Tey vóru mong, ið gingu sær ein góðan túr í gjárkvøldið og bara lótu tankarnar sveima avstað. Tað var eisini onkur, sum sveimaði avstað bókstavliga – altso sveimaði í luftini. Tí meðan fleiri gingu sær ein túr í høvuðsstaðnum, so var tað onkur annar, sum fleyg ein túr.
Fólk sum vóru utttandura, tá um 20.30-tíðina í gjárkvøldið, siga at tað ljóðaði mestsum eitt lítið privatflogfar var heilt nær við. Men tað vísti seg altso at vera eitt fólk á flogi.
Tí í fallskíggja við motori kom onkur flúgvandi uppi yvir Havnini. Einar hálvthundrað metrar uppi í luftini fleyg hetta fólki yvir við Strond, uppi yvir Norðurlandahúsinum og niðan móti Hotel Føroyum. Eftir hvat skilst gekk leiðin seinni út móti Havnardali, har viðkomandi settist eina løtu, eftir frálíka góða men óvanliga kvøldtúrin.










