Í gjár var løgreglan rættiliga úti um seg í ferðsluni, bæði í Glyvrum og Klaksvík. Endamálið var at kanna, hvørjum standi bilarnir vóru í - og hvørjum standi bilførararnir vóru í.
Og har var nokk hjá løgregluni at tríva í, tí tað vóru heili 67 bilførarar, sum fingu bót. Og tað eru tey afturvendandi lógarbrotini, sum førdu til, at bilførarar fingu bót.
Heili 20 bilførarar høvdu ikki koyrikortið uppi á sær og tað fáa teir 700 krónur í bót fyri. Harumframt fingu átta bilførarar bót fyri at onkrar lyktir á bilinum ikki lýstu, og fýra bilførarar fingu 1000 krónur í bót fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu.
Harumframt fingu 14 bilførarar bót eisini 1000 krónur í bótí at teir ikki sótu í trygdarbelti.
Og hóast tað er kavi og hált, eru fram framvegis bilførarar, sum koyra við dekkum, sum eru bæði slitin og ólóglig. Í hesum sambandi fingu ellivu bilførarar bót fyri at koyra við uppslitnum dekkum. Bótin er 1000 krónur fyri hvørt dekkið.
Og fimm aðrir bilførarar fingu bót fyri at koyra við píkadekkum, sum ikki vóru eftir forskriftunum. Eftir reglunum skulu tað vera nøkunlunda líka nógvir píkar í øllum dekkum. Talið á píkum í dekkum við flest píkum, má ikki vera meiri enn 25 prosent størri enn talið á píkum í dekkinum við fægst píkum.
Tað vóru eisini bilførarar, sum fingu 1000 krónur í bót tí at teir ikki høvdu skavað kava og ís av rútum, lyktum og speglum á bilinum við teirri avleiðing, at teir mistu rættiliga nógv av útsýninum.