stykki av strákjølinum hekk tvørtfyri.
Og so sleppa vit 65 ára gamla minninum. Vit ganga aftur til bilin og seta kós suðureftir aftur. Vit hava ørindi á Finnafjørðinum. Tey venda vit aftur til næstu ferð.
Fyrsti partur av ferðahug­leið­ingunum úr Íslandi hjá Jóannesi Hansen vóru í Sosialinum fríggjadagin 24. februar 2006.