Uni Arge
-----------------
Í Føroyum hava vit eina valdsskipan, sum er bygd á útinnandi, dømandi og lóggevandi valdið, plaga vit at siga. Hesi trý vøldini skáka hvørt annað, so samfelagsskipanin ikki skal fara av lagi. Hvussu gongst við hesi skáking millum vøldini, munnu ymsar meiningar vera um, men ein gongd hevur verið týðilig seinnu árini. Útinnandi valdið, landsstýrið, hevur langt frá havt so stórt vald, sum tað hevði, tá fíggjarlógirnar hava verið viðgjørdar og samtyktar. Í teirri valdsmiklu fíggjarnevndini í løgtinginum hava nevndarlimir úr bæði samgongu og andstøðu tikið ræðið á landsins týdningarmiklastu lóg og eru farnir at flyta runt við pengunum eftir egnum høvdi. Á Argjum hevur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum skúmað av avmakt um hesa gongd, tí hann er vanur við, at landsstýrismeirilutar ráða, men soleiðis er ikki nú, og tað er ikki so løgið.
Hetta valskeiðið hava Føroyar í roynd og veru havt tríggjar løgmenn, ein í Tinganesi, sum eitur Kaj Leo Johannesen, ein í Fíggjarmálaráðnum, sum eitur Jóannes Eidesgaard, og ein við borðendan í fíggjarnevndini, ið æt Anfinn Kallsberg. Anfinn og Jóannes kendu søta rákan av valdi í Tinganesi, tá teir vóru veruligir løgmenn, og tá teir fóru til viks í minni sessir, gjørdu teir nýggju sessirnar so týdningarmiklar og sjónligar, at teir nærum fingu støðu sum framhaldandi løgmenn. Fleiri siga seg halda, at Jóannes Eidesgaard enn er løgmaður, tá hann tosar. Og fáur hevur ivast í, hvør hevur verið sterki maðurin á Føroya løgtingi seinnu árini. Anfinn Kallsberg hevur spentur bíðað eftir, at fíggjarlógaruppskotini skuldu detta í hansara hendur, og tá hann læt tey frá sær aftur, vóru tey sum hamskift.
Stórir og smáir pengar
Hvussu hetta valdsskiftið hevur verið møguligt, er ikki trupult at síggja. Stevið í ABC-samgonguni hevur ofta verið sera ringt, og trupult hevur verið at semjast um nógvar raðfestingar. Magni Laksáfoss, ið var fíggjarmálaráðharri undir fyrru ABC-samgonguni, hevur eins og Anfinn Kallsberg viljað sett síni týðiligu fingramerki á fíggjarlógirnar, serliga fyri at skáka Jóannes Eidesgaard, sum alment hevur hartað Magna Laksáfoss fyri, at hann stútt og støðugt hevur skotið í stumpar tað, sum Jóannes Eidesgaard hevur latið úr hondum. Og andstøðulimir sum Annita á Fríðriksmørk og Tórbjørn Jacobsen hava heldur ikki sitið langt frá Anfinni Kallsberg, tá avtalur eru gjørdar. Játtanirnar til tjóðleikpall og havrannsóknarskip á fíggjarlógini fyri 2011 bera boð um hetta og haraftrat tann veruleiki, at Annita á Fríðriksmørk alment hevur vart fíggjarlógina.
Meðan hetta er farið fram, hevur Jørgen Niclasen sitið í Uttanríkisráðnum og sent út tíðindaskriv um smápengar, ið vórðu sendir til Liberia sum menningarhjálp. Hesi tíðindaskrivini kundu ikki tryggja honum ta ávirkan og umrøðu, sum fíggjarnevndarlimirnir fingu. Haraftrat var hann fløktur upp í eina aðalstjórasetan, sum tyngdi hansara umdømi nógv, og sum ikki er farin aftur við borðinum enn, tí málið er endað hjá umboðsmanninum. Og so rýmdi Poul Michelsen jú eisini úr Fólkaflokkinum og sigst nú ætla at stovna ein nýggjan borgarligan fullveldisflokk sum mótvekt til tann slitna Fólkaflokkin, ið Poul Michelsen kallaði bæði óskipaðan og afturhaldandi. Jørgen Niclasen mátti gera okkurt í hesi støðu, og tað besta, sum kundi henda fyri hann, var, at Anfinn Kallsberg takkaði fyri seg og fór til Viðareiðis aftur eftir 30 ár í politikki.
Sleppur úr skugganum
Jørgen Niclasen hevur nevniliga staðið í læru hjá bæði Anfinni Kallsberg og Óla Breckmann, síðan hann var tannáringur. Hóast hann nú var vorðin formaður, sótu teir báðir tungt á unga formanninum, og trupult var hjá fólki at síggja Jørgen sum ein leiðara við slagkraft, tá Anfinn jú var sterki maðurin í fíggjarnevndini, ið floytaði á, hvat Kaj Leo Johannesen segði, og hvat Jóannes Eidesgaard hevði at finnast at. Anfinn Kallsberg skilti nú, at skuldi Fólkaflokkurin og Jørgen Niclasen fáa arbeiðsnáðir, so Jørgen kundi gerast tann veruligi leiðarin í flokkinum, mátti Anfinn fara til viks langt undan næsta vali. Nú varpar hann so ongan skugga á Jørgen Niclasen, og tá fíggjarkarmarnir skulu leggjast í apríl, fáa øll at síggja, hvussu listinlærdur Jørgen Niclasen er í fjølmiðlaleiki, tí tá fer hann av álvara at profilera seg og flokkin við at seta hart ímóti hørðum.
Hann fer at seta fram krav um, at almennu útreiðslurnar skulu ikki hækka eitt oyra og helst lækkast. Javnaðarflokkurin, sum hótti við at seta Eyðgunn Samuelsen í formanssessin, men ikki gjørdi tað, fer at mótmæla harðliga, men Jørgen Niclasen fer við borgarligum slagorðum, ið skulu blæsa nýtt lív í Fólkaflokkin, at vísa á, at neyðugt er við sterkum politiskum leiðarum, ið tora at taka avgerðir, so almenni sektorurin ikki koppar øllum samfelagnum. Eisini fer hann at siga, at privata vinnulívið orkar ikki at halda uppi einum alt ov tungum almennum yvirbygnaði, og um hinir flokkarnir ikki skilja hetta, eru teir ábyrgdarleysir. Soleiðis fer Jørgen Niclasen at standa sum tann sterki maðurin, ið kann fara at geva sjálvt Sambandsflokkinum kapping, tí fær Jørgen formanspallin heilt til jólar, kann tann savningarhugaði Kaj Leo fara at tosa fyri stokkdeyvum oyrum eitt heilt valár, tá ongin jú vil savnast um nakað kortini.